mikudagur 11. juni 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
Nr. 110 • 11. juni 2008
Tað var ikki so nógv gjørt burtur
úr, at sanatoriið varð tikið í brúk.
Tað er eingin almenn vígsla,
men tað var kortini ein dag, 30.
mai, opið fyri serligum gestum
og teir næstu tveir dagarnar fyri
almenningin. Nakað kom eisini í
bløðini, sum tá vóru.
Fyrst skal verða endurgivin ein
stubbi, sum stóð í Dimmalætting
6. juni 1908 undir yvirskriftini:
Sanatoriet
Det er en statelig Bygning, Fær
øernes Amtskommune har opført
i Hoydal, en Bygning, hvor man
med alle de Bekvemmeligheder,
der staar til Nutidens Raadighed
vil tage Kampen op mod
Lungetuberkulosen paa vore Øer.
I Lørdags foreviste Amtmanden
og de her i Byen boende med
lemmer af Sanatorieudvalget
Bygningen for Thorshavns Komm
unalbestyrelse og enkelte andre
Udvalgte.
I Søndags og Mandags blev
Sanatoriet holdt aabent for
Publikums Besøg.
Nogle Ord om Bygningens
Indretning.
I den høje og vidstrakte Kæld
eretage findes et rummeligt
Køkken og Spisekammer. Maden
koges ved Gas og sendes ved
hjælp af et Hejseapparat op
til de øvre Etager. Endvidere
findes i Kælderetagen Rullestue,
Vaskestue, Tørkerum, Bade
værelse for Sanatoriets Funk
tionærer, Kedelrum og Brænd
selsrum. To brændselbesparende
og vel isolerede Dampkedler
yde Damp til Varmeapparaterne,
som forgrene sig gennem hele
Bygningen. I de øvre Etager
findes de rummelige og hyggelige
Sygestuer, Spisestue, samt
Værelser for Personalet m.m.
Til belysning af Bygningen samt
til kogning anvendes Gas, som
fremstilles i et dertil indrettet
selvvirkende Gasværk.
Kommunelæge Jensen har
allerede begyndt sin Virksomhed
som Sygehuslæge og er ligesom
Sygeplejersken Frk. Flagstad,
Bestyrerinde, Frk. A.M. Berg
samt det øvrige Personale travlt
beskæftiget med at bringe alt
i Stand til at modtage de syge
efter Pinse.
Da Værket nu er kommet sin
Fuldførelse, skulle vi minde om,
hvem der rejste Sanatoriesagen
her paa vore Øer, nemlig
afdøde Boghandler Niclassen
(versonur H. N. Jacobsen),
Provt Petersen og Sysselmand
Schrøter. En tak fortjener den
danske Nationalforening til
Tuberkulosens Bekæmpelse
for al Hjælp og Støtte, den har
ydet, og Tak fortjener Regering
og Rigsdag, som har ydet Tilskud
til Bygningens Opførelse og
gennemfør de humane Love, som
gør det muligt for selv de mest
ubemidlede at kunne nyde godt
af Sanatoriebehandlingen.
Vánaligar umstøður á
Amtshospitalet
Tingakrossur hevur eisini eina um
røðu av nýggja sanatoriinum. Men
blaðið ger vart við, at tað haltar
framvegis á sjúkrahúsøkinum.
Greinin er soljóðandi:
Sanatoriet –
Hospitalet
Det var en større Folkevandring,
der i Søndags fandt sted her
fra byen op til Sanatoriet, hvis
Seværdigheder nu for første
Gang stod aabne for Publikums
Eftersyn. I Lørdags var Byens
offentlige Repræsentanter,
deriblandt Pressen, indbudt til at
bese den heroppe enestaaende
Anstalt, som jo er udstyret efter
alle nutidsmæssige Krav.
Men der er et andet Sygehus,
som Sanatoriets Herligheder
dobbelt frister til sammenligning
med, saa meget mere som
dets hele Anlæg burde gøre
Fordring paa en mindst lige saa
stor Omhu og Bekostning som
TuberkuloseSygehuset. Det er
Amts Hospitalet. Saa ofte er
dettes mangler fremhævede,
ikke mindst her i Bladet, at al
nærmere paavisning heraf skulde
synes ganske overflødig, og
dog er der stadigvæk grumme
ringe Udsigt til den Tidssvarende
Hospitalsbygning, hvis Nødvendig
hed erkendes af alle.
Navnlig i sammenligning med
det moderne udstyrede Højdals
Sanatorium er AmtsHospitalets
forældede Lokalitetsforhold
nærmest en Skandale.
Hetta er uttan iva rætt. Men
tað gingu heili 16 ár, til vit fingu
eitt nýtt hospital, Dronning
Alexandrines Hospital, í 1924.
Gongur trekt at fáa
sjúklingar
Tann 17. juni 1908 skrivar
Tingakrossur:
Det gaar foreløbigt trægt med
Anmeldelser af Patienter til
Sanatoriet. Hidtil er der kun
indlagt 2. 2 er umiddelbart
ventende og 4 er yderligere
anmeldt.
Desværre har det sparsomme
besøg ikke sin Grund i, at der er
saa faa TuberkuloseSyge. Deres
antal er til tværtimod uhyggeligt
stort.
Hetta merkir so, at nú er sana
toriið byrjað at taka sjúklingar, og
tað er so í hesum døgum júst 100
ár síðan. Tað hevur neyvan tikið
langa tið, áðrenn húsið er fult.
Upptøkureglur
Tað vóru trý oyðubløð, sum skuldu
útfyllast í samband við upptøku á
sanatoriinum.
Skema A skuldi sjúklingurin
sjálvur fylla út. Her skuldu setast
allir vanligir upplýsingar um sjúkl
ingin sum navn, føðidag, bústað
ur, um viðkomandi fyrr hevði verið
á sanatorinum, um viðkomandi
var limur í sjúkrakassa, og kanska
ikki minst: Hvør skal gjalda
kostnaðin?
Skema B var ein læknaváttan við
trimum síðum um heilsustøðuna
hjá sjúklinginum. Spurningarnir
snúðu seg eisini um órsøkina fyri
sjúkuni. Hetta kundi vera: Arv,
Smitte, disponerende Levevis,
forudgaaende Sygdom, Depression.
Umframt vóru nógvir aðrir spurn
ingar av læknaligum slag.
Skema C var ein váttan um, hvør
ið skuldi gjalda fyri sjúklingin.
Ein serlig vegleiðing var fyri,
hvat ið sjúklingurin skuldi hava
við sær, og her var meira fyri
konufólk enn fyri mannfólk.
Ein kvinna skuldi hava við sær
umfram tey klæði, hon var í:
Søgubrot:
Sanatoriið 100 ár
Vit høvdu í vár eina Miðviku um sanatoriið í samband við útgávuna av frímerkjunum
vegna tess, at 100 ár vóru liðin, síðan sanatoriið varð bygt. Í hesum døgum er júst
liðin 100 ár síðan, at sanatoriið varð tikið í brúk og fyrstu sjúklingarnir vóru
innlagdir. Vit fara at greiða frá hesi hending og annars at taka brot úr
tuberklasøguni frá byrjan og nærum til endan
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Dronning Alexandrines Hospital. Niðanfyri síggjast barakkirnar, har niðurundir
komin børn vórðu send at verða “gødd”, sum var besta fyribyrging mót
tuberklum. Norðanfyri sæst TB
Sanatoriið í Hoydølum tók móti fyrstu sjúklingunum fyri júst 100 árum síðani