mikudagur 11. juni 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 110 - 11. juni 2008
11
Tætt samarbeiði millum
Granskingarkjarnan í
evnafrøði og lívtøkni og
Faroe Marine Biotech í
fyrstu atløgu og Faroe
Marine Biotech og Junca í
aðru atløgu hava ført til
stovnsetan av Seanenergy.
Nógvar vinnuligar gransk
ingarverkætlanir kundu
verið settar í verk um Før
oyar settu pening av til
gransking eins og onnur
lond kring okkum. Men vit
føroyingar tykjast ikki hava
álit á vísindum. Fleiri
leiðandi og umboðandi
persónar hava í fjølmiðl
unum sett fram niðrandi
útsagnir um granskarar
landsins. Og mansdominer
aða politiska heimastýrið
hevur í longri tíð vanstýrt
landsins gransking, menn
ing, vinnulívi við syrgiliga
lágum játtanum og vána
fyriskipanum.
Collagen kapslar til lýsi
og heiligvág
Granskingarkjarnur
Framkomnar búskapar
frøðiligar greiningar hava
aftur og aftur víst eitt greitt
positivt samband millum
gransking og fíggjarliga
framgongd. Henda veru
leika tók Fiskimálaráðið til
eftirtektar og stovnsetti fyri
skjótt fimm árum síðani
tríggjar granskingarkjarnur.
Eina í evnafrøði og bio
tøkni, eina aðra í fram
leiðslutøkni og eina triðju í
veiðutøkni. Stutt eftir stovn
setingina vórðu hesar
kastreraðar fíggjarliga av
landsins leiðslu. Fæið, sum
varð ætlað at seta vinnu
lívsrættaðar verkætlanir í
gongd við, varð minkað til
eitt minimum.
Vinnulívsrelateraðar
verkætlanir
Hóast hesa mishugaligu
byrjan, so legði Gransk
ingarkjarnin í evnafrøði &
lívtøkni saman við pørtum
av vinnulívinum til brots
við at fyrireika fiskivinnu
relateraðar verkætlanir,
umfatandi: livurverkætlan,
collagen og gelatin, pepsin
og peptonir frá fiskasil
agu, peptidir og amino
sýrur frá stimafiski og
lívrunnum evnum, hydro
lysat av laksahøvdum og
innvølum, DHA og EPA
oljur, marin phospholid,
chitin, chitosan og glucosa
min, føðsluvirði í føroysk
um fiskaflaki til útflutn
ingar, nanohylkt funku
føði frá marinum hjáúr
dráttum, náttúrligt astaxan
thin í økolaksi, funkuføði
(functional food, heilsu
varðveitandi), nutraceutical
(heilsumennandi), heiliráðs
kosti (medical food, heilsu
lekjandi), probiotics (bak
teriuríkað føði) og prebio
tics (trevjarík føði), synbio
tic (bakteriuríkað og trevja
ríkað føði).
Fígging
Fyri at fáa verkætlanirnar í
gongd tørvast peningur.
Hesin parturin av arbeiði
num hevur verið sera tung
ur. Tí flestu føroyskar fyri
tøkur eru fíggjarveikar og
almennu Føroyar veita bert
ein lítlan brotpart av tí til
gransking, sum tær eiga at
gera, skulu tær eins og
onnur europeisk lond
fylgja Lissabonstrategiini
(3% av BTÚ til gransking
og menning ár 2010). Og
mótsatt ríkmonnum uttan
lands, so bjóða teir føroy
sku ikki til at figgja nakað
her á landi, sum hevur við
undirvísing, gransking og
menning at gera. Útlendsk
oljufeløg hava verið høv
uðsálitið í mongum førum.
PhD-undanverkætlanin
Fitt av tíð og orku varð
nýtt til at fáa fígging til ein
PhDundanverkætlan, sum
millum annað hevði til
endamáls at gera yvirlit
yvir fyritøkur, ið framleiða
gelatin og collagen, hvørjir
keypararnir og marknaðir
nir eru, hvørji krøv verða
sett til rávøruna og hvørjir
lág og hávirðis vøruúr
dráttir kunnu framleiðast
úr rávøruni.
Lýst varð eftir fólki, og
ein ungur dugnaligur verk
frøðingur í biotøkni frá
DTU, Jonhard Eysturskarð
(JE), varð settur í starv.
Heidelberg
Í byrjanini av PhDundan
verkætlanin fór JE í lag við
at finna, fáa til vega og
lesa vísindaligar greinar,
viðkomandi bóklingar og
heimasíður, sum lýsa
gelatin og collagenvirk
semið kring knøttin. Síðani
fór JE saman við Gran
skingardeplinum í evna
frøði og lívtøkni og sam
skiparanum av fiskivinnu
gransking, Jákup Mørkøre
á Fiskimálaráðnum, undir
at fyrireika eina ferð til
Heidelberg í Týsklandi, har
ein stór altjóðað gelatin
ráðstevna varð hildin í
tíðarskeiðinum 6. til 9.
september 2005. Henda
ráðstevna verður einans
hildin fjórða hvørt ár.
Umframt at ráðstevnan
gav JE eitt gott innlit í,
hvat rørist á gelatinøki
num, fekst samband við
granskarar, framleiðarar,
sølufólk og keyparar kring
allan knøttin.
Út í heim
Eftir hesa ráðstevnu varð
farið undir at fyrireika vitj
anir í Spania, Fraklandi,
Onglandi, Kanada og USA.
Í Amerika vitjaði JE,
Bob Welland, varastjóra
hjá Kenney & Ross (Nor
land), sum er týdningar
mesti kaldsjóarfiskagelat
in framleiðari í heiminum.
Høvi fekst eisini at vitja
professaran Joe M. Reigen
stein, sum hevur drúgvar
royndir innan gransking í
fiskagelatin og er serfrøð
ingur innan kosher og
halalmarknaðin. Hesir eru
marknaðirnir hjá ávikavist
jødum og muslimum.
Junca
Í Evropa vitjaði JE fyritøk
una Rousselot (Frakland),
sum er næststørsti gelatin
framleiðarin í heiminum,
Cardinal Health (England),
sum nýtir fiskagelatin til
at hylkja heilivág í, CSIC
(Consejo Superior de
Investigaciones Científi
cas, Madrid, Spania), sum
hevur drúgvar royndir
innan gransking í fiska
gelatin, og sponsku
gelatinfyritøkuna Junca.
JE fekk samband við
CSIC ígjøgnum Magnus
Paula Magnussen, Cand
pharm. & PhD (MPM),
sum áður hevði vitjað gran
skingarlundina í samband
við eina námsferð við næm
ingum úr Fiskivinnuskúl
anum. MPM hevur uppar
beitt eitt sera stórt og
virðismikið kontaktnet av
serkønum fólkum úti í
heimi, og hevur MPM og
hansara netverk verið av
stórum týdningi fyri før
oyska gransking og menn
ing. Í gjøgnum professar
an Javier Borderías, sum
starvast á CSIC, fekk JE
møguleikan at vitja
gelatinfyritøkuna Junca í
januar 2006. Eftir hesa
vitjan og eftirfyljgandi
rapportering fekk Egil
Olsen, táverandi stjóri á
Faroe Marine Biotech,
samstarv í lag við sponsku
gelatinfyritøkuna.
Seanenergy
Stovnsetanin av Seanenergy
á Eiði kom ikki av tilvild,
men harafturímóti sum eitt
beinleiðis úrslit av miðvís
ari og tættari samvinnu
millum Granskingarkjarnan
í evnafrøði og biotøkni og
Faroe Marine Biotech í
fyrsta umfari og millum
Junca og Faroe Marine
Biotech í øðrum lagi.
PhD-verkætlanin
Eftir hesa PhDundanverk
ætlan fekst eftir tógvið
stríð figging til eina PhD
verkætlan um collagen og
gelatin. Bróðurparturin av
fíggingini var útlendskur
kapitalur.
Endamálið við hesi
ígongdverandi verkætlan er
at: Processoptimera extrak
tión av collagen/gelatin
burtur úr skræðu av før
oyskum fiskasløgum, so
sum toski, upsa og hýsu,
svartkjafti, gulllaksi, laksi.
Máta týdningarmestu alis
frøðiligu og evnafrøðiligu
parametrarnar av fram
leidda gelatininum og
kanna eftir, um hesi para
metrar eru støðugir ella
broytast við árstíðini. Sam
meta mátaðu parametrarnar
við útlendsk virði og har
við staðfesta, um føroyskt
fiskagelatin hevur serstak
ar eginleikar ella ikki.
Hækka bráðpunktið á
marina gelatininum í fyrsta
lagi við krossbindingum
framdar við enzymum, t.d.
transglutaminase og í øðr
um lagi við polysaccharid
um, eitt nú kappacarageen
an, og harvið gera tað
handilsliga kappingarført
við onnur terrestrial
gelatinsløg.
Verkætlanin fer fram í
Tróndheimi í Noregi.
Higartil eru fleiri nýggj og
týdningarmikil úrslit nádd.
Úrslit, sum kunnu fara at
hava stóran týdning fyri
føroyska collagengelatin
framleiðslu.
Fróðskapur og framburð-
ur – mental myrk miðøld
- føroyingar serstøk tjóð
Fróðskapur og
framburður
Varð meiri peningur settur
av til gransking her á landi,
so kundu fleiri aðrar fiski
vinnurelateraðar verkætl
anir verið settar í verk.
Verkætlanir sum vissuliga
høvdu kunnað skapt ávís
nýggj sterk nichuøki í
fiskivinnu og matídnaði
okkara. Nichuøki umfat
andi millum annað kendar
eins og ókendar innovativar
heilsuvarðveitandi, heilsu
mennandi og sansafreist
andi hávirðisúrdráttir. Vit
hava møguleikarnar, men
gagnnýta teir ikki (sí “Eru
føroyingar fremsta forðan
fyri framburði í Føroyum”,
www.setur.fo
Mental myrk miðøld
Men trupulleikarnir eru
mangir og forðingarnar
nógvar, serliga millum oyr
uni á okkum sjálvum.
Myrka miðøldin hevur enn
rættuliga fast mentalt tak í
okkum føroyingum. Fleiri
fjølmiðlaframsagnir frá
leiðandi og umboðandi
persónum eru týðulig tekin
um, at upplýsingartíðin
hevur torført við at fáa
høvdið fyri seg her á landi.
Litið verður ikki á vísindi.
Fiskimannafelagsformaður
in hevur bert niðrandi út
sagnir um føroyska gransk
ing. Fyrrverandi løgtings
maður hevur eyknevnt
vísindafólk her á landi
køstaflugur, køstaflugur
við sevlinum í landskassa
num. Ein annar fyrrverandi
løgtingsmaður og lands
stýrismaður hevur kallað
fróðarfólk landsins fyri
uppáhang hjá almenna
sektorinum. Formaðurin
hjá reiðarafelagnum firnast
ikki fyri at eyknevna
granskarar landsins fasta
kórið á landi. Og mans
domineraða politiska
heimastýri okkara heldur
eftir øllum at døma, at tað
ber væl til at kappast við
aðrar framkomnar vísinda
liga sterkar tjóðir á global
iseraða marknaðinum, við
einum menningarliga
stirvnaðum og afturút
sigldum vinnulívi, mest
sum tómum GMfígging
argrunnum og fíggjarligum
niðurpíndnum analýsu
tólamanglandi universiteti.
Vinnarar verða vit valla.
Føroyingar serstøk tjóð
Her er talan um einki
minni enn grova vanstýring
av landsins gransking,
menning og vinnulívi.
Hetta skilaloysið og
ábyrgdarloysið ger okkum
til eina rættuliga sermerkta
og serstaka tjóð í fram
komna partinum av heimi
num. Tí partinum, sum vit
fegin vilja javnmetast við.
Við hesum administriva
dáralætinum, grunnskygn
inum og andliga myrkri
num í huga kunnu vit av
røttum mantranjóra fyrstu
reglu í næstseinasta ørind
inum av fosturlandssangi
num: “Av øllum londum”
hjá Pól F. Joensen: “Vit eru
føroyingar serstøk tjóð”.
Collagen-gelatin-verkætlanin
Granskingarleiðari á
Granskingarkjarnanum
í evnafrøði og lívtøkni
Lektari á Fróðskapar
seturi Føroya
Hóraldur
Joensen
Fyri ikki so langt síðan
gjørdi Atlantic Airways
vart við, at vegna nógv
hækkandi prísir var úrslitið
vánaligt fyri 1. kvartal
2008, og botnlinjan vísti
reyð tøl.
Fyri at bøta um hetta
varð sagt frá AA fór
felagið at seta prísin á
ferðaseðlum upp, og er
hetta longu gjørt, men so
snildisliga, at vanligur
brúkari hevur ringt við at
síggja hækkingina.
Uttan kappingarneyta
ber hetta væl til, og at
hyggja upp á innara kostn
að liggur jú ikki til feløg
uttan kapping. Dømir er
nógv um hetta, til dømis
hevði Maersk Air eina
príshækkan hvørt ár, tey
árini teir vóru í “ostaklokk
uni” Danair, sama gjørdi
SAS. Tá so liberaliseringin
kom innan flogferðslu í
Europa, vaknaðu teir við
kaldan dreym. Søguna um
hesi feløg kenna øll.
Nei góðu tit á AA,
hugsið meira kreativt og
sum eigari og brúkari fari
eg at loyva mær at koma
við ymiskum uppskotum.
Sum tað fyrsta haldi eg,
at við tí kundagrundarlagi,
ið AA hevur, kann tað ikki
vera lønandi at flúgva til so
nógvar destinatiónir.
Minkið um hesar rutur,
til tær, sum geva svørt tøl
og ger fleiri fráferðir til
eina basislufthavn og gerið
avtalur við onnur feløg, um
víðari flutning út í heim.
Eg trúgvi, at færri
destinatiónir er alneyðugt,
serliga tá nýggi flúgvarin
til uml. hálva milliard
kemur, tá fer í øllum førum
ikki at bera til at flúgva til
London ella Stokholm við
1520 ferðafólkum, uttan
kollveltandi hækkan av
ferðaseðlunum.
Sum nummar tvey,
skerjið servering umborð
til ein kopp av kaffi/vatn
og ein tebolla, sum tann
ferðandi tekur við sær, tá
hann ferð umborð.
Fyri tað triðja, flytið alla
sølu av tollfríum vørum
niður á jørðina.
Eg trúgvi, at við nevndu
tiltøkum v.m, skuldi borið
til, um ikki at lækka prísin,
so útseta næstu hækking
rættuliga nógv.
Flogferðsla Føroyar/Útheimin
smittun@email.fo
símun mittún
viðmerkingar