týsdagur 10. juni 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
vinnan
Nr. 109 - 10. juni 2008
Tað verða helst
boraðir tveir brunnar
á landgrunninum
komandi ár. Umframt
brunn hjá ENI fer
Chevron eftir øllum
at døma eisini at
bora ein brunn.
Hesin verður tætt
upp at markinum,
nærhendis stóra
Rosebankfundinum
hinumegin markið,
sum Chevron hevur
ætlanir um at byggja
út
Oljuleiting
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Síðani BP dró ”svart” á
Williamleiðini fyrr í ár hava
øll eygu í oljuverðini verið
vend
móti
tí
komandi
sjeyndu boringini á land
grunninum, nevniliga henni
hjá italska oljufelagnum
ENI. Brunnurin á Anne
Marie leiðini verður bor
aður í apríl næsta ár. Nú
bendir alt á, at enn ein
boring verður á føroyska
landgrunninum í 2009. Tað
er amerikanska oljufelagið
Chevron, sum tað skilst frá
álítandi keldum í Aberdeen,
ið longu er farið at fyrireika
at bora ein brunn í loyvi
008, ið liggur upp at marki
num. Tað ljóðar, at Chevron
so smátt er farið undir at
spyrja um tænastuveitingar
til sína fyrstu boring í
føroyskum øki nakrantíð.
Felagið fekk tillutað hetta
loyvi í 2. útbjóðing saman
við Statoil, Dong og OMV.
Ein høvuðsorsøk til at
Chevron saman við partnar
um sínum er farið at leggja
eina boring til rættis er sera
góðu úrslitini av avmark
ingarbrunnum á Rosebank
fundinum í bretskum øki
beint hinumegin markið.
Portalurin veit frá góðum
keldum, at úrslitini av teim
um seinastu avmarkingar
brunnunum á Rosebank
kelduni hava verið so mikið
góð, at ein útbygging til
framleiðslu nú liggur á
tekniborðinum.
Hetta
er
helst
eisini
orsøkin til, at Chevron
ynskir at seta borin í sítt
loyvi føroysku megin mark
ið. Tað hevur verið frammi
áður, at keldan á Rosebank
leiðini kann halda fram inn
á føroyskt øki. Kanningar
vísa í hvussu er, at talan er
um sera meinlík jarðfrøðilig
viðurskifti báðumegin mark
ið.
Vanliga tekur upp til eini
35 ár at fremja eina útbygg
ingarætlan, so skuldi Chev
ron verið so heppið at funn
ið olju føroysku megin
markið eisini, so kunnu vit
ímynda okkum, at ein
útbyggingarætlan fer av
fevna um økini báðumegin
markið. Gongst væl skriva
vit 2012 til 2015, tá verulig
oljuframleiðsla kann gerast
veruleiki í hesum økinum.
Chevronsamtakið
hevur
longu skotið nógv av seis
mikki í føroyska loyvinum
008. So við teimum góðu
úrslitunum í grannalagnum,
Rosebank, kundi mangt
bent á, at felagið er meira
ella minni til reiðar at fara
undir at fyrireika boring í
næsta ár, soleiðis at hon
kann gerast ein náttúrligur
liður í allari menningini
kring Rosebank og Súluna,
sum er prospektið føroysku
megin markið.
Rúni M. Hansen, stjóri í
StatoilHydro í Føroyum
sigur, at sannlíkið fyri, at
Chevronsamtakið,
har
StatoilHydro eigur 30%,
fer at bora er rættiliga stórt.
Men enn er endalig avgerð
ikki tikin.
Transocean Rather, sum boraði
avmarkingarbrunnar fyri Chevron á
Rosebankleiðini í fjør, rakti við olju
og gass.
Helst tveir
brunnar í 2009
um tað fer at bora. Tí er
greitt, at mong altjóða
oljufeløg fylgja sera væl
við teimum seismisku kann
ingunum, sum fara í gongd
í juni.
Rúni M. Hansen ynskir
ikki at upplýsa, hvussu
nógv seismiska kanningin
teir fara í gongd við kostar.
Men Portalurin veit frá
keldum í seismikkumhvørv
inum í Stavanger, at ein slík
víttfevnandi 3D kanning
kostar upp ímóti 200 mill.
kr. Hesi tølini tala so fyri, at
StatoilHydro sær framvegis
møguleikar í Føroyum.
Risastórt felag
Annars skulu vit nú til at
venja okkum til nýggja
navnið, nevniliga Statoil
Hydro. Hetta er so fyrstu
ferð, at tað samanlagda
felagið
ger
nakað
á
føroyskum øki. Sammett
við onnur oljufeløg er Stat
oilHydro vorið eitt rættiliga
stórt felag í altjóða høpi.
Hetta samanlagda felagið
er rættuliga stórt eftirhond
ini. Felagið er heimsins
størsta
fyristøðufelag
á
djúpum
vatni.
Umleið
30.000 fólk arbeiða í felag
num í 40 londum. Tað fram
leiðir umleið 1,7 millionir
tunnur um dagin og hevur
eitt marknadarvirði uppá
umleið 600 milliardir kr.
Uppá fyrispurning um
ikki henda samanleggingin
fer at gera, at StatoilHydro
verður enn betri ført fyri at
brynja seg út til leiting við
Føroyar sigur Rúni M.
Hansen, at felagið síðani
samanleggingina
stendur
nógv sterkari. Alla staðni
kring heimin verður nógv
orka brúkt uppá oljuleiting
og har fer StatoilHydro at
standa rættiliga sterkt í tí
kappingini. Alt veldst so
um, hvussu áhugaverd jarð
frøðin sær út. Komandi
seismisku kanningarnar eru
so ein liður í at fáa hesa
neyðugu vitan sigur Statoil
Hydro stjórin.
Vit síggja loyvini, sum eru latin á landgrunninum. Pílur 1 vísir loyvi 011, sum
StatoilHydro enn stendur einsamalt fyri. Tað er her seismiskar kanningar
verða gjørdar í summar. Pílur 2 vísir loyvi 008, har Chevron er fyristøðufelag.
StatoilHydro eigur 30% av hesum loyvinum. Sosialurin skilur, at tað er nærum
heilt vist, at Chevron fer at bora her í Súluprospektinum í 2009. Pílur 3 vísir
loyvi 005, sum ENI stendur fyri. Har er avgjørt at bora Anne Marie prospektið í
2009. Fara vit so yvir um markið til píl nr. 4, so finna vit Cambooljufundið, sum
verður mett at vera rakstrarverdugt. Og fara vit so longur norðureftir finna vit
píl nr. 5, sum vísir Rosebankfundið. Áhugavert er at leggja til merkis, at teir báðir
brunnarnir, sum verða boraðir á landgrunninum í 2009 (2 og 3) liggja heilt tætt
upp at stórum oljufundum, sum eru gjørd bretsku megin markið (4 og 5).