mikudagur 11. juni 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
[ Nr. 110 - 11. juni 2008 ]
FÓTBÓLTUR
Pætur Albinus
patur@sosialurin.fo
Spania fekk í gjár eina
dreymabyrjan, tá ið teir
vunnu heili 4-1 á Russlandi
á Tivoli Neu leikvøllinum í
Innsbrück. Russiska liðið
var mannað við leikarum
frá heimligu deildini, og
hóast teir til tíðir vístu gott
spæl, so var spanska liðið
ov sterkt til teirra. David
Villa skeyt reint hattrikk
innan 75 min., áðrenn Rom-
an Pavlyuchenko minkaði
um munin til 3-1 í 86. min-
utti. Innskifti Cesc Fabregas
staðfesti tó sigurin í yvir-
tíðini, tá ið hann skoraði til
endaliga úrslitið, sum har-
við gjørdist 4-1.
Gav Torres málið
Eftir triðja málið rann
David Villa beinleiðis út á
spanska útskiftarabeinkin,
har hann hálsfevndi útskifta
Fernando Torres.
- Tað hevur verið nógv
tosað um spælistílin hjá Tor-
res, og um hann burdi verið
við ella ikki. Hetta kjak
hoyrir ongastaðni heima,
og tí vildi eg tilætlað honum
triðja málið. Hann átti jú
eisini stóran lut í mínum
báðum fyrstu málum, segði
David Villa við spanska
blaðið Marca eftir dystin.
Umbiðin harri
David Villa hevur heilt frá
sínum ungu árum verið ein
málrevur, og sum 18 ára
gamal fekk hann gjøgnum-
brot í fulltíðar fótbólti.
Fyrstu árini, sum hann leik-
ti við "http://en.wikipedia.
org/wiki/Sporting_de_
Gij%C3%B3n" \o "Sporting
de Gijón" Sporting de
Gijón, gjørdi hann rættiliga
um seg, og náddi at skora
bæði 18 og 20 mál hvørt
kappingarár, áðrenn hann
skifti til Real Zaragoza við
somu eydnu. Í 2005 keypti
Valencia hann fyri góðar 80
mió. kr., og hetta hevur víst
seg at verið eitt frálíkt
innkeyp. Hann hevur skorað
58 mál í 101 dystum fyri
Valencia, og hetta hevur
skapt
ein
stóran
eftir-
spurning eftir honum.
Tað er lítið sannlíkt, at
hann verður verandi í Valen-
cia eftir summarsteðgin, og
Real Madrid, Barcelona og
Chelsea hava øll verið
áhugað í honum. Keldur
vilja vera við, at hann longu
hevur gjørt avtalu við Real
Madrid, og hendan vil verða
almannakunngjørd
eftir
EM.
- Lygn!” sigur forsetin í
Valencia, "http://en.wikiped-
ia.org/wiki/Agust%C-
3%ADn_Morera" \o "Agust-
ín Morera" Agustin Morera,
sum sigur seg vera fúsan til
at halda upp á vandamikla
áleyparan, sum við sínum
26 árum framvegis hevur
framtíðina fyri sær.
Við sínum fyrsta
landsliðsmáli í nær
um trý ár sendi Zlatan
Ibrahimovic Svøríki á
sigurskós í dystinum
móti Grikkalandi
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hóast málini hava restað í
landsliðshøpi,
so
hevur
Zlatan alla tíðina verið
millum teirra, sum hava átt
fast pláss á liðnum. Í øllum
førum so leingi, sum hann
ikki hevur verið fornermað-
ur inn á landsliðsvenjaran.
Seinasta málið í gulum
skoraði hann heilt aftur í
oktober mánaði 2005, men
í gjárkvøldið kom Zlatan so
loksins aftur á talvuna. Og
talan var um sanna perlu,
har Zlatan fyrst bandaði við
Henke, og so varð ein sonn
kanónkúla send avstað við
kós móti handara málhorni,
har málverjin ongan sum
helst møguleika hevði at
verja fyri.
- Tað er stórt at vinna 2-0
í einum so truplum dysti.
Tað er deiligt hjá liðnum at
vinna, og ikki minni deiligt
hjá mær at skora aftur. Nú
skulu vit bara njóta hetta,
áðrenn vit fara undir næstu
uppgávuna, har vit mugu
halda fram á sama hátt,
segði Zlatan við svenska
TV4 aftan á dystin.
Verjukenda spælið hjá
verjandi meistarunum hevði
annars leingi givið ábend-
ingar um ein málleysan 0-0
dyst, men málið hjá Zlatan
gjørdi so ein enda á hesum
ætlanunum. Og tá Petter
Hansson
seks
minuttir
seinni skoraði eftir klossut
grikst verjuspæl, var púrasta
leyst og liðugt hjá svium,
sum við hesum fingu eina
góða
byrjan
upp
á
endaspælið.
Úrslit
Spania-Russland 4-1 (2-0)
1-0: David Villa, 20.
2-0: David Villa, 45.
3-0: David Villa, 75.
3-1: Roman Pavlochenko, 86.
4-1: Cesc Fabregas, 90.
Grikkaland-Svøríki 0-2 (0-0)
0-1: Zlatan Ibrahimovic, 67.
0-2: Petter Hansson, 73.
Komandi dystirnir
Bólkur A
Dagur
Klokkan
Dystur
11.06
17.00
Kekkia-Portugal
11.06
19.45
Sveis-Turkaland
Bólkur B
12.06
17.00
Kroatia-Týskland
12.06
19.45
Eysturríki-Pólland
EM-dystir
David Villa í hopla
Russiska bjørnin megnaði als ikki hava
tamarhald á villa Villa, sum stóð fyri fyrsta
hat-trick’inum hetta endaspælið
Mynd: Polfoto/AP
Zlatan skoraði
Fagnaðurin var
øgiligur, tá Zlatan
hevði bumbað
sviar framum
í dystinum
móti verjandi
meistarunum
Mynd: Polfoto/AP
Vandamikli Valenciaáleyparin vísti onga náði fyri Russlandi, og
skoraði hattrikk í 41 sigrinum í gjár
Símun triðbestur í Íslandi
Morgunblaðið gevur eftir hvørt umfar stig til einstøku
spælaraavrikini. Stigini verða latin sum ”M”, og higar til
hevur Símun vunnið sær seks heil M í seks umførum. Og
við hesum er hann ájavnur liðfelaganum Guðmundur
Steinarsson, Pálmi Rafn Pálmason úr Vali og Tommy
Nielsen úr FH. Tveir spælarar eru fremstir á listanum, og er
annar teirra ein gamal kenningur hjá føroyskum fótbólti.
Nevnliga Scott Ramsay, sum eitt skifti spældi fótbólt við GÍ,
men sum nú spælir við Grindavík. Hann hevur vunnið sær
átta M í seks dystum, og tað sama hevur Tryggvi
Guðmundsson úr FH.
Bæði á talvuna
Tá Russland í gjár minkaði um munin í dystinum móti
Spania, var enn eitt petti av EM-søgu skrivað. Umframt at
talan tá gjørdist um málríkasta dystin higar til í hesum
endaspælinum, so var talan nevnliga eisini um fyrsta dystin,
har bæði liðini komu á talvuna. Higar til hevur talan bert ta
einu ferðina verið um málleysan javnleik, men í øllum
øðrum førum hevur altso annað liðið verið einsamalt um
málskjótingina.