týsdagur 10. juni 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 109 - 10. juni 2008
Vinnan
Vinnutíðindi í Sosialinum fast hvønn týsdag
– eisini aðrar dagar
Samanlagda Statoil
Hydro telist millum
heimsins størstu
oljufeløg, og tað fer
nú undir eina sera
umfatandi seismiska
kanningarætlan á
føroyska landgrunn
inum, norðarlaga
við markið. Rúni M.
Hansen, stjóri dylur
ikki fyri, at eydnast
seismikkurin væl, so
kann hetta enda við,
at teir fara at bora
ein brunn. Tá verða
so helst eisini onnur
oljufeløg boðin at
vera við
Oljuleiting
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Rúni M. Hansen, stjóri hjá
StatoilHydro í Føroyum
váttar, at samanlagda felag
ið júst hevur fingið longt
loyvi 11, sum er tað loyvið,
ið liggur longst norðaliga á
landgrunninum. Statoil hev
ur skotið nakað av 2D seis
mikki í hesum loyvinum
fyrr, og felagið heldur, at
økið er so mikið áhugavert,
at nú verður meira fram
komin 3D seismikkur skot
in. Hetta er fyrstu ferð, at
tað
samanlagda
Statoil
Hydro ger eina beinleiðis
operatión í Føroyum.
Úrslitið av hesum arbeiði
fyriliggur helst ikki fyrr
enn um eitt ár ella so. Rúni
M. Hansen sigur, at hepnast
seismikkurin væl, so fer
StatoilHydro at umhugsa at
selja part av loyvinum til
onnur oljufeløg, fyri harvið
at spjaða váðan, um so er at
farið verður at bora.
Statoil hevur gjørt avtalu
við seismikkfelagið West
ern Geco og verður eitt av
tess
flaggskipum,
Geco
Eagle brúkt til arbeiðið.
Skipið er nærum 100 metrar
langt. Verður veðrið til vild
ar rokna tey við, at skipið
verður á føroyskum øki í
einar tveir mánaðir í summ
ar. So sjálvt eftir eina heldur
ivasama BP boring verður
framvegis stórt virksemi á
landgrunninum
í
næstu
framtíð. Í fyrstu syftu seis
mikkur, sum tó er mest týð
andi metingargrundarlagið
undan eini boring.
Duritaprospektið
Statoil fekk loyvi 11 í aðru
útbjóðing og umsitur tað
100%. Hetta er annars júst
tað økið, sum eisini av øðr
um oljufeløgum og jarðfrøð
ingum hevur verið mett at
vera eitt tað kanska mest
áhugaverda. Tað var táver
andi leiðandi jarðfrøðing
urin hjá Saga Petroleum,
Terje Hagevang, sum í dag
arbeiðir hjá Geysir, ið sam
starvar við Atlantic Petrol
um á landgrunninum, sum
úttalaði seg til Sosialin, at
øki 11 goymir kanska tað
mest áhugaverda og størsta
prospektið, nevnt Durita á
landgrunninum.
Geysir
søkti um hetta saman við
Atlantic Petrolum í 2.
útbjóðing, men tað var Stat
oil, sum fór við loyvinum.
Nú hava hesi feløg eins og
onnur so møguleikan at
keypa seg inn í loyvi, um
og tá StatoilHydro ger av,
StatoilHydro
herja á aftur á
landgrunninum
Geco Eagle, sum er eitt av
teimum mest framkomnu
seismikkskipunum fer
í einar tveir mánaðir í
summar at skjóta seismikk á
landgrunninum
Mynd StatoilHydro.