Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-10, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. juni 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 109 - 10. juni 2008 Nýggi føroyski gentu­ bólkurin Faroe 5, ið er stjórnaður av pop­ guru’unum Eyðfinni Jensen og Kára Jacobsen, hevði hósdagin útgávu­ konsert á torginum í SMS. Ein ovurstórur hópur av áhoyrarum var møttur upp at uppliva hesar fimm ungu genturnar fyri fyrstu ferð á palli Konsertummæli Sunneva H. Eysturstein sunneva@sosialurin.fo Myndir. Jens Kristian Vang Fyri tveimum mánaðum síðani varð meldað út, at Eyðfinn Jensen og Kári Jacobsen leitaðu eftir gentum, ið dugdu at syngja, dansa og framføra á palli. Eyðfinn og Kári hava fyrr arbeitt saman við ótrúliga væleydnaðu barnapopverkætlanini PoppKorn (sum tó eisini saktans kann lurtast eftir av øðrum enn børn­ um!), og ætlanin hesa ferð var at seta ein popbólk saman, ið vendi sær til tann vaksna lurtaran. Ella í øllum førum ein nakað eldri málbólk enn tann, ið PoppKorn appeleraði til. 36 gentur møttu tá upp til upp­ tøkuroynd í útvarpshúsinum hjá Kringvarpinum, og tær fimm útvaldu gjørdust Asta Højgaard úr Klaksvík, Ragnhild Dam og Jónvá Ellingsgaard úr Havn, Lillian Dalsgaard av Sandoynni og Vígdis Fjallstein úr Norð­ skála, allar í aldrinum 17 – 21 ár. Hóskvøldið í síðstu viku høvdu tær so fyrstu framførsluna hjá sær, sum eisini var útgávukonsert av fyrstu stakfløgu teirra. Á stakfløguni eru løgini »Bara eitt spæl« og »Tú fert altíð at vera har«, ið allir áhoyrararnir fingu eitt eintak av aftaná framførsl­ una. R&b hitt, dansigentur og fimleikur Torgið í SMS var á tremur við bæði børnum og vaksnum, tá eg kom inn. Heilt frammi við pallin stóðu sjálvandi børnini. Eitt sindur longri afturi tey spentu foreldrini, systkinini og vinfólk­ ini. Heilt afturi og uppi á bal­ kongini, heilt frá Baresso og allan vegin yvir móti høvuðs­ inngongini, stóðu fólk úr øllum alduri og stíli og bíðaðu eftir, at framførslan skuldi byrja. Fyrstu 10 minuttirnar, áðrenn Rógvi Róin, marknaðarleiðari hjá SMS, trein á pallin og bjóð­ aði vælkomin, ljóðaðu fleiri av teimum feitastu popp/r&b hittunum í hátalarunum. Legði serliga merki til Justin Timber­ lake og Rihanna. Stutt eftir at Rógvi Róin var farin av aftur pallinum, komu tvær ungar gentur upp at dansa tango. Eitt sindur løgið og pínliga erotiskt (tá hugsað verður um aldurin hjá teimum, og tað faktummið, at tað vóru tvær gentur) í hesum øgiliga kynsfikseraðu døgum okkara. Men tær dugdu heilt hampuliga væl og á ein ella annan hátt var tað eisini feitt við einari sýning, ið breyt soleiðis frá skránni. Tá tango var liðugt, hoppaðu tær av pallinum og komu uppaftur nøkur sekund aftaná og góvu eina eitt sindur meira hampiliga (!) hipp hopp dansisýning, fylgd av tveimum ungum, væltrimmaðum monnum, ið skiftust um at gera alskyn fimleikahopp og snurr, sum ein sum eg ikki anar, hvussu eita. So komu dansigenturnar inn aftur og endaðu upphitingina til høvuðs­ navnið við einum dansi afturat. Nervar skinklaðu byrjanina So var tíðin endiliga komin til tað, ið øll bíðaðu spentast eftir; Faroe 5! Sjálvt um áhoyrararnir ikki vóru nakað serliga geilaðir og hvørki róptu ella løgdu press á, tóktist tað knapliga sum um, at pallurin var við at eksplodera í nervum og spenningi. Eg veit ikki, hvat tað var, sum gjørdi tað. Men hví skal eg eisini vita tað? Eg havi ikki roynt knapliga at sloppi við í ein gentubólk, ið skal gerast Føroya stóra poppgáva í framtíðini. Og bara tveir mán­ aðar aftaná upptøkuna at staði á torginum í SMS frammanfyri yvir túsund áhoyrarum og fyri fyrstu ferð upptraðkað. Tað er eingin ivi í, at tað tekur eitt sindur uppá nervarnar, men tað úrslitar eisini í, at fyrstu minutt­ irnir/sangirnir í framførsluni gerast skinklutir. Og tað var eisini tað, ið byrjanin av fram­ førsluni hóskvøldið við løgunum »You can« og fyrsta staklagnum Fimm føroyska