týsdagur 10. juni 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 109 - 10. juni 2008
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Floytandi
áskoðarar
Fronsku viðhalds
fólkini vóru alt
annað enn nøgd,
eftir at Frakland og
Rumenia spældu
higar til keðiligasta
dystin í EM
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tá óttin at tapa gerst
størri enn viljin at vinna,
verður talan sjáldan um
nakra stóra fótbóltsupp
living.
Og tað varð tað heldur
ikki í Zürich, tá Frakland
og Rumenia hittust í
fyrsta dystinum í deyðs
bólkinum, sum bólkur C
verður róptur.
Tá 90 minuttir vóru
spældir, stóð framvegis
00 á talvuni, og tað vóru
tað fá, sum veruliga
kundu mótmæla. Sæð
burtur
frá
einstøkum
vandamiklum deyðsbólts
støðum og onkrari hissini
skotroynd, so hendi ikki
tað heilt stóra í dystinum.
Mest øsand løturnar vóru
helst, tá dómarin fýra
ferðir valdi at brúka gula
kortið.
Báðir partar vildu fyri
alt í verðini sleppa undan
at tapa fyrsta dystin, og
sum so kunnu liðini væl
vera nøgd um javnleikin.
Men tað vóru áskoðarar
nir so ikki, og tað kom
ljódliga fram, tá dómarin
hevði bríkslað fyri sein
astu ferð.
EM-dystir
Bólkur C
Rumenia-Frakland 0-0
Holland-Italia 3-0 (2-0)
10: Ruud van
Nistelrooy, 26.
20: Wesley Sneijder, 31
30: Giovanni van
Bronckhorst, 80.
Komandi dystir
Bólkur D
10.06 17.00
Spania
Russland
10.06 19.45
GrikkalandSvøríki
Dagur Kl.
Dystur
Bólkur A
11.06 17.00
KekkiaPortugal
11.06 19.45
SveisTurkaland
Í Milan stóðu teir lið
um lið á stórliðnum
seinast í 80’unum og
fyrst í 90’unum. Men
í gjárkvøldið var tað
sum dagur og nátt at
síggja van Basten og
Donadoni
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hollenski landsliðsvenjarin,
Marco van Basten, var ein
errin maður, tá hansara lið
fyri fyrstu ferð í trý áratíggju
hevði vunnið á Italia.
Eg eri sera errin av
mínum liði. Vit hava vunnið
á Italia – heimsmeistarunum.
Og hetta er ein søguligur
sigur, tí eg haldi ikki, at tað
er komið fyri fyrr, at
Holland hevur vunnið 30 á
Italia.
Undir HMkappingini í
Týsklandi gjørdist vátt í
reiðrinum millum van Bas
ten og hollendsku álops
stjørnuna, van Nistelrooy,
sum als ikki varð úttikin í
eitt ár. Júst Nistelrooy skor
aði fyrsta hollendska málið,
men van Basten vildi tó
ikki leggja alt ov nógv í
gamla stríðið.
Eg eri ein sera fegin
maður, tí liðið spældi sum
eitt lið. Vit manglaðu eisini
ein spælara sum Robben,
men liðið stríddist bara tað
meira, var tað, sum venjarin
vildi siga um hetta.
Off-dagur
Lagið hjá Roberto Dona
doni var sjálvandi ikki eins
gott, sum tað var hjá fyrr
verandi
liðfelaganum
í
Milan.
Vit høvdu ein offdag.
Dysturin byrjaði illa, og
hann endaði ræðuligt fyri
okkara viðkomandi. Tí sjálv
andi ynskir eingin at byrja
eitt endaspæl við at tapa 3
0, segði Donadoni.
Eg var ikki tikin av bóli
av álopsspælinum hjá Hol
landi. Teir spældu júst so
leiðis, sum vit roknaðu við.
Men fyrsta málið ger tað
trupult hjá okkum, og við
næsta málið eru vit ov
naivir við ov nógvum fólki
frammi á vøllinum. Eg
haldi tó, at vit stríddu okk
um væl aftur í dystin, men
hetta var bara ikki dagurin,
segði Roberto Donadoni.
Van Basten var errin
Feinschmäcker’arnir
fingu sín vilja, tá
hollendska pasn
ingsspælið sendi
tríggjar bóltar
handan heimsins
besta málverja, tá
heimsmeistaranrir
fingu bank
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Talan
var
um
sannan
avsmurning,
sum
Italia
rendi seg í á vøllinum á
Stade de Suisse Wankdorf,
tá Holland var mótstøðuliðið
mánakvøldið.
Í deyðsbólkinum, sum eis
ini telur Frakland og Rum
enia, er trýstið á liðunum
stórt, og tað gjørdist ikki
minni hjá Donadoni og
hansara monnum, sum nú
standa við ongum stigi og
einum vánaligum málmuni.
Fortuna spældi við
Og Holland var betra liðið.
Eingin ivi um tað. Longu
undan
leiðslumálinum
høvdu teir fleiri ferðir góð
an møguleika at leggja seg
á odda, og hóast teir leingi
vóru á odda 20, so var tal
an alla tíðina um skilagott
verjuspæl
við
hvøssum
kontrabroddi, soleiðis at
Italia ikki tordi at tveita ov
nógv fólk fram á vøllin.
Men tá tað er sagt, so
skerst ikki burtur, at hollend
ingar als ikki vóru óhepnir í
teimum støðunum, sum
førdu til málini.
Dómarin metti helst, at
italskur verjuleikari, sum
var staddur aftan fyri bak
linjuna, gjørdi sítt til at
spæla
van
Nistelrooy
onside, og var hetta rætt, so
var málið lógligt. Men tað
vildi neyvan verið nakar,
sum hevði mótmælt, um
linjuverjin hevði veittrað
Nistelrooy rangstaddan í
støðuni. Og so kundi hol
lendski landsliðsvenjarin,
van Basten, kanska halda,
at tað var lagnunnar spei
semi, meðan sjónvarps
myndirnar frá einum koll
dømdum EMmálið móti
Russlandi í 1992 tónaðu
fram á nethinnu hansara.
Italia var eisini við í dyst
inum, og ein av teimum
heilt góðu møguleikunum
høvdu teir, beint áðrenn
næsta hollendska málið.
Royndin varð tó bjargað á
málstrikuni av van Bronck
horst, sum síðani sjálvur
setti ferð á. Talan var um
framúr kontraálop, har van
Bronckhorst skifti langt til
Kuyt, sum stútaði inn til
Sneijder, sum sera varkurt
flutkaði bóltin í meskarnar.
Og eisini høvdu italiu
menn orsøk at iðra seg, tá
triðja málið fall. Italia sats
aði loksins, og talan gjørdist
um einstakar góðar møgu
leikar at skapa spenning í aft
ur. Ein hesum førdi til frí
spark stutt uttan fyri brots
teigin. Hesa ferð var eydnan
tó ikki við Pirlo, sum bank
aði bóltin á stólpan, og so
gekk skjótt hinvegin. So
mikið skjótt, at van Bronck
horst kundi seta eitt vakurt
punktum, tá hann stútaði
bóltin inn um Buffon.
Bukaðir heimsmeistarar
Bólturin var trupul og vinkulin nærum ógjørligur. Men framúr sparkiteknikkurin hjá Sneijder stóð sína roynd, tá hann bankaði
bóltin í netið til hollendska 2-0 leiðslu
Mynd: Polfoto/AP