Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-10, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. juni 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 [ Nr. 109 - 10. juni 2008 ] Við sigrinum á B68 er EB/Streymur nú sjey stig undan næstu liðunum, og sum formbarometrini sveiggja tykist spurningurin vera, hvør kann nerta sundalagsmenn Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Góða gongdin hjá B68 steðgaði við eitt brak, tá teir í gjárkvøldið tóku ímóti oddaliðnum, EB/Streymi. Og sum so var ikki tað stóra, sum toftamenn kundu seta fingurin á, tá alt kom til alt. Gaman í hevði B68 í longum løtum av dystinum bóltin fult so nógv, sum mótstøðan hevði tað, men tað gekk tó munandi skjótari fyri seg, tá EB/Streymur søkti at heimamálinum. Arnbjørn ajour Sum ikki einaferð, so var Arnbjørn Hansen stóra hóttanin móti mótstøðuni. Og við tveimum málum eydnaðist honum at koma ajour aftur, soleiðis at hann aftur hevur eitt meðaltal upp á eitt mál fyri dystin. Ávaringarnar vórðu longu sendar, tá Arnbjørn hevði stútað á tvørtræið tíðliga í dystinum, og eftir lítlum korteri var vandamikli maður hægstur eftir hornaspark, soleiðis at bólturin varð beindur í meskarnar. Støðugt royndi EB/Streymur at søkja meira at málinum hjá B68, sum eisini uttan stórvegis hepni royndi at svara aftur. Men tað var ikki fyrr enn eftir steðgin, at dysturin varð punkteraður. Aftur var tað Arnbjørn, sum var á rætta staðnum, tá hann við høvdinum stýrdi bóltinum inn um handara stólpa, og tá Bárður Olsen lítlan seinni økti við dundurskoti, var púrasta leyst og liðugt. Myndamaðurin útihýstur Fyri okkum her á blaðnum – og kanska eisini fyri lesaran – var tó spell, at myndamaður okkara ikki fekk atgongd til dystin. Eitt total-forboð móti gratistum tykist vera sett í verk á Toftum, og tað bar við sær, at hvørki bilur ella myndamaður hjá Sosialinum slapp inn á Stadion-økið uttan at gjalda. So hesa ferð má lesarin vera myndina fyriuttan. Rangstøða Knud Erik Fisker, sum í fleiri ár var eitt av altjóða donsku dómaraumboðunum, er als ikki samdur við Claus Bo Lars- en, tá tosað verður um Ruud-málið .- Eg hevði við 100% vissu dømt rangstøðu. Og tað vóni eg so sanniliga eisini, at hjálpardómarin hjá mær hevði gjørt. Italiumaðurin rennur saman við sín egna málverja, og harvið verður hann – uttan at vilja tað – settur uttan fyri spælið. Hann verður jú eisini liggjandi uttan at hava nakra sum helst ávirkan, so eg eri als ikki í iva um, at talan var um rangstøðu, sigur Knud Erik Fisker við Ekstra-Bladet. Ikki rangstøða Danskir dómarar eru ósamdir á máli, tá tosið fellur á leiðslumálið, sum Ruud van Nistelrooy skoraði móti Italia í gjár. Í upptaktini til málið rendi italskur verju- spælari seg í málverjan, og endaði tí aftan fyri baklinjuna. Men hjálpardómarin í dystinum metti tó ikki, at spælarin við hesum var uttan fyri spælið. Og hesum er danski Claus Bo Larsen púrasta samdur í. – Tað er sera einfalt. Um tú ikki ert skaddur og við dómarans loyvi er farin av vøllinum, so ert tú í spælstøðu, og tí var málið í lagi, sigur Claus Bo Larsen við Ekstra-Bladet. EB/Streymur B68 B68-EB/Streymur 0-3 (0-1): Tvey umfør undan restini B68-EB/Streymur 0-3 (0-1) 0-1: Arnbjørn T. Hansen, 14. 0-2: Arnbjørn T. Hansen, 51. 0-3: Bárður Olsen, 53. Dómari: Eiler Rasmussen B68: Vlada Filipovic – Kristian Anthon Andreasen, Niklas Poulsen, Arnbjørn Danielsen, Øssur Hansen – Jóan Símun Edmundsson (Emil Olsen, 63.), Jann Ingi Petersen, Ndende, André Olsen (Jonleif Højgaard, 63.), Keita – Jacob Bymar Gult kort: eingin EB/Streymur: René Tórgarð – Levi Hanssen (Fróði Cle- mentsen, 67.), Egil á Bø, Marni Djurhuus, Leif Niclasen – Hanus Eliasen (Tonny Kruse, 83.), Brian Olsen, Bárður Olsen, Hans Pauli Samuelsen – Arnbjørn T. Hansen (Marcel Balog, 78.), Sorin Anghel Gult kort: eingin FAKTA um dystin Dómarabókin Feløg GK RK Stig ÍF 25 3 34 B71 19 3 28 B36 19 1 22 Víkingur 22 0 22 KÍ 16 1 19 Skála 19 0 19 B68 17 0 17 HB 13 1 16 EB/S 12 1 15 NSÍ 15 0 15 Spælarar Símin Hansen B71 1 2 7 Alexander Jovevic ÍF 0 2 6 Hans Jørgen Djurhuus Víkingur 6 0 6 Balazs Sinko ÍF 2 1 5 Vali Miela Skála 5 0 5 Hanus Thorleifsson B36 1 1 4 Wellington Soares B71 1 1 4 Fróði Benjaminsen HB 1 1 4 Rodrigo KÍ 1 1 4 Gudmund Nielsen B71 4 0 4 Bartal Eliasen ÍF 4 0 4 Høgni Madsen ÍF 4 0 4 Pætur Dam Jacobsen Skála 4 0 4 Atli Gregersen Víkingur 4 0 4 Magnus Skoralíð Víkingur 4 0 4 Í yvirlitinum telur gult kort 1 stig. Reytt kort telur 3 stig Máltindarnir Formula-deildin Arnbjørn Hansen EB/S 10 Christian Høgni Jacobsen HB 7 Andrew av Fløtum HB 6 Hans Pauli Samuelsen EB/S 5 Rodrigo KÍ 5 Andreas Lava Olsen Víkingur 5 Karoly Potemkin B36 4 Bartal Eliasen ÍF 4 Bergur Midjord B36 3 Jann Ingi Petersen B68 3 Bárður Olsen EB/S 3 Sasa Jovanovic ÍF 3 Hjalgrím Elttør NSÍ 3 Jónhard Fredriksberg NSÍ 3 Óli Hansen NSÍ 3 Øssur Dalbúð NSÍ 3 Obele Okeke Onyebuchi Skála 3 Besti málskjúttin í Formula-deildini fær eftir kappingarárið gylta skógvin frá Thomas Dam Ítrótti Formula-deildin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 EB/S 10 8 - 2 - 0 24 8 16 26 2 HB 10 5 - 4 - 1 22 8 14 19 3 B36 10 5 - 4 - 1 14 5 9 19 4 NSÍ 10 4 - 3 - 3 14 13 1 15 5 Víkingur 10 3 - 3 - 4 16 14 2 12 6 KÍ 10 2 - 5 - 3 13 17 -4 11 7 B68 10 3 - 2 - 5 8 15 -7 11 8 ÍF 10 3 - 1 - 6 14 22 -8 10 9 Skála 10 1 - 4 - 5 7 18 -11 7 10 B71 10 1 - 2 - 7 10 22 -12 5