týsdagur 10. juni 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 109 - 10. juni 2008
Farvatnið sum svínoyingar og fugloyingar ferðast
í er ikki altíð eins tespiligt allar ársins tíðir.
Talan er lutvíst um opið hav, og her hava veður
og streymur sín avgjørda leiklut í, hvussu ein túrur
við Másanum er ella kann verða.
Hinvegin hava tey á Másanum eisini verið úti
fyri, at motorurin umborð steðgaði einaferð hann
legði leiðina millum eystastu oyggjar okkara.
Hóast hesar umstøðurnar var eingin panikkur
umborð og tað hendi tíbetur eingin skaði. Men
hetta var kortini ein ávaring um, hvat kann henda
ein ringan vetrardag í Svínoyarfirði við einum
skipi, ið varð smíðað í 1959.
Manningin umborð dugdi væl at handfara
støðuna, men sum Eyðun Jacobsen heldur
speiskliga tekur til:
- Tá motorarnir umborð á Smyrli herfyri steðgaði
í 5 sekund, hoyrdu vit um tað teir næstu 14
dagarnar.
- Men einki var sagt og skrivað ta ferðina, tá
motorurin á Másanum steðgaði á opnum havi!
Motorurin á
Másin steðgaði
Gamal rennari
Tað var einki aldursmark og heldur einki krav um
tíð ella førleika, tá íslendska ítróttarsambandið skip-
aði fyri teirri árligu rennikappingini fyri kvinnur
seinasta leygardag. Tað kom Torfhildur Torfadóttir
væl við, so hon gjørdi av at taka lut í renningini,
hóast hon er 104 ára gomul. Tað er helst óneyðugt
at siga frá, at Torfhildur var tann elsta av teimum
15.000 kvinnunum, sum runnu. Hon er fødd tann
24. mai í 1904, skrivar Vísir.
Íslendingar eisini sild
Føroysku nótaskipini hava fingið væl av sild norðuri
við markið við Jan Mayen í seinastuni, og nú eru
íslendsk skip eisini farin at royna har. Morgunblaðið
skrivar, at skipið Sigurður var í Þórshöfn í gjár við
umleið 1.500 tonsum av sild, sum teir fingu í sjey
køstum. Blaðið veit eisini at siga, at sjey onnur
íslendsk skip eru á sildaleiðini, og at umborð á
teimum størstu skipunum verður sildin skorin og
fryst. Hini skipini landa í Íslandi.
- Vit vita ikki, hvat ein slíkur eykatúrur hevði kostað
Strandferðsluni, sigur borgarstjórin í Svínoy, Eyðun
Jacobsen, sum sæst uttast høgrumegin
Ein stór, spennandi
og øðrvísi framsýning
við klovninum 0 verð
ur í Badmintonhøllini
í Klaksvík 24. juni.
Hetta hendir í sam
band við at Klaksvíkar
kommuna fyllir 100 ár
Undirhald
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Klaksvík: - Hetta er ein
rúkandi framførsla fyri øll
ættarlið, skapt av einum
klovni við gudagávum og
teimum lutunum, sum van-
liga hoyra til eitt væl dekkað
døgurðaborð, verður sagt
um hesa framførsluna.
Við sínum soloavriki berg-
tekur O áskoðaran við tón-
listarligari “timing”, fram-
úrskarandi
yvirraskilsum
og eitt fantasilandslag av
Dr. Strangelove-máti og
einum fangandi krígsspæli.
Tá klovnurin 0 – alias
Joël Colas – fyrst sníkir
seg inn á manesjuna er
hann
ein
smæðin
og
einsamallur drongur. Hann
finnur fram vin sín – eina
hálvtóma vatnfløsku – og
setir seg eyðmjúkur á eitt
borð.
Síðani tekur hann fram
ítróttartaskuna, fylta við
knívum, gaflum og alskyns
bestikki. Hesi brúkar hann
til at byggja upp rútmur og
skeiv brot av løgum, í tí
hann “samplar” ymisk hvøll
ljóð.
Knappliga er áskoðarin
mitt í einari frásøgn, har O
við megini hjá einum Peter
Sellers er broyttur til ein
einaræðisharra, sum bóltar
fram á sínari krígsmaskinu.
Heilt opin frammanfyri
áskoðarunum verður hin
smædni drongurin ein krígs-
maskina gjøgnum broyt-
ingartalentið
hjá
hesum
einastandandi klovni. Tón-
leikurin koyrir, hann jongl-
erar við fløskum, maskin-
uriflur
skerja
gjøgnum
luftina, til áskoðarin situr í
skellilátri, í hugtakanini og
eitt lítið sindur bangin.
Allar
skúlasýningarnar
verða kl. 10 henda dagin og
vara 45 minuttir. Um kvøldið
verður almenn sýning.
0 klovn í Klaksvík
Klovnurin 0 dugir meiri enn
tey flestu
Nú er klárt at fara
undir bygging av
nýggja bókasavninum
á Sandi
Mentan
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Sandur: Seinnapartin í gjár
var hátíðarløta á Mørkini
Miklu.
Klokkan 17 setti Daniella
Olsen hakan í fyri nýggja
bókasavninum,
ið
skal
byggjast við umsitingar-
bygningin
hjá
Sands
Kommunu.
Ein rúgva av fólki var
samankomin til hátíðarløt-
una. Eftir løtuna uttanfyri
varð boðið inn til smyri-
breyð og annað gott.
Í takkarrøðu síni bar
borgarstjórin á Sandi, Páll á
Reynatúgvu uppá mál, at
tíðarandin í dag ber brá av
sjálvsøkni.
Við
slíkum
hugburði
verður arbeitt fram ímóti at
hjúkla um sítt egna, og
hinvegin at krevja nóg mik-
ið fyri tað íkast, ein letur
samhaldsfasta
samfelag-
num
gjøgnum
skatta-
skipanina.
- Men sum lýsandi vitar,
og ímóti harða rákinum,
standa úrmælingar, kvinnur
og menn, sum sjálvboðin
leggja tey eyka klípir í
varðan, sum ríka okkum
øðrum gerandisdagin. Tey
finnast framvegis í føroyska
samfelagnum, og Daniella
Olsen er ein av hesum
úrmælingum, vísti borgar-
stjórin á.
Hann legði dent á, at við
hesi framúr gávuni til Sands
kommunu, uppá ikki minni
enn tvær milliónir krónur,
umframt hennara egna savn
av bókum, er grundarlag
lagt fyri at raðfesta eitt øki,
sum ongantíð í Sandoyar
søgu hevur fingið ta rúmd,
sum bókfólkið í oynni
hevur uppiborið.
Arbeitt hevur verið við
hesi ætlanini síðani í januar
2001, og nú er ætlanin at
tað skal verða liðugt beint
undan jólum í ár.
Bókasavnið verður bygt
og samanbundið umsiting-
arbygninginum hjá komm-
ununi. Bygningurin verður
í tveimum hæddum, og er
uppá umleið 360 fermetrar.
Daniella setti spakan í
Daniella Olsen við hakanum, saman við fegnum borgarstjóra Páll á Reynatúgvu. – Vit eru
heppin at eiga slíkar lýsandi vitar sum Daniellu, segði borgarstjórin í takkarrøðu síni
Mynd: bkv.fo