týsdagur 10. juni 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 109 - 10. juni 2008
15
nøvn
Tøkk
Eina hjartans tøkk verður send til tykkum
øll, ið gjørdu mær og mínari familju
105 ára dagin so hugnaligan.
Til tykkum, ið vitjaðu, til tykkum, ið
stuðlaðu og stóra tøkk fyri gávur.
Ein serlig tøkk til tykkum á Lágargarði, tað
veri seg leiðsla, køkur og Miðstovan.
Eisini ein stór tøkk til Óla Jacobsen fyri tað
stóra arbeiði, ið varð gjørt.
Mangar góðar heilsanir til tykkum øll.
Margretha Egholm við familju
Dagurin
11. juni. Barnabas.
Hann verður fleiri ferðir
umtalaður í
Ápostlasøguni, men so
at siga altíð í sambandi
við ápostulin Paulus.
Var við á fyrstu
trúboðanarferðini hjá
ápostlinum.
Evangelisturin Markus
og hann vóru systkina
børn. Halgisøgan sigur,
at hann á føðioynni
Kýpros varð tikin av
jødum og brendur á báli
í árinum 62, halda teir. Í
fornkirkjuni var hildið,
at hann skrivaði
Hebrearabrævið.
var burturi frá tryggingini
næstu 16 árini.
Øll árini hevur Jákup verið
virkin innan fráhaldsrørsluna
gjøgnum Losjuna í Havn,
har rættuliga stórt ungdóms
virksemi var í fimmti og
sekstiárunum. Soleiðis var
hann eisini við til at stovna
hondbóltsfelagið Kyndil í
1956 – hann var formaður í
Ungmannadeildini hjá Losj
uni tá. Eisini var hann var eitt
skifti í sekstiárunum blað
stjóri á Sosialinum.
Jákup var í nógv ár for
maður í endurbúgvingar
stovninum ALV, hann hevur
verið formaður í Heilbrigd
inum á Velbastað síðani tað
varð stovnað í 1986, hann
hevur í nógv ár verið for
maður
í
stýrinum
fyri
Blindastovnin, og hann er
eisini formaður í nevndini
fyri Eldratilhaldið í gamla
Føroya Bankahúsinum í
Tórsgøtu í Havn. Hann varð
eisini valdur í fyrsta eldra
ráðið hjá Tórshavnar komm
unu, sum aftur skal veljast
á kommunuvalinum seinni
í ár, so hóast hann er farin
um pensiónsaldur, so hevur
hann framvegis nógv jørn í
eldinum.
Jákup Lindenskov giftist
í 1961 við Jónu, f. Jacobsen
úr Fuglafirði. Hon er dóttir
Jóhannus Jacobsen, betur
kendur sum »skómakarin«,
og Ellifíu hjá Óla á Mið
gerði. Jákup og Jóna eiga
børnini Elin, sum býr í
Havn, Biritu, sum býr í
Norðragøtu og Eirik, sum
býr í Havn. Abbabørnini
eru fýra og langabbabørnini
eru tvey í tali.
Føðingardagin í dag eru
Jóna og Jákup burturstødd.
Í dag fyllir fyrrverandi tingmaðurin,
landstýrismaðurin og fólkatingsmað
urin, Jákup Lindenskov, 75 ár. Hann
hevur alt sítt lív verið hollur stuðul
undir javnaðarhugsjónini og verið
beinleiðis virkin á politiska pallinum
í samfull 36 ár heilt frá 1958 fram til
1994. Javnaðarflokkurin hevur stóra
virðing fyri hansara drúgva politiska
íkasti teimum veikastu í Føroyum at
frama.
Jákup varð fyrstu ferð valdur á
ting sum 25 ára gamal í 1958, og er
hann nú tann einasti eftir av teimum,
sum vóru við til at samráðast um
sosiallógávuna og við til at fáa lógina
um fólkapensjónina ígjøgnum í
1959.
Hann sat á tingi í tvey valskeið í
fystu syftu – fram til 1966. Men tá
Petur Mohr Dam, løgmaður doyði í
1968, vóru aftur boð eftir Jákupi,
sum gjørdist landsstýrismaður og
varaløgmaður. Hann varð afturvald
ur í 1970 og umboðaði flokkin næstu
sjey valskeiðini á tingi, hóast hann
var burturfrá tingarbeiðinum meðana
hann sat sum landsstýrismaður fram
til 1979, tá hann varð valdur í
Fólkatingið.
Fólkatingsmaður var hann í trim
um umførum – fyrstu ferð tey bæði
valskeiðini frá 1979 til 84. Aftur frá
198788 og 199093, tá hann sat sum
varamaður fyri Atla Dam.
Jákup Lindenskov er tí ein tann
mest royndi politikarin, sum Javnað
arflokkurin hevur átt, og hann er í
dag tann, sum hevur mestu vitanina
um tað, sum fór fram, næstan heilt
aftur til heimastýrislógina. Eg veit
eisini, at hann samstarvaði nógv og
tætt við Petur Mohr Dam, og at hann
hevur nógva vitan frá honum um
fyrstu tíðina hjá flokkinum.
Jákup goymir ikki, at hann helst
hoyrir til tann meira sambandska
partin av Javnaðarflokkinum. Men
hann virðir, at onnur í flokkinum
hava ørðvísi áskoðanir um hesi viður
skifti.
Sum nýggjur tingmaður havi eg
havt stóra gleði og stórt gagn av at
tosa við Jákup, sum ideologist er
rætt grundaður – og hann hevur
mangan verið holur í ráðum. Vit í
flokkinum hava stóra virðing fyri
hansara avrikum.
Jákup og Jóna eru altíð fyrikomandi
og blíð at hitta, og tey eru so ómeta
liga dugnalig til at minnast onnur,
bæði í sambandi við gleðiligar merk
isdagar og í sambandi við sorgarløtur.
Tey eru fólk, sum veruliga liva eftir
hugsjónini um, at øll eru ein partur
av felagsskapinum.
Hjartaliga tillukku við degnum
góði vinur!
John Johannessen,
Formaður Javnaðarfloksins á
tingi
Hollur javnaðarmaður fyllir 75
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt
sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá góði pápi,
verpápi, abbi og langabbi okkara
Svend Joensen
doyði og varð jarðaður.
Ein serstøk tøkk til tykkum øll á E2, sum vóru
so góð við hann.
Fyri tey avvarðandi
Arne, Sedea, Henry og Eyðsvein
Jákup Lindenskov uttan
fyri høvuðsdyrnar á
Christiansborg í 1979
Fyrsta landsstýrið, sum Jákup
sat í: Sámal Petersen, Sjálvs
stýrisflokkurin, Klaksvík,
Kristian Djurhuus, løgmaður,
Sambandsflokkurin,
Tvøroyri, Jákup Lindenskov,
Javnaðarflokkurin,
Havn og Villi Sørensen,
Javnaðarflokkurin, Klaksvík