Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-10, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. juni 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 109 - 10. juni 2008 21 SJÓNVARP Nógv verður gjørt burturúr, nú EM í Eysturríki fer av bakkastokki 7. juni. Eftir øllum at døma fer ein stór mongd av fólki at sita klistrað til sjónvarpið hesar næstu vikurnar fyri at síggja, hvussu leikur fer fram í hesi sera vælumtóktu kapping. Fleiri fótbóltsáhug­ að spyrja óivað, hvussu tey kunnu fáa ta bestu myndina og tað besta ljóðið. ­ Ynskir tú at fáa bestu mynda góðskuna til EM, er HD heilt víst tað rætta. Eitt nú fært tú 720 ella 1080 linjur við einum HD signali. Hetta ger, at tú við einum HD signali fleirfaldar talið av pixel, og á hendan hátt fært eina mynd, ið er klárari, neyvari, djúpari og fær fram allar hugsandi litir, ið tú ikki hevur upplivað áður, sigur Jógvan Skorheim, ið til dagligur handilsleiðari hjá EL­IN í Klaksvík. Fyri at síggja HD er krav­ ið til brúkaran, at sjónvarpið kann taka ímóti HD. Hetta er merkt á sjónvarpinum við merkinum HD­Ready. Eisini skal móttakarin vera HD og sjálvandi eisini leidn­ ingurin sum gongur millum sjónvarpið og móttakaran skal vera ein HDMI leidn­ ingur. Í løtuni er tað einans Canal Digital, ið kann veita HD signal til brúkarar í Før­ oyum, og tí er eisini neyðugt við eini parabolskál. Men so ert tú eisini klárur til at síggja fótbólt undir bestu fortreytum. Ein annar fyrimunur við HD signali er, at tú ikki einans fært eina framúr mynd, men eisini betur ljóð. Um tú setur eitt Dolby Digital 5.1 surround anlegg til móttakaran, er tað sum um at sita saman við 60.000 áskoðarum og heppa á títt lið niðri í Eysturríki. Tá er tað líka við at tú luktar sveittan á spælarunum. ­ Lat meg líka undirstrika, at tað er altso ikki er nokk bara at hava eitt HD­Ready sjónvarp fyri at síggja film­ ar og fótbólt í HD góðsku. Tað eru fleiri, ið ikki vita hetta, ella eru blivin kunnaði um tað. HD signalið er heilt víst nakað, ið vindur upp á seg, og fleiri og fleiri rásir velja at senda í hesi fantast­ isku góðsku. Hetta er mítt boð til tað besta EM upp­ livilsið nakrantíð hjá øllum føroyingum, ið ikki hava møguleika fyri at taka leið­ ina til Eysturríki, segði Jógvan Skorheim at enda. EM í bestu góðsku Jógvan Skorheim er dagligur handilsleiðari hjá EL-IN í Klaksvíka Hesi størv verða lýst leys til setanar: • 7 lærarar í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2008/2009 fyri lærarar í farloyvi, lækkað tímatal, serligan tørv og avlopstímar • 1 lærara í tíðaravmarkað parttíðarstarv, uml. 15 t/v – serligur tørvur. Endaliga tímatal ásett 1. sept. 2008 • 2 stuðlar í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2008/2009. Størvini eru ávikavist 26 og 20 t/v. Stuðulin er til næmingar við sjúkugreiningini autismu og fjølbrek. • 1 starv fyri lærara í barnsburðarfarloyvi frá 1. aug. 2008 til 1. mars. 2009 Søkt verður eftir lærarum og stuðlum sum • undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans • duga at samstarva og eru opin fyri nýggjum hugsanum • eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum • eru stundisligir og nærlagdir • tola broytingar í dagliga arbeiðinum t.d. nú ný- og útbyggingar eru í gongd. Lærararnir, ið settir verða, skulu hava førleika at átaka sær eina ella fleiri av hesum lærugreinum: ítrótt (gentur/ dreingir), byrjunarundirvísing í føroyskum, søga, danskt, byrjunnarundirvísing í rokning og undirvísing av næmingum við autismu, skal eisini kunna átakað sær flokslærarauppgávur í innskúlingini. Førleikakrøv: • Tey, ið verða sett í lærarastørvini, skulu hava læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi førleika í nevndu lærugreinum og lærugreinaøkjum. • Tey, ið sett verða í starv sum stuðlar, skulu hava útbúgving sum námsfrøðingar ella samsvarandi førleika. Lønar- og setanartreytir: Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, ið settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Lærarastørvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmála- ráðið í lønarflokkunum 18.1 – 29.2. Størvini sum stuðlar verða lønt sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Umsóknir við c.v. og ljósriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi hósdagin 19. juni 2008 kl. 12. Kunning um størvini fæst við at ringja til Símin Petur Hjelm, skúlastjóra, á tlf. nr. 218373. Eisini ber til at senda teldupost til skúlastjóran simin.petur.hjelm@skulin.fo Skúlin við Ósánna hevur komandi skúlaár umleið 330 næmingar í 16 flokkum og 1 serflokki, umframt Skúlan í Árnafirði og Skúlan við Garðavegin. Við skúlan starvast 30 lærarar, 2 stuðlar, 1 skrivstovufólk, 1 húsavørður og uml. 11 reingerðingarfólk Lærarastørv og størv sum stuðul SkúLin við ÓSánna