Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-10, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. juni 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 tíðindi Nr. 109 - 10. juni 2008 Fleiri av panellut­t­ak­ arunum róðu upp und­ir, at­ gongugøt­an, frá Vaglinum niðan t­il ljós­kurvarnar, eigur at­ geras­t­ bilfrít­t­ øki fy­ri at­ fáa lív í aft­ur miðbý­in. Het­t­a var pers­ónliga meiningin hjá borgars­t­jóranum, og Gilli Trónd­ fór víðari og mælt­i t­il, at­ by­gd­ vórðu park­ erings­hús­ mit­t­ inni í miðbý­num MIÐBÝURIN Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eitt stúgvandi fult Miðlahús var karmurin um ein kjak­ fund um miðbýin í Havn. Startskotið til fundin var ein klumma, sum Rigmor Dam, blaðkvinna á Sosiali­ num hevði í einum viku­ skiftisinnleggi, og sum hon læs upp at byrja við. Tó eft­ ir, at Simme heilt spontant hevði framført ein sang um júst Havnina. Heðin Mortensen, borgar­ stjóri, var hin fyrsti í paneli­ num, sum fekk orðið. Hann viðgekk, at miðbýurin er mest sum steindeyður. Hin­ vegin vísti hann á, at upp­ gávan hjá býráðnum er at skapa karmarnar. Í klummu síni fanst Rig­ mor Dam at nýggju brúgva­ steinunum, sum eru lagdir á Áarvegin, men Heðin Mortensen segði, at neyðugt var við hesum slagi av stein­ um, tí einki annað heldur. ­ Av tí at bilar koyra í gongugøtuni, er tað einki annað, sum heldur, segði Heðin Mortensen. Hann helt annars, at býráðið hevði gjørt sítt til at hugna um við Speakers Corner og Tinghúsgarðin­ um. Men eitt er neyðugt, skal veruligt lív koma aftur í miðbýin. ­ Gongugøtan má gerast bilfrí. Hetta er mín persón­ liga meining, tí tað eru yms­ ar meiningar um tað í býráð­ num, segði Heðin Morten­ sen. Hann segði, at roynt verð­ ur at gera Tórsgøtu til eina mentanargøtu. Við Miðla­ húsinum, Gamla Reinsaríi, Margarinfabrikkini og Leik­ húsinum Gríma. Ætlanin er at gera eitt torg við borðum og stólum millum Miðlahúsið og Gam­ la Reinsarí, har fólk kunnu hugna sær. Og so skulu vit nú til at taka støðu til, um tað skal verða gangandi ella koyrandi út Undir Bakka, segði Heðin Mortensen. Í dag er veruliga handils­ gøtan í býnum Dr. Jacob­ sensgøta. ­ Býráðið hevur broytt byggisamtyktina, so byggj­ ast kann hægri nú, segði Heðin Mortensen. Smátt er gott Ingigerð á Trøðni, leiðari av Kunningarstovuni í Havn, fekk síðani orðið. Miðbýurin er gamli býurin, har øll koma og øll fara úr aftur. ­ Samstundis, sum vit ynskja at varðveita býin, sum hann var, vilja vit sam­ stundis hava ein nútímans miðbý, segði Ingigerð á Trøðni. Gongugøturnar og handilslívið er kjarnin í býn­ um, men Áarvegur og Niels Finsensgøta er ikki nøkur lívlig handilsgøta. Eisini hon metti, at Dr. Jacobsens­ gøta er veruliga handils­ gøtan í býnum í løtuni. Hon róði eisini upp undir, at mið­ býurin gjørdist bilfríur. ­ Snuskutar húsafasadur og óendalig vegarbeiði eru ikki júst innbjóðandi fyri miðbýin. Hann manglar handlar, og bakarin er held­ ur ikki her longur, segði Ingigerð á Trøðni. Hon hevur eina greiða definitión upp á, hvar sjarm­ in við miðbýnum er. Miðbýurin er steindey Sjálvt um miðbýurin er steindeyður, so er lív í 76 ára gamla Simma Jacobsen, sum endaði kjakkvøldið um miðbýin í gjárkvøldið í Miðlahúsinum við at tríva í »Eitt sunnukvøld í plantasjuni« Tveir at pallborðslutakarunum um miðbýin vóru, Gilli Trond og Elin Heinesen