Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-10, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. juni 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 [ Nr. 109 - 10. juni 2008 ] Mathias Sindelar var valdur til bæði aldarinnar fót­ bóltsspælara, og aldarinnar ítróttar­ mann í Eysturríki. Hann var ein bólt­ snillingur, men hann var eisini ein prinsipp­ fastur maður, sum ikki vildi spæla fyri stórtýska landsliðið hjá Adolf Hitler Fótbóltur Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Hóast tað skjótt eru liðin 70 ár síðani, at Mathias Sinde­ lar doyði, so stendur hann millum størstu tjóðarhetj­ unnar í Eysturríki. Ikki bara tí hann var ein framúrskar­ andi fótbóltsspælari, sum spældi 43 landsdystir og skeyt 27 landsliðsmál fyri Eysturríki, árini 1926­1937. Tá leiktu landsliðini ikki so nógvar landsdystir sum í dag. Ella tí hann var við til at vinna meistaraheiti og steypaheiti fyri høvuðs­ staðarfelagið, Austria Wien. Hann varð nevndur »Mozart innan fótbóltin«, men hann var ein andsøgn. Honum dámdi ikki at venja, men honum dámdi væl tað váta slagið, at roykja og hevði hann nógvar frillur. Kortini vísti hann stór avrik á fót­ bóltsvøllinum. Men tað sum nógvir eysturríkarar virða Mathias Sindelar fyri, var at hann noktaði at spæla fyri felags stórtýska lands­ liðið hjá Adolf Hitler. Eyst­ urríkska landsliðið var nið­ urlagt í 1938, aftaná at land­ ið var slúsað uppí tað Triðja Ríkið hjá Adolf Hitler. Av moraviskum uppruna Mathias Sindelar, sum var av moraviskum uppruna, var føddur 10. februar 1903, tá fekk hann navnið Matej Sindelar. Hann var føddur í Kozlov, tætt við býin Jihlava í Moravia. Moravia er í dag partur av kekkiska lýðveldinum. Í 1903 var Moravia partur av tí stóra eysturríkska­ung­ verska keisaraveldinum, sum fór til grundar aftaná 1. veraldarbardaga. Foreldr­ ini Jan, sum var smiðjur, og Marie vóru fátøk, og í 1905 flutti familjan til ein forstað til Wien, sum eitur Favoritt­ en. Har settu tey seg niður í einum øki, har nógv bøhm­ iskt talandi fólk búðu. Her kom tann ungi Matej, sum við tíðini bara kom at verða kendur sum Mathias, í sam­ band við ungar dreingir, sum spældu fótbólt. Og tað var skjótt øllum greitt, at talan var um ein óvanliga dugnaligan bóltsnilling. Yrkisleiðin 15 ára gamal fór Mathias Sindelar uppí felagið, sum eitur Hertha Wien, og her spældi hann fótbólt í seks ár. 21 ára gamal, í 1924, fór Mathias Sindelar at spæla við Austria Wien, sum tá bar navnið Wiener Amateur­ Sportsvereinung. Sindelar átti sín stóra leiklut í, at liðið vann eysturríksku steypakappingina í 1925, 1926, 1933, 1935 og 1936, og tað eysturríkska meistara­ heitið í 1926. Sindelar spældi sín fyrsta landsdyst tann 28. september í 1926, og var dysturin ímóti Kekko­ slovakia, sum hann kundi spælt fyri, um familjulagnan ikki hevði lagað tað øðrvísi. Longu í fyrsta landsdysti­ num skoraði hann mál fyri Eysturríki, og skoraði Sinde­ lar fýra mál í trimum teim­ um fyrstu landsdystunum. Sindelar gjørdist ein av­ gerandi og týðandi partur av »Das wunderteam« hjá Hugo Meisl, sum søguliga er besta landsliðið, Eystur­ ríki nakrantíð hevur havt. Tá HM var í Italia í 1934 rukku Eysturríki og Sinde­ lar hálvfinaluni, aftaná at teir vunnu 2­1 á Ungarn í fjórðingsfinaluni. Í hálv­ finaluni vóru eysturríkarar fyri tí óeydnu at skula spæla ímóti vertsstjóðini, Italia, sum hevði fingið kravboð frá fasistiska einaræðisráð­ harranum, Benito Mussolini at vinna heimsmeistara­ skapið. Italia vann 1­0 uppá eitt ógvuliga ivingarsamt dómaraavrik, har italski verjuleikarin, Luis Monti var loyvdur at fara illa við Mathias Sindelar. Eysturríki spældi bronsudyst ímóti Týsklandi, týskarar vunnu dystin 3­2. Italia vann final­ una 2­1 á Kekkoslovakia aftaná umdyst. Fótbóltssøgu­ frøðingar yvirhøvur eru samdir um, at Italia nýtti ólógligar argentinskar spæl­ arar, og at Kekkoslovakia er tann sanni HM­vinnarin í 1934. Men tað hevur ong­ antíð eydnast at vinna frama fyri hesum í FIFA­høpi. Doyði ungur Hóast nógvar áheitanir, so noktaði Mathias Sindelar at spæla á felags stórtýska landsliðnum hjá Triðja Ríki­ num. Sindelar royndi al­ ment at skylda uppá tann høga fótbóltsaldurin – hann var 35 ár í 1938 ­ og at hann stríddist við skaðar. Men tey nærmastu vistu, at hann snøgt sagt ikki tímdi ella vildi spæla fyri Triðja Rík­ ið. Nazistarnir vóru ikki glaðir fyri avboðið hjá Sindelar. Í 1938 tók Týsk­ land lut í HM­endaspælinum í Fraklandi, og var tað eitt stórt afturstig fyri týsku æruna, at fótbóltslandsliðið reyk út longu í innleiðandi umfarinum, aftaná at hava tapt 2­4 ímóti Sveis. 23. januar í 1939 vóru Mathias Sindelar og italska unnust­ an, Camilla Castagnola funnin deyð í íbúðini hjá Sindelar í Wien. Almenna deyðsorsøkin var, at tey vóru eitrað av koliltu. Men nógv verður gitt um deyða Sindelars. Summi meta, at hann var myrdur av nazist­ unum, onnur meta, at hann gjørdi sjálvmorð, tí hann toldi ikki tað ótolandi trýst­ ið, sum hann var undir. Onn­ ur meta, at talan var um ein gasleka í íbúðini, sum tók lívið av Sindelar og Castag­ nola. Egon Ulbrich, sum var ein av bestu vinmonnun­ um hjá Sindelar hevur kort­ ini fortalt, at ein lokalur embætismaður var mutraður til at skriva deyða Sindelars niður, sum eitt óhapp, so at Sindelar kundi fáa eina almenna jarðarferð og eina heiðursgrøv. Sjálvt um full vissa ikki er fingin fyri deyðsorsøkini hjá Mathias Sindelar, so er breið semja um, at hann var undir stýr­ um trýsti frá nazistunum, tí hann noktaði at spæla á stór­ týska fótbóltslandsliðnum. Um aldarskiftið valdu eyst­ urríkarar Mathias Sindelar, sum aldarinnar ítróttarmann í Eysturríki, og sjálvsagt eis­ ini til aldarinnar fótbólts­ spælara. Í yvirlitinum yvir bestu fótbóltsspælarnar í 20. øld meta fótbóltsserfrøð­ ingar Sindelar at verða nr. 22 í øllum Heiminum. Søg­ an hjá Mathias Sindelar er enn eitt dømi um, at fót­ bóltur er so nógv meiri, enn bara fótbóltur. Óvist hvør byrjar inni hjá Svøríki Tann sáttligi og siðiligi svenski landsliðsvenjarin, Lars Lagerbäck heldur kortini tætt inn at sær. Svenskir fjølmiðlar gita dúgliga hvørjir 11 fara at byrja inni hjá Svøríki, men tað verður ikki fyrr enn seinni í dag, at Lagerbäck fer at avdúka byrjunnaruppstillingina hjá Svenska liðnum. Lagerbäck hevur tikið persónliga avgerð um hvørjir byrja inni, men hann vil halda svenska fótbóltsalmenninginum á pínubeinkinum til tað síðsta. ­Um einki óvæntað hendir undir venjing, so havi eg teir fyrstu 11 klárar á pappírinum. Nógv veldst um hvørjum formi spælarnir eru í, og ein má eisini meta tað í mun til styrkirnar hjá tí grikska liðnum. Men høvuðssøkin er hvussu vit vilja spæla sjálvir, og hvat vit halda er týdningarmest at fremja á vøllinum. Fyri at taka eitt dømi, so eru grikkar sera sterkir í luftspælinum, og við deyðbóltsstøður. Tað er eisini ein lutur, ein má hava í huga, tá ein velur hvørjir 11 skulu byrja inni á liðnum. Sigur Lars Lagerbäck við Expressen. Spanskt álit Spanski landsliðsvenjarin, Luis Aragones hevur fult álit á, at álops­ spælarnir hjá honum hava nóg mikið av krúti í fótbóltsstyvlunum til at søkka Russlandi í dystinum, sum byrjar í Innsbruck klokkan 17. Hóast Spania hevur so góðar álopsspælarar sum Fernando Torres og David Villa, so hevur Spania bara einaferð í teimum síðstu fimm dystunum skorað meir enn eitt mál. ­ Um vit allir arbeiða hart, so er tað eingin orsøk at halda, at vit fara tapa dystin. Villa og Torres eru ógvuliga skjótir, og teir duga at skjóta mál. Tað kemur neyvan fyri, at Spania spælir ein dyst uttan at skora mál. sigur Luis Aragones. Spania hevur einki vunnið, síðani teir vunnu EM í 1964, og tí er rættiliga stórt trýst á Aragones at koma heim aftur við einum góðum úrsliti. Mathias Sindelar (1903-1939): »Mozart« á fótbóltsvøllinum Hóast aldurin var farin at merkjast, so hildu tey fægstu, at hetta var orsøkin, tá Sindelar ikki vildi spæla fyri stórtýska ríkið Mynd: Polfoto Mathias Sindelar varð av samtíð sínari róptur fyri Mozart á fótbóltsvøllinum