Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-10, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. juni 2008síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 109 - 10. juni 2008 29 ar popfrillur »Bara eitt spæl«, var. Skinklut - og ósikkur. Og eg trúgvi ikki, at tað gjørdi tað betri, at fjøldin var so friðarlig og stív og lítið og einki gjørdi fyri at vísa, at hon var har fyri at lurta eftir teimum. Og so skal eisini nevnast, at ljóðið var nakað ullint og tað ýldi illa í mikrofonunum onkuntíð. Men tað vardi tó ikki leingi, fyrr enn spenningurin á pallinum kom niður á jørðina, og gentur- nar slappaðu meira av, tordu betri at syngja, kláraðu at smílast uttan at krympa yvirvørr og kjálkar og fingu stjórn á rørslurnar hjá sær. Hetta í løgunum »Tú fert altíð at vera har«, lekra botnrútmu baseraða lagnum »Eg vil hava teg« og seinasta lagnum »We are one«. Tá tær so komu uppaftur á pallin og framførdu »Bara eitt spæl« umaftur, vóru mestsum eingir nervar eftir, og tær koyrdu bara stílin við nógv meira av sjálsikkurheit enn áður. Hetta gjørdi framførsluna heilt góða fyri eina frumframførslu, hóast tað var okkurt, ið bleiv við at halta. Eg havi bara slett ikki hug til at nevna tey negativu tingini, tí eg veit, at tær eru spildurnýggjar og bara hava vant í uml seks vikur. Tær fara eisini heilt sikkurt at blíva nógv betri við tíðini. Tað er ikki tí, at eg ikki tími, men heldur tí, at eg (næstan) veit, at Eyðfinn og Kári longu vita alt, sum skal betrast, so tað er næstan meiningsleyst at byrja at seta fingurin á. Men á hinari síðuni vita allir lesararnir tað ikki, so eg má heldur gera mær tann ómak at greiða frá tí, óansæð huginum. Fyrsta inntrykkið Tað fyrsta, ið eg saknaði, var groove. Also at tær fylgdust meira í kropsrørslunum, at rørslurnar vóru bleytari hjá nøkrum av teimum í ørmum, hoftum og kjálkum. Eg saknaði eisini attitudu og persónligheit. At tær vóru meira tryggar í sínum rollum og tordu at vera ymiskar. Og so saknaði eg, at eyguni hjá teimum vóru meira skørp og fokuserað. Eitt sindur sum ein linsa á einum myndatóli. Bara tú sást á linsuna, ikki ígjøgnum hana. Tær kundu verið meira tryggar í, hvar tær hugdu, soleiðis at tað ikki bara bleiv púra tilvildarligt upp í loft ella eftir hvørjari aðrari alla tíðina. Eitt ella annað stað er hetta omanfyrinevnda í grundini bara bagatellir. Tað er eisini torført at úttala seg púra hart og kontant um ein bólk, sum mann bara hevur sæð og hoyrt eina ferð. Tí eg havi bara hetta eina inntrykkið at fyrihalda meg til. Og hvat um hetta inntrykkið faktiskt er púra við síðun av og verður fullkomi- liga gjørt til láturs? Tað er eitt sindur sum fordóm- ar. Ein hevur næstan altíð fordómar, um ein vil tað ella ikki. Tað er fyrsta inntrykkið, ið avgerð, hvørjir fordómarnir eru, og sum regul er tað fullkomiliga við síðun av og verður víst aftur, so skjótt tú fært títt næsta inn- trykk av viðkomandi støðu/luti/ hending/persóni. Diddufaktorurin er í topp Tað, sum eg helt vera heilt í topp, og sum eg eri vís í fer at blíva við at vera framyvir, er, at tað riggar. Konseptið Faroe 5 riggar totalt sum gentupopbólkur. Hóast onkur haltandi elementir nú í byrjanini, so eru hesar genturnar ólukksáliga fittar, penar og snøggar. Tær syngja væl live, duga væl at tosa við fjøldina millum sangirnar, og ein merkir sum áhoyrari, at tær stríðast fyri hetta og veruliga vilja geva alt, sum tær hava í sær. Diddufaktorurin – also tað, sum eg haldi er ultimativa kravið fyri ein gentupopbólk – er ordiliga til staðar, og eg trúgvi eisini, at tað er hesin faktorurin, ið fer at skumpa tær fram og fáa tær til at so við og við blíva ein týdningarmiklan popbólk fyri føroyska tónleikamarknaðin komandi tíðina. Faroe 5 í hopla