Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. juni 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 109 - 10. juni 2008 Svínoyingar royna enn einaferð at fáa betri ferðasamband til oynna. – Tað er í lagi at Másin siglir tveir túrar um dagin. Men tann triði túrurin á kvøldi, hevði verið allarbest, sigur Eyðun Jacobsen, borgarstjóri í Svínoy SamferðSla Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Myndir: Høgni Thomsen Svínoy: - Vit vita ikki, hvat ein slíkur túrur aftrat hevði kostað fyri Strandferðsluna. Men fyri okkum hevur hann alstóran týdning, sigur borgarstjórin. Saman við bygdarráði sínum, skrivaði Eyðun Jacobsen eitt bræv til Strandferðsluna í mars mánaði í ár. Her heitti bygdarráðið á stovnin um at fáa ein túr aftrat um dagin til Svínoyar og Fugloyar til tey 9500 fólk- ini, sum árliga ferðast á hesi farleiðini úr Hvannasundi. - Báðir skipararnir, sum sigla við Másanum eru ¾ tíð umborð. Og eftir tí sum vit hava fingið upplýst hava teir einki ímóti at sigla fulla tíð, sigur Svínoyar komm- una í brævinum til Strand- ferðsluna. Í áheitanini varð eisini biðið um ein fund við Strand- ferðsluna um viðurskiftini. Og sum skilst verður hesin fundurin hildin einaferð í nærmastu framtíð. Másin er, við sínum 49 árum, álitið hjá svínoyingum í sjóvegis sambandinum inn á meginlandið. Triði túrurin Tá talan er um samferðslu, hava svínoyingar tvinnanda møguleikar at sleppa til og frá oynni – loftvegis við tyrluni og sjóvegis við Másanum. Másin varð bygdur í 1959, og er í dag álitið hjá teimum ið búgva harúti ella ætla sær hagar í einum- hvørjum ørindum. Í dag siglir Másin av Hvannasundi til Svínoyar og Fugloyar við fleiri túrum um dagin. Onkur av hesum verður einans sigldur, um boðað er frá hesum framm- anundan. Høvuðstúrarnir hjá Más- anum eru túrarnir á morgni og seinnapartin. Vanliga fer hann fyrsta túrin av Hvanna- sundi kl. 8:45 og síðani kl. 14:45, meðan møguleikar eru fyri kvøldtúrum trý kvøld um vikuna. Hesir túrar verða um summarið sigldir mánadag, fríggjadag og leygardag, og sum skilst er tað henda túrin, sum svínoyingar so fegnir vilja hava sigldan hvønn dag. - Vit eru glað fyri teir báðar fyrstu túrarnar á degi. Men fingu vit henda triðja túrin, hevði verið uppaftur betri, vísir borgarstjórin á. Eingin játtan Í grundgevingunum fyri at fáa henda eyka túrin á kvøldi, vísir Svínoyar kommuna á ymisk viður- skifti, ið tey meta talar fyri hesum. Tað vísir seg at tíðin mill- um teir báðar fyrru túrarnar, ið einans er seks tímar, er heldur stutt um fólk aðra- staðni frá skal út hagar at gera eitthvørt arbeiði. Í øðrum lagi eru seks tímar heldur ikki long tíð, um svínoyingar ætla sær til Klaksvíkar at gera ørindi. - Tí hevði hesin triði túrurin hvønn dag havt stóran týdning fyri okkum, sigur Eyðun Jacobsen. Men tað gekk kortini ikki nakað serligt hjá svínoying- um at fáa henda eyka túrin. Tvær vikur eftir at brævið varð sent, kom svar aftur frá Strandferðsluni á Tvøroyri. Svarið frá samferðsluleið- aranum, Boga Mortensen var stutt og ikki til at misskilja: “Strandfaraskip Landsins fer hervið at boða frá, at innanfyri verandi játtan til stovnin ber ikki til at økja um túratalið á Oyggjarleið 58!” Mugu fáa ein túr aftrat ” Tá motorarnir umborð á Smyrli herfyri steðgaði í 5 sekund, hoyrdu vit um tað teir næstu 14 dagarnar. Men einki var sagt og skrivað ta ferðina, tá motorurin á Másanum steðg­ aði á opnum havi Illir sjúklingar Í sjúklingafelagnum í Grønlandi eru tey í øðini um avgerð- ina hjá Drong Ingrids Hospital í Nuuk at útseta allar skurð- viðgerðir. Grundgevingin hjá sjúkrahúsinum er, at tað hevur ikki nóg nógvar sjúkrasystrar til uppgávurnar, men hesa grundgevingina vil sjúklingafelagið ikki góðtaka. Astrid Hansen Hard, felagsformaður, sigur við KNR, at tað er vert at kanna, um tað ber til at fáa føroyskar, danskar ella svenskar sjúkrasystrar til Grønlands. Fleiri fyritøkur á heysin Altsamt fleiri danskar fyritøkur koma í fíggjarligar trupulleikar, og tað hevur havt við sær, at talið á fyri- tøkum, sum fara á húsagang, veksur skjótt. Serliga illa stendur til á Sælandi, har talið er tvífaldað, sigur danska kringvarpið. Donsku handilsfeløgini siga við kringvarpið, at eingin bati er at hóma. Feløgini siga, at tann høgi matvøruprísurin ger, at fólk hava minni pengar til aðra nýtslu, og tí fáa fleiri fyritøkur nú sviðan av, sigur DR. Másin er álitið hjá svínoyingum, og verður tað uttan iva í mong ár aftrat. Einki er avgjørt um, nær ein nýggj ferja kemur til Svínoyarleiðina