týsdagur 10. juni 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 109 - 10. juni 2008
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Í dag, 10. juni, fyllir
Jákup Lindenskov,
fyrrverandi løgtings-,
landsstýris- og fólka-
tingsmaður 75 ár
Hóast tað kanska ikki sæst
á honum, so verða tað tann
8. novermber liðin fimmti
ár síðani, at tann einans 25
ára gamli havnarmaðurin,
Jákup
Lindenskov,
varð
valdur á Føroya Løgting.
Tað var í 1958. Allir hinir,
sum vórðu valdir á ting í
1958, og tá Jákup varð aftur
valdur í 1962, eru deyðir.
Jákup Lindenskov er tískil
so nógv tann elsti politikarin
í starvsaldri – og veit tí hóp
in meir enn nakar annar um
politisku søgu Føroya
næstan heilt aftur til heima
stýrislógina.
Tá Jákup kom á ting,
kom hann at starvast millum
so royndar politikarar sum
Petur Mohr Dam, ið kom á
ting í 1928 og J. F. Øregaard,
sum eisini tá hevði drúgvar
royndir.
Jákup er úr Havn, sonur
Edvard Lindenskov (í Rætt
ará) og Biritu, sum var úr
Leynum, hóast bæði foreld
ur hennara vóru úr Kvívík.
Jákup tók realprógv í Havn
í 1950, og sama árið fór
hann í læru hjá Tryggingar
sambandinum Føroyar, sum
tá helt til úti í Tinganesi, og
hvørs starvsfólk kundu telj
ast á hondunum. Hann fór
seinni til Danmarkar, har
hann gekk á handilsskúla
og arbeiddi í trygging.
Í 1958 stillaði Suðurstreym
oyar Javnaðarfelag hann upp
sum nummar eitt til løgtings
valið tá varð stillað upp í
nummarrøð og hann varð
valdur. Flokkurin hevði eitt
sera gott val hetta árið, og
Petur Mohr Dam gjørdist løg
maður. Jákup sat á tingi til
valið í 1966, tá hann fall fyri
Martini Joensen, sum var for
maður í Havnar Arbeiðs
mannafelag. Jákupi tørvaðu
bert níggju atkvøður í at
verða valdur. Tá Petur Mohr
Dam doyði í 1968, varð Ják
up valdur í landsstýrið, og
varð hann aftur valdur á ting
í 1970 við hálvtfimthundrað
atkvøðum. Tað vóru bara
Atli Dam og Erlendur Paturs
son, ið fingu fleiri atkvøður.
Atli Dam var tá nývaldur,
meðan Erlendur Paturson
eins og Jákup, gjørdi come
back eftir fallið í 1966.
Jákup var landsstýrismað
ur í fýra landsstýrissam
gongum, og hann hevur
metið sum tann, sum hevur
sitið longst sum landsstýris
maður – og valla fer nakar
at sláa hetta metið, tí í dag
halda
landsstýrisfólkini
ikki so leingi.
Í 1979 stillaði Javnaðar
flokkurin Jákup upp til
fólkatingið, tá veteranurin
Johan Nielsen legði frá sær.
Jákup varð valdur og legði
landsstýrisstarvið,
sum
hann hevði røkt upp á dagin
í 11 ár, frá sær. Jákup sat á
fólkatingi í átta ár. Jákup
gavst sum virkin politikari í
1994, tá hann ikki stillaði
uppaftur til løgtingsvalið.
Í politikki er Jákup kend
ur fyri sítt varsemi ikki
minst, tá tað snúði seg um
ríkismálini. Honum dámdi
lítið, tá menn fóru upp at
sveima í loysingarpráti
hann virkaði fyri at tryggja
lívsgrundarlagið, og ríkis
veitingina sá hann sum eina
neyðvendigheit
til
tess.
Hann hevur sera drúgvar
royndir, sum politikari eitt
nú var hann ein teirra, sum
í januar í 1959 fór niður at
samráðast við H. C. Hansen,
forsætisráðharra
um
almannalógirnar, sum komu
í gildi sama árið tær lógir,
sum vit í dag síggja sum
eina sjálvfylgju.
Øll árini sum landsstýris
maður umsat hann almanna
mál, og tey lógu honum øll
árini næst á hjarta.
Tann fyrsta løgtingsfíggj
arlógin, sum Jákup var við
at samtykkja á tingi var upp
á 18 milliónir. Tann síðsta,
hann var við til at samtykkja
tað var í 1993, var upp á
2.500 milliónir! Hetta lýsir
kanska broytingarnar í sam
felag okkara og í politikki,
tey árini Jákup var virkin
politikari.
Eitt av málunum, sum
Jákup var errin av at loysa á
fólkatingi, var lógin um
skaðendurgjald til teirra, ið
sigldu undir krígnum. Før
oyingar vórðu upprunaliga
ikki fevndir av lógini, hóast
teir áttu at verið tað. Saman
við teimum, sum stríddust
fyri at vinna hesi rættindi,
eydnaðist tað Jákupi at
binda danska Javnaðarflokk
in til at seta hetta sum treyt
fyri at atkvøða fyri fíggjar
lógini hjá Poul Schlüther.
Meðan Jákup var lands
stýrismaður vórðu lunnar
lagdir undir fleiri batar, eitt
nú lógina um dagpengar við
sjúku og barnsburð, eins og
deildirnar á Eirargarði vórðu
bygdar at hýsa teimum
menningartarnaðum,
sum
fram til ta tíð vórðu send av
landinum á stovn í Danmark.
Tey kundu nú flyta heimaftur
av Rødbygaard.
Í politikki hevur Jákup
sum vera man havt nógv
álitisstørv, og var hann eitt
nú tingformaður frá 1984
87. Tingskrivari var hann
fleiri av fyrstu árunum,
hann sat á tingi, eins og
hann eisini var limur í Norð
urlandaráðnum.
Í sínum borgarliga starvi
á Tryggingini var hann við
til at seta á stovn Lívstrygg
ingina hetta var árið fyri
at hann fór í farloyvi frá
Tryggingini fyri at gerast
landsstýrismaður og hann
Jákup Lindenskov 75 ár
Jákup Lindenskov, sum í dag fyllir 75 ár, er ein royndur
politikari. Tað verða í ár 50 ár liðin síðani hann varð valdur
á ting – og hann er tann einasti eftir av teimum, sum vórðu
valdir á ting í 1958 og í 1962
Tingfundur í august í 1962. Fyrsta løgtingsskeiðið (1958-62) hjá Jákupi er um at verða runnið. Hann er tingskrivari, tí stendur hann
vinstru megin tingformannin, sum er J. Fr. Øregaard. Allir tingmenninir, sum tá sótu – uttan Jákup, eru farnir undir grønu torvu…
Jákup á Fólkatingsins røðarapalli í 1979