Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-10, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. juni 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 109 - 10. juni 2008 27 tíðindi Bøkjarabrekka Økið aftanfyri Ebenezer er sera væl egnað til parkeringshús. Her kann byggjast høgt – fimm hæddir - uttan at tað kemur upp um hinar bygningarnir, og pláss verður tá fyri gott 90 bilum. Og skjótt og lætt er at koma út á eina bilfríða Niels Finsensgøtu gjøgnum Handilskjarnan Tórsgøta Niðari endin av Tórsgøtu hevur fingið rættuliga nógv lív síðstu árini, men ovari endin er óinnbjóðandi, gongubreytirnar eru smalar, og bygningarnir høgir og kaldir Dr. Jakobsensgøta Handilsgøtan í miðbyinum við nógvum handilum og lívi. FK eigur tó nokk æruna fyri, at tað ber til. Her er annars eitt gott dømi um, at býarskipanin skal geva mynduleikunum loyvi til at áleggja eigarum í miðbýinum at halda teirra ogn í góðum standi. Ringt er at projektera positivt, tá hetta fær loyvi at standa uttan nakran góðan Bøgøta Vestara síða er hugnalig við gomlum húsum. Um eystaru síðu kann ikki sigast tað sama. Bilar og parkering taka alt plássið í tí natúrligu leiðini frá Vestaruvág til Dr. Jakobsensgøtu. Eystara síða á Bøgøtu er vælegnað til at gera meiri miðbýarkendar bygningar við handlum niðast og íbúðum í teimum ovaru hæddunum