mikudagur 11. juni 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
16
nr. 110 • 11. juni 2008
Vit fara nú at loypa fram til
1920-ini. Tuberklarnir gerast
ein sótt, sum kostar eini 30 lív
árliga. Tað verður meira og
meira ein fólkasak at berjast
móti hesi sótt
Í 1924 verður stovnað Føroya
Felag móti Tuberklasjúku. Tilfarið
til hendan partin av greinini,
stóð í 2003 í FF-blaðnum. Álvur
Danielsen útvegaði keldutilfarið.
Orsøkin fyri stovnanini av
tuberklafelagnum varð umrødd
í 50-ára ritinum hjá Havnar
Sjúkrakassa. Her verður greitt
frá teimum innleggingum, sum
sanatoriulæknin ella sjúkra-
systurin gjørdu – ofta vóru tað
sjúklingar av bygd. Síðan verður
sagt um umstøðurnar hjá fólki,
sum verða innløgd:
Ofte manglede Folk det
nødvendige Tøj, eller naar det
var Familieforsørgeren eller
Hustruen, kunde frygten for
hvordan det skulde gaa den
øvrige Familie økonomisk i den
Tid, Sanatorieopholdet varede
bevirke, at Patienten undslog
sig for at forlade Hjemmet. I
saadanne Tilfælde hjalp Foren
ingen dem med det nødvendige
Tøj eller ydede en maanedig
Understøttelse til Familien eller
hjalp paa en anden maade, alt
efter som de særlige Forhold i
hvert enkelt Tilfælde krævede.
Hetta er ein søga um ein
dapran part í okkara søgu, men
hetta er eisini ein positiv søga
um viljan at berjast ímóti teirri
vanlagnu, sum rakti nógv.
Støðan var tann, at tað var
ikki nøkur rættilig viðgerð fyri
tuberklar. Fremsta viðgerðin
var at fáa nógv og gott at eta
og at vera nógv í frískari luft.
Sjúkralegan kundi tí vera sera
drúgv. Kenni sjálvur mann úr
Mikladali, sum lá 10 ár í Hoydøl-
um. Hann slapp heim eina ferð øll
hesi árini, og pápi hansara kom
eina ferð at vitja hann. Tað er
ringt at ímynd sær, hvussu trupult
hetta má hava verið.
Sanatoriets Jul
Eitt dømi um hetta er stubbin
við hesi yvirskrift, sum stóð í
bløðunum í desember 1932, undir-
skrivað av læknanum Erik Lynge:
I mange Aar har Sanatoriet til
Julen modtaget talrige Gaver fra
Nær og Fjern med det Formaal
at gøre Julen festlig for disse
syge, der er afskaaret fra at fejre
Højtiden i Hjemmet.
Patienterne har i Aar et stort
Juleønske, som de har bedt
mig fremkomme med overfor
de mange, som aarligt plejer
at tænke paa dem ved denne
Lejlighed.
De ønsker sig installeret en
Radiomodtager her paa Sanator
iet. Enhver vil kunne forstaa, hvad
et saadant Apparat vil kunne
bringe af Adspredelse, Belæring
og fornøjelse i den ensformige
Dag paa et Sanatorium.
Det er Patienternes eget Ønske,
at de Gaver, der eventuelt indkomm
er ved Juleindsamlingen i Aar, skal
benyttes til dette Formaal.
Jeg beder derfor de mange,
der Aar efter Aar har glædet vore
Patienter i Julen ikki at glemme
os i Aar, men hjælpe os til at
opfylde deres Juleønske.
Stórur offurvilji
Helst munnu sjúklingarnir hava
fingið sítt radio. Men størsta
tiltakið var, tá ið Føroya felag
móti Tuberklum varð stovnað í
1924. Í hesum sambandi kann
vísast til fyrstu frágreiðingina hjá
felagnum. Hendan frágreiðing
kann fyri ein stóran part sigast at
vera søgan aftanfyri tann partin
av Landssjúkrahúsinum, sum kall-
aðist TB, og sum var ein partur av
stríðnum móti tuberklum.
Her var, sum tað skilst, stórur
offurvilji og nógv virksemi.
Hetta sæst ikki minst av fyrsta
roknskapinum hjá felagnum, sum
var frá stovnan og til árslok 1925.
Inntøkurnar vóru tilsamans
kr. 14.000. Tað er ikki lætt at
sammeta hetta við tøl í dag.
Men um vit siga, at tímalønin í
dag er 200 ferðir henni í 1924,
so svarar hetta til útivið 3 mill.
Her sæst eisini, at ein einstakur
gevari, Tømmerhandler Jacobsen,
København, hevur latið kr. 2.000,
sum má sigast at hava verið ein
risaupphædd. Seinni lat Føroya
Banki, eina líknandi upphædd,
eins og nógv onnur dugnaðu felag-
num. Fyrsti formaður hevur verið
Hjalmar Heerup amtslækni.
Árliga limagjaldið í felagnum
var kr. 2 ella kundi gjaldast kr. 100
eina ferð fyri allar.
Í frágreiðing í søgu hjá sjúkra-
kassunum verður greitt nærri frá
hesum felagnum, sum sjálvsagt
hevði neyvt samband við virk-
semið hjá sjúkrakassunum, sum
rindaðu sín part av kostnaðinum.
Ein stórur partur av virksemi-
num var at linna um hjá teimum
húskjum, sum vóru rakt av tuberkl-
um. Hetta kravdi nógvan pening,
og tað vóru nógvar góðar kreftir,
sum hjálptu. Tey flestu hava
hoyrt um svenska filmmannin
Nordenskjøld, sum gjørdi film úr
Føroyum í 30-unum. Yvirskotið av
hesum filmi gav hann felagnum.
So við og við gjørdist tíbetur
minni og minni brúk fyri felagnum,
og at enda varð tað avtikið í 1962.
Tuberklafelagið
útvegaði sjálvt
hospital
Í fyrstu frágreiðingin hjá Tuberkla
felagnum sigur formaður Hjalmar
Heerup:
Efter en forberedende Foredrags-
tourne stiftedes den 19. Oktober
1924 den færøske Forening til
Tuberkulosens Bekæmpelse med
det Formaal at vække Befolkn-
ingens Interesse for Kampen
mod den voksende Tuberkulose
her paa Øerne. Foreningen fik
Navnet “Føroya Felag móti
Tuberklasjúku”, og tæller nu 1149
Medlemmer.
Når man nu udgiver en Beretn-
ing om den forholdsvis korte
Tid, Foreningen har bestaaet,
er Hensigten dobbelt - dels at
styrke Interessen hos de Med-
lemmer, der allerede staar i
Foreningen, ved at vise, hvad
den har udrettet, og dels at
virke i Foreningens Hensigt ved
2 kjólar
4 ulltroyggjur (við høgum hálsi og
longum ermum)
4 pør av ullintum sokkum
3 pør av buksum
skjúrt
4 serkir
3 náttroyggjur
12 lummaturrikløð
1 skógvar ella styvlar
1 kapskógvar
1 morgunskógvar ella 4 pør av
rotuskóm við skóleistum
1 oljuklæði við sydvesti
1 klædnabust
Um sjúklingurin átti eitt lumma-
ur og galosjir og posatroyggju,
átti hetta at vera tikið við. Meira
átti ikki at verða tikið við, tí tað
kundi illa fáast pláss fyri meira í
skápinum, sum sjúklingurin fekk á
sjúkrahúsinum. Sjúklingurin skuldi
eisini hava kamb ella hárbust við
umframt tannbust. Hetta kundi
tó eisini fáast til innkeypsprís á
sjúkrahúsinum. Átti sjúklingurin
eitt læknatermometur skuldi tað
takast við.
Á øllum klæðum skuldi seymast
eitt nummar, sum sjúklingurin
fekk sendandi.
Sjúkrahúsið átók sær ikki at
goyma ov stór kuffert. Men tað
kundi hava virðislutir í varðveitslu.
Talan var um tvey
sjúkrahús
Í Dimmalætting og Tingakrossi
var dagfest 21. mai ein frágreið-
ing frá amtmanninum Christian
Bærentsen ”Om optagelse paa
Sygehuset i Hoydal”.
Hetta er ein frágreiðing til
almenningin og eisini vegleiðing
til komandi sjúklingar og fara vit
at taka brot úr hesi grein, sum
eisini kom som serprent.
Sagt verður milum annað:
Vanliga verður tosað um sana-
toriið sum eina eind. Men tað er
ikki heilt rætt. Talan er um tvær
sundurskildar deildir. Onnur er
ein ”Folkesanatorieafdeling” og
hin er ein ”Tuberkulosehospitals
afdeling”, sum hvør hevði pláss
til 16 sjúklingar. Hvør deild hevði
átta sjúklingar av hvørjum kyni.
Tilsamans vóru tískil 32 pláss.
Á teirri fyrru deildini
skuldu bert viðgerðast fólk,
sum høvdu lungnatuberklar á
byrjunarstigi, meðan á seinnu
deildini vóru sjúklingar, har
sjúkan hevði gjørt meira vart
við seg. Deildin var serliga
ætlað slíkum, ”der af særlige,
ofte kun foreløbige Grunde,
ikke kunne drage tilbørlig.
Nytte af Behandlingen paa et
Sanatorium.” Í báðum førum
var bert talan um sjúklingar við
tuberklum í lungunum.
Gjaldið og
kostnaður
Gjaldið á sanatoriudeildini
var kr. 3 um dagin fyri hvønn
sjúkradag og kr. 2 fyri børn
undir 15 ár. Á hospitalsdeildini
var gjaldið ávikavist kr. 2,50 og
kr. 1,66 um dagin.
Men fyri ”ubemidlede”
rindaði staturin ¾ av hesum.
Tað var vist eisini so, at
sjúkrakassin rindaði gjaldið hjá
sjúklinginum hjá sínum limum.
Síðan greiðir amtmaðurin
frá, at tað er ”Færøernes Amts-
kommune”, sum hevur staðið
fyri byggingini av sanatoriinum
við tilskoti frá statskassanum.
Hetta tilskotið hevur verið upp
til kr. 2.000 pr. song, tó ikki
meira enn kr. 60.000. Roknað
verður við, at hetta dekkar
helvtina av kostnaðinum.
Danska tuberklafelagið hevur
stuðlað við 10.000 krónum.
Samlaði kostnaðurin var um kr.
130.000.
Statstilskotið verður mett
til at verða kr. 23.944 við
fullsettum sjúkrahúsi.
Tórshavnar Kommuna hevur
uttan viðurlag fyri 50 ár, og við
møguleika fyri framleinging í
enn 50 ár, latið sanatoriinum
brúksrætt til økið í Hoydølum.
Hon hevur eisini latið gera
veg niðan til Hoydalsá. Hetta
arbeiðið var boðið út, og boðini
lógu um kr. 1,50 – 2,00 fyri
hvønn favn.
Tuberklafelagið
Her sæst TB, sum var eitt beinleiðis úrslit
av virkseminum hjá tuberklafelagnum
Peningakassin hjá tuberklafelagnum, vanliga kallaður “landskassin”