mikudagur 11. juni 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 110 - 11. juni 2008
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Dagurin
12. juni. Basilius. Helst til minnis um Basilius tann
Stóra, sum var biskupur í Kesarea. Hann doyði í 379.
Góða mamma okkara, vermamma, omma,
langomma og olduromma
Jana Jensen
ættað av Hellunum
andaðist á Lágargarði mánadagin 9. juni,
96 ára gomul.
Bønarhald verður á Lágargarði hósdagin kl. 18.00.
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni
fríggjadagin kl. 13.00.
Fyri tey avvarðandi
Helena, Ruth og Jens Petur
Tey, ið vilja minnast Janu, kunnu eftir hennara egna ynski lata
Lágargarði eina gávu á kontu í peningastovni.
Áarvegurin 1925 og 2005
Sum tað sæst á hesum báðum
myndunum, ið eru tiknar í ávika
vist 1925 og í 2005, eru stórar
broytingar hendar hesi 80 árini.
Báðar eru tiknar oman eftir Áar
vegnum, av Vaglinum og oman
ímóti Kongabrúnni.
Á vinstru síðu stendur eitt hús
eftir frá gamlari tíð, og tað er
»Handelsforeningen«, í dag »Café
Natúr«, bygt í 1892, og broytt í
1929. Tá lok var lagt á Havnará,
frá Laðabrekku og oman á Konga
brúnna fingu húsini kvist á tekj
una og høvuðsinngongdin bleiv
flutt frá Kopargøtu og yvirum,
móti Hotel Djurhuus.
Har sum húsini hjá Jákup á Lag
standa í dag, stóðu tey gomlu hús
ini har Sápuhúsið helt til. Niðan
fyri »Handelsforeningen« stóðu
húsini »Grøna pakkhús« ella
»Laðapakkhúsið«, sum tey eisini
blivu rópt. Økið frá »Handels
foreningen« og oman á »Grøna
pakkhús« bleiv rópt »Í trongan
um«. Fara vit so til høgru, sæst
»Hotel Djurhuus«, ið er so gott
sum órørt. Oman fyri sæst »Áar
stova«. Hon bleiv tikin niður síðst
í 1920unum.
Myndin frá 1925 er tikin trý ár
eftir, at fyrsti bilurin kom til
landið í 1922.
Myndin frá 1925: Forminnissavnið
Mynd frá 2005: Birgar Johannessen