Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-10, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. juni 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindi Nr. 109 - 10. juni 2008 - Sjarmin eru smáu, kró- kutu gøturnar og smáu, ólí- ku handlarnir, segði Ingigerð á Trøðni. Gongubreytin er vorðin so breið, at bilførarnir ivast í, hvørju megin teir skulu koyra. Og so hevði Ingigerð eini góð ráð til handlarnar í mið- býnum: - Tað er umráðandi, at øll samstarva í miðbýnum, segði hon. Einki fær frið Tað var Guðrun Ludvig frá Guðrun & Guðrun, sum umboðaði handilslívið. Hon segði, at hon hevði ver- ið ógvuliga fegin fyri tað hálvtannað árið, tær báðar høvdu verið í gongugøtuni. Tær fluttu annars í gongu- gøtuna í eini tíð, har handlar fluttu úr henni og niðan í SMS. - Sum handilsrekandi ræður tað um at gera tað innbjóðandei fyri kundan at koma inn í handilin, fyrst og fremst við at gera nógv burtur úr sýnisgluggunum, segði Guðrun Ludvig. Annars vísti hon á, at Tinghúsgarðurin átti at ver- ið nógv meiri nýttur. - Har kundu verið sølu- básar av ymsum slag. Til dømis kundu vit bjóða hand- lum av bygd at komi í Ting- húsgarðin at bjóða sínar vørur fram einaferð inn ímillum. Ella antikvitetir av ymsum slag kundu verið seldir har, skjeyt Guðrun Ludvig upp. Somuleiðis helt hon, at tinghúsið átti at verið opið fyri almenninginum, serliga nú tingið kortini er í sum- marfrí. - Eitt annað hugskot kun- di verið, nú fleiri hava nevnt nógva regnið, at øll høli í miðbýnum kundu havt eitt stativ við regnskjólum, har miðbýurin stóð á, og so kun- du fólk lánt eitt regnskjól og levera tað aftur næsta stað tey skuldu í miðbýnum, segði Guðrun Ludvig. Og helt hon, at tað hevði tikið seg væl út við blómu- kassum í gongugøtuni, men tað fekk ikki undirtøku. - Eg haldi, at hetta man vera einasti høvuðsstaður í heiminum, har ein blómu- kassi ikki fær frið at standa. Tað fekk eg sjálv at kenna, tá eg ikki lukkaðist at taka blómukassan inn í tøkum tíma, segði Guðrun Ludvig millum annað í sínum inn- leggi. Gerið parkeringshús Næstir at fáa orðið, var Gil- li Trónd, býarfrøðingur. Hann hugleiddi eitt sindur um hetta, at gera »a space to a place« - at gera eitt øki til eitt stað. - Hvar hava vit tey inklu- sivu støðini, spurdi hann, og vísti til, at eitt inklusivt stað er eitt innbjóðandi stað. Eitt stað, sum er multi- funktionelt við blandaðum aktivitetum. - Eg haldi, at tað er rætti- liga sigandi, at ráðhústorgið er eitt parkeringspláss. Har hava vit eitt fínt øki millum Sjómansheimið og gamla Posthúsið, har tað saktans kundi verið bygt eitt parker- ingshús í trimum hæddum, har tú av ovastu hædd gekk beint inn á ráðhústorgið, segði Gilli Trónd. Somuleiðis hevði borið til at bygt eitt parkeringshús longur uppi í Niels Finsens- gøtu, so fólk fingu parkera mitt inni í býnum, og gingið meiri ella minni inni til han- dils í miðbýnum. - Vit mugu bara ásanna, at tað er ov langt at fara niðan á Glasheygg ella út á Skálatrøð at parkera. Tað tíma fólk snøgt sagt ikki, segði Gilli Trónd. Elin Heinesen, stjóri í Samvit, tosaði í mun til hini ikki so nógv um karmarnar og tað fysiska í miðbýnum, men hugleiddi heldur eitt sindur um, hvør tað er, sum skal fylla karmarnar út. - Hvør er tað, sum livir og býr og arbeiðir í miðbýn- um, spurdi hon, og gav sjálv svarið: Tað eru tey skapandi fólkini, sum eru eitt ógvuliga eftirspurt fólkaslag í dag. - Tað finnast trý sløg av kreativum fólki: tey, sum eru tøkniliga kreativ, tey, sum eru listarliga kreativ og tey, sum eru sosialt krea- tiv. Øll hava tey virðini í felag, men annars eru tey ymisk sum individualistar, segði Elin Heinesen. Hon segði eisini, at tað eru býir úti í heimi, sum kappast fyri at fáa hesi krea- tivu fólkini til sín, tí arbeiði fylgir eftir teimum. Og tí er tað umráðandi fyri Havnina at fáa fatur á hesum fólku- num. - Tað er neyðugt, at skapa rætta umhvørvi fyri hesi fólkini, og tað er umráðandi við fleksibilliteti, segði Elin Heinesen. Nýggj býarskipan Stjórin í SamVit segði, at tað er av stórum týdningi, at skapa støð við fjølbroytni og fleksibiliteti, so tey krea- tivu fólkini kundu laga sína tíð sum tey vildu. Arbeiddu tá tey vildu, keyptu inn, tá tey vildu og fingu síni børn ansað, tá tey vildu. - Men tað er kreativitetur- in, sum er avgerandi, og hann fer í síðsta enda at vísa seg aftur sum avlop á gjaldsjavnanum, segði Elin Heinesen. Síðstur at fáa orðið, var Albert Isfeldt, arkitektur, sum var heldur seinur av tí hann hevði verið í Suðuroy, og Smyril er ikki á Havnini aftur fyrr enn um hálvgum níggjutíðina. Hann legði fyri við at siga, at tá hann vaks upp, búðu 6.000 fólk í Havnini, nú eru tey um 20.000 í kommununi. - Býurin veksur, men er stórt sæð einki broyttur frá Kongabrúnni niðan í Gunda- dal. Okkurt hissini hús er bygt, men har má eg siga, at býráðið hevur sovið í tím- anum, segði Albert Isfeldt. Hann segði, at tað var eitt lítið sindur av lívi í um átta- tíðina á morgni, tá fólk koyr- du børnini í skúla, og hann sjálvur var í postboksini, men eftir klokkan níggju var steindeytt til klokkan fýra, tá fólk fóru til hand- ils. - Ein so steindeyður býur má virka undarligur upp á ferðafólk, helt Albert Isfeldt. Ein heilur aldursbólkur manglar, tí stórur partur av ungdóminum er uttanlands í lestrarørindum. - Eisini her hava vit før- sømt ungdómin við at gloy- ma at byggja skúlar til hann, segði Albdert Isfeldt. Hann helt, at tað er ein fínur tanki, at fólk búgva í miðbýnum, men óttaðist fyri, at talan fór at verða um ríkfólk við ongum børn- um, og tá var so lítið vunnið. Men hann hevði loysnina til, hvat gerast skuldi. - Tað er neyðugt at gera eina spildurnýggja býarskip- an heilt frá Kongabrúnni og niðan í Gundadal, segði Albert Isfeldt. Eftir innleggini frá panel- luttakarunum var eitt lívligt orðaskifti, sum lesast kann meiri um á øðrum síðum í blaðnum. yður Ómetaliga stórur áhugi fyri kjakfundinum um evnið »Hvussu fæst lív aftur í miðbýin«, sum Miðlahúsið skipaði fyri Albert Isfeld, arkitektur, hevur greiðar meiningar um, hvussu lív aftur kann fáast í miðbýin í Havn Heðin Mortensen, borgarstjóri, var eisini millum pallborðsluttakararnar, sum viðgjørdu miðbýin Leygardagin 14. juni klokkan 14 sendir Rás2 kjakið úr Miðlahúsinum í gjárkvøldið, um hvussu lív fæst aftur í miðbýin í Havn