Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-11, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. juni 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 110 - 11. juni 2008 13 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Win or die trying Luiz Felipe Scolari Yvirkærunevndin hjá FSF hevur ógildað avgerð hjá Aganevnd­ ini, sum annars hevði dømt MB at vinna dyst móti 07 Vestur Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Talan var um rættiliga prin­ sipiella avgerð, har Yvir­ kærunevndin staðfesti, at ein spælari í vaksnamanna­ deildini í prinsippinum situr leikbann av sær í fyrst komandi dystinum, sum hann hevur loyvi at luttaka í. Eisini hóast hetta ikki er í somu deild, sum spælarin fekk kortið. Upprunaliga endaði dyst­ urin millum 07 Vestur og MB í 2. deild við 2­1 sigri til 07 Vestur, men MB kærdi dystin. Hetta tí spæl­ ari hjá 07 hevði fingið reytt kort, tá liðið seinast spældi. Og Aganevndin gjørdi í sínari viðgerð av, at spælarin ikki hevði loyvi at spæla. 07 Vestur helt hinvegin fast um, at spælarin hevði sitið leikbannið av sær. 1. deildarliðið hjá felagnum hevði nevnliga spælt, og har hevði spælarin loyvi at spæla. Og júst hetta var avgerandi, tá Yvirkæru­ nevndin tók avgerð í málinum. Hetta er annars næsta ferðin í tvey ár, at Yvir­ kærunevndin ógildar avgerð hjá Aganevndini. Fyrru ferðina var í fjør, tá Skála í fyrsta umfari varð dømt at tapa landskappingardyst í Formula­deildini móti B36. Men eisini ta ferðina varð úrskurðurin hjá Aganevnd­ ini ógildaður. Úrskurðurin hjá Yvir­ kærunevndini sæst í fullum líki á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum. Aganevndin kolldømd Eftir at talan var um lutakast á norðoyastevnu eru tað nú úrslitini við seinasta róður, sum gera av, hvussu startrøðin er á sundalagsstevnu Kappróður Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Leygardagin er næsti FM­ róðurin í ár á skránni. Hesa ferð verður róð í Hósvík, har 44 bátsmanningar hava boðað frá luttøku. Vert er at bíta merki í, at fýra bátar hesa ferð eru meldaðir til róðurin hjá 6­mannaførum við kvinnum. Tann róðurin skuldi verða av ongum seinast, men onkursvegna vóru kortini tvær manningar við í róðrinum. Undan FM­róðrunum verður eisini talan um barnaróðrar, har 19 mann­ ingar taka lut. Startrøðirnar eru hesar: Barnaróður, dreingir 5 Blikur 6 Frúgvin 7 Spógvin 8 Jallurin 9 Teistin 10 Junkarin 11 Títlingur 12 Havfrúgvin Barnaróður, gentur 4 Falkur 5 Spógvin 6 Tjaldrið 7 Teistin 8 Ørnin 9 Frúgvin 10 Títlingur 11 Hvassi 12 Blikur 13 Kollur 14 Junkarin 5mannafør, dreingir 5 Katla 6 Teistin 7 Tjaldrið 8 Havfrúgvin 9 Sílið 10 Junkarin 11 Strípan 12 Blikur 13 Tambar (G) 6-mannafør, kvinnur 7 Hósvíkingur 8 Gongurólvur 9 Jarnbardur 10 Lómur 5-mannafør, gentur 6 Blikur (G) 7 Jallurin 8 Hvassi 9 Drekin 10 Junkarin 11 Firvaldur 12 Tambar 5-mannafør kvinnur 5 Havfrúgvin 6 Katla 7 Ritan 8 Frúgvin 9 Sílið 10 Erla Kongsdóttir 11 Teistin 12 Báran 13 Blikur 6-mannafør menn 5 Víkingur 6 Rádni 7 Gongurólvur 8 Tvørábáturin 9 Sundabáturin 10 Riddarin 11 Lómur 12 Jarnbardur 8-mannafør 7 Kvívíkingur 8 Argjabáturin 9 Heiðabáturin 10 Árnfirðingur 11 Knørrur 10-mannafør 8 Havnarbáturin 9 Ormurin Tey bestu í miðjuni Tá startrøðin er løgd eftir úrslitunum, liggja fremstu bátarnir ætlandi lið um lið Enn tykist nýggi bygnaðurin innan føroyskan fótbólt ikki veruliga hava funnið sítt felags stev. Leygardagin var aftur dømi um, hvussu mál verða tulkað ymiskt av Aganevndini og Yvirkærunevndini innan FSF