mikudagur 11. juni 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
[ Nr. 110 - 11. juni 2008 ]
Portugisiski lands
liðsvenjarin, tann
brasilianski Scolari
er ein maður, sum
ikki bakkar fyri
at brúka øðrvísi
framferðarhættir
fyri at røkka málum
sínum
Fótbóltur
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Aftaná flotta fótbóltsspælið
hjá Portugal ímóti Turka
landið leygarkvøldið eru
fleiri, sum fegnast um tað,
sum Portugal borðreiddi
fyri
sjónvarpshyggjarum
kring heimin. Venjari hjá
Portugal er 59 ára gamli
brasiliumaðurin,
Luiz
Felipe Scolari, sum er av
italskari ætt. Familjan hjá
honum kemur upprunaliga
úr Veneto í Italia. Tí hevur
Scolari bæði brasilskan og
italskan ríkisborgararætt.
Millum manna ber Scol
ari kelinøvnini »Filipao«
og »Big Phil«. Í 2001 tók
Scolari við leiðsluni av
einum kreppuraktum bra
silskum landsliði, sum var í
stórum vanda fyri ikki at
røkka HMendaspælinum.
Nakað sum ongan tíð áður
er komið fyri. Eitt ár seinni
hevði »Filipao« vent øllum
á høvdið, og Brazil gjørdist
heimsmeistari aftaná 20
finalusigur á Týsklandi.
Tann hart arbeiðandi og
strangi Scolari hevði fingið
brasiliansku heimsstjørnur
nar at samstarva bæði á og
uttanfyri vøllin. Talan var
ikki bara um flótandi álops
spæl frá Ronaldo og Ri
valdo, men talan var eisini
um hart arbeiðandi mið
vallarleikarar, og eina krút
sterka verju.
Serlig fyrireiking
Áðrenn HMendaspælið í
SuðurKorea og Japan í
2002 gav hann øllum spæl
arunum í brasilianska hópi
num hvør sítt eintak av bók
ini hjá kinverjanum, Sun
Tzu, sum fyri 2.500 árum
síðani skrivaði verkið, sum
á enskum verður nevnt
»The art of War«. Sam
stundis syrgdi hann fyri at
motivera spælarnar á ein
meiri bleytan hátt eisini.
Hann syrgdi fyri, at brasili
anskur veitslutónleikur hjá
brasilianska tónaskaldinum,
Sangalo alla tíðina tónaði í
venjingarøkinum, so hann
var vísur í, at spælarnir
vóru í góðum lag eisini.
Við krígsbókmentunum
hjá Sun Tzu og tónleikinum
hjá Sangalo syrgdi Scolari
fyri, at brasilsku spælarnir
vóru væl fyri taktiskt, eins
væl og teir fingu fylt sinnið
við heimligum veitslutón
leiki, so teir vóru róligir í
sinni. Og í juli 2002 gjørdist
Brazil
heimsmeistari
á
fimta sinni.
Hann hevði henda faðir
liga framferðarháttin. Hann
visti, hvussu hann kundi
hava okkum allar í síni hulu
hond!, hevur heimsmeistarin
frá 2002, Edilson sagt um
Luiz Felipe Scolari.
Nevaslag
Men tann ídni og hart
arbeiðandi Scolari er eisini
onkuntíð farin út um mark.
Scolari tók við starvinum
sum portugisiskur landsliðs
venjari í 2003. Í EMenda
spælinum í 2004 førdi hann
Portugal til finaluna í Lissa
bon, men í finaluni kláraði
hann ikki at bróta taktiska
grikska múrin hjá Otto
Rehagel niður, og máttu
portugisar taka til takkar
við einum silvurmerki. Í
HMendaspælinum í 2006
eydnaðist tað Scolari at føra
Portugal til hálvfinaluna,
men har taptu teir 01 móti
Frakland. Í dystinum um
bronsukrónurnar tapti Portu
gal 13 ímóti vertstjóðini,
Týsklandi. Kortini var talan
um besta úrslit hjá Portugal
síðani
HMbronsuna
í
1966.
Millum manna sigst, at
slagorðið hjá Scolari er
»Win or die trying«. Hetta
slap serbiski verjuleikarin
Ivica Dragutinovic at føla í
september í fjør. Scolari var
sera misnøgdur við harða
spælistílin hjá Dragutinovic,
og gav Scolari honum ein
logandi kjaftfisk. UEFA
kundi ikki lata slíkt fara
óátalað fram við borðinum,
og varð Scolari leikbannaður
í fýra dystir, eins og hann
fekk eina bót á 90.000 kr.
Men henda ógerðin fekk
ikki stjørnuna hjá Scolari at
falla í Portugal. Nógvir av
teimum portugisisku fjøl
miðlunum hava tulkað neva
slagið, sum eina ímynd av
tí faðirliga venjarunum,
sum vil fara gjøgnum eld
fyri at verja sínar spælarar.
Kortini hevur Scolari ikki
havt stabilar útmeldingar
um
møguleikarnar
hjá
Portugal at vinna EM í
Sveis og Eysturríki. Tíðum
hevur hann sagt, at Portugal
eru favorittar, og tíðum
hevur hann roynt at dempa
vónirnar hjá viðhaldsfólkum
og fjølmiðlum. Í samrøðu
við BBC fór Scolari so
langt, at hann segði:
Um eg segði, at eg ikki
hevði álit á mínum egna
liði, so hevði eg verið drip
in!. So úttalilsini eru ikki
altíð so støðug.
Nei til Ongland
og Mexico
Í 2006 sýtti Scolari fyri at
taka av einum tilboði, um at
gerast enskur landsliðsvenj
ari. Ein riðil av enskum
fjølmiðlafólkum møttu upp
uttanfyri húsini hjá honum
í Lissabon, og hetta var
avgerandi fyri Scolari at
taka avgerðina um, at hann
vildi ikki verið partur av
einum enskum fjølmiðla
sirkusi. Fyri einum mánaði
síðani var tað Mexico, sum
fekk noktandi svar frá
Scolari. Scolari sigst verða
millum evnini til at taka
yvir tann heita venjarasessin
í
Chelsea.
Portugisiski
Chelseaverjuspælarin,
Ricardo Carvalho hevur
tosað alment og opið um, at
Scolari átti at valt eina
yrkisleið, sum venjari í
London. Scolari vil kortini
einki siga um hvat fer at
henda
aftaná
EMenda
spælið.
Tað er vanligt, at ein
venjari verður settur í sam
band við onnur feløg, tá ein
sáttmáli er við at ganga út.
Men eg havi ikki tikið nakra
avgerð enn. Mín einasta
avgerð higartil er at arbeiða
til EMendaspælið er lið
ugt.
Hvat Scolari, sum lærdi
Brasil at spæla við høvdi
num, og sum hevur lært
Portugal at fara eftir sigri
num, finnur uppá, er tað
eingin, sum torir at geva
eitt endaligt boð uppá. Men
arbeiðsleysur verður hann
neyvan.
Rioch skal venja Jón Róa
AaB hevur loksins gjørt av, hvør nýggi venjarin hjá donsku
meistarunum verður. Ikki óvæntað fall valið á Bruce Rioch, sum fram
til í fjør var venjari hjá OB. Og við hesum hevur AaB fingið ein sera
royndan venjara. Sum spælari var hann eitt skifti fastur partur av
skotska landsliðnum, og sum venjari hevur hann staðið á odda fyri
Arsenal, har hann tók við eftir at George Graham gjørdist partur av
muturgølu.
Unglingafinalan í kvøld
Í kvøld verður finalan um Thomas Dam steypið spæld í Havn.
Í ár eru tað KÍ og B36, sum hittast í finaluni, sum ofta hevur
verið sera tøtt. KÍ vann í fjórðingsfinaluni 30 á 07 Vestur,
áðrenn teir í hálvfinaluni vunnu 20 á útivølli móti EB/Streymi.
Hjá B36 varð vegurin til finaluna vunnin við 60 sigri á
Víkingi og 51 sigri á ÍF í hálvfinaluni. Finalan, sum verður
spæld á Skála, byrjar klokkan 19.00, og er tað Ransin N.
Djurhuus, sum heldur floytuni.
Luiz Felipe Scolari:
Brasilianskur veitslutónleikur
og kinesisk krígsførsla
Luiz Felipe Scolari