Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-11, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 11. juni 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 110 - 11. juni 2008 tíðindi Sosialurin og Rás2 hava gjørt eina longri samrøðu við Jóannes Eidesgaard, nú hann hevur sitið sum løgmaður teir fyrstu 120-130 dagarnar. Greinin er skrivað burtur úr hesi samrøðu. Eisini fara vit at hoyra brot av samrøðuni sum tíðindainnsløg á Rás2 komandi dagarnar. Samrøðan verður send í heilum líki eftir tíðindasendingina klokkan 17 fríggjadagin 13. juni Politikkur Kári Mikkelsen Jón Brian Hvidtfeldt Sosialurin og Rás2 Samgongan hevur nú góðar fýra mánaðir á baki, sum ikki kunnu sigast at vera farnir serliga stillisliga fram. Grundleggjandi ósemjur millum bæði flokk­ ar og tingfólk innanhýsis í samgonguni komu longu fram undir samgongusam­ ráðingunum. Hesar ósemjur hava hildið fram alla hesa fyrstu tíðina við samgonguni millum teir tríggjar flokk­ arnar, Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Miðflokkin. Tað málið, sum hevur fylt nógv mest hetta fyrsta tíðar­ skeiðið, er málið um undir­ sjóvartunlarnar; serliga Sandoyartunnnilin og nú í seinastuni, Landssjúkrahús­ ið. Teir báðir tingmennirnir úr Sandoynni koyrdu teirra valstríð upp á at lova íbúgv­ unum í Sandoynni fast sam­ band, og hetta hava teir hild­ ið fast við eftir at vera kom­ nir inn sum 16. og 17. mað­ ur í samgonguni. ­ Tað einstaka málið, sum hevur verið akilleshælurin í samgonguni, hevur verið málið um tunlarnar. Hetta hevur yvirskuggað tey flestu onnur mál og gjørt, at minni orka hevur verið til at taka aðrar tættir upp í politikkinum, og tí kann hendan byrjanin tykjast at hava verið øgiliga tung. Úti millum manna hevur hetta borið boð um meiri politisk­ an ófrið, enn vit áður hevur sæð, sigur Jóannes Eides­ gaard, løgmaður. Hann ger vart við, at longu undir samgongusam­ ráðingunum vistu partarnir, at málið um tunlarnar fór at vera eitt trupult mál, tí talan er um eina 17 manna sam­ gongu, og tá var tann eini tingmaðurin úr Sandoynni avgerandi. Síðan samgong­ an varð skipað, eru teir tveir. Hetta merkir, at um ein ella báðir tinglimirnir tóku stuðulin undir sam­ gonguni aftur, so var ikki longur talan um eina meiri­ lutasamgongu. ­ Samansetingin av sam­ gonguni hevur gjørt, at vit hava brúkt nógvar kreftir upp á at mýkja tunlamálið. Eg vil ikki siga, at vit hava loyst tað, men vit hava í øll­ um førum roynt at mýkt tað. Av tí sama hevur verið avmarkað, hvussu nógva orku vit hava havt til onnur mál. Vit síggja til dømis, at tað tók munandi longri tíð at fáa fíggjarlógina niðan í Løgtingið hesaferð, enn tað gjørdi í undanfarnu sam­ gongu. Spurdur um hann angrar, at hann ikki tók av tilboð­ num hjá Sjálvstýrisflokki­ num um at koma upp í sam­ gonguna, so meirilutin var størri, sigur Jóannes Eides­ gaard: ­ Sjálvandi er ein breið samgonga tryggari, um so er, at onkur loypur frá. Um tann møguleikin hinvegin er til staðar, at onkur kann gera tað, so er hetta tekin um, at politikkurin ikki er nóg væl samansjóðaður. Og at taka Sjálvstýrisflokkin inn eisini, hevði gjørt tunn­ ilsmálið upp aftur meiri fløkt, tí flokkurin fór jú upp á val at siga nei til Sand­ oyartunnilin, meðan Skála­ fjarðartunnilin skuldi liggja í privatum felag. So eg trúgvi ikki, at hetta hevði foreinklað málið, men tvørt­ urímóti gjørt tað uppaftur truplari, sigur løgmaður. Einaferð sá út til, at tit skuldu hava hjálp frá Sjálv­ stýrisflokkinum fyri at fáa skúladepilin í Marknagili ígjøgnum í Løgtinginum. Tað gjørdist so kortini ein breið semja. Hetta var ikki nakað serligt tekin at vísa hjá eini nýggjari samgongu, at tit so skjótt skuldu út eftir hjálp frá einum andstøðu­ flokki fyri fáa politikkin hjá tykkum ígjøgnum? ­ Hatta var ein mynd og eitt symptom upp á tann sama trupulleika, vit hava havt. Tá tú hyggur, hvør at­ kvøddi ímóti skúladepli­ num, so eru tað somu per­ sónar, sum hava strongt á við Sandoyartunlinum. Eg havi eisini sagt, at eg haldi tað vera ótrúliga langt úti, at politikarar taka eitt mál sum gísla fyri eitt annað mál. Fiskivinnan stórar trupulleikar Nógv hava undrast á, at samstundis sum stórur part­ ur av fiskiflotanum liggur svínabundin við kai, tí tað ikki loysir seg at fiska, so hava tit í samgonguni og í løgtinginum brúkt tíðina at stríðast um tunlar. Hvat sig­ ur tú til hesar atfinningar­ nar? ­ Eg skilji hetta ómetaliga væl. Ivaleyst eru mong í Føroyum, sum ikki síggja samanhang í tingunum, og sum hava ringt við at fata, hvat tað er sum gongur fyri seg í tí politisku skipanini. At vit viðgera íløgur fyri milliardir uttan at nevna við einum orði, at vit hava veld­ ugar trupulleikar úti í vinn­ uni. Hinvegin, tá tú ert politikari, so kanst tú ikki vera so stýrdur av, hvat gongur fyri seg í vinnuni. Tú noyðist alla tíðina at dyrka tað politiska spektrið, og um tað skuldi komið ein niðurgangstíð, so merkir hetta ikki, at alt annað skal steðga upp. Tú noyðist at hava eitt politiskt boð uppá, hvat skal henda. Og viður­ skiftini í fiskivinnuni hava vit umrøtt við reiðarafelagið, og eg havi avtalu við for­ mannin, at vit skulu venda aftur til spurningin, um ting­ ini útvikla seg. Men teir trupulleikarnir við høga oljuprísunum eru so kollossalir, at tað er nakað, sum hvørki reiðarafelagið ella landsstýrið hava nakra skjóta loysn uppá. Vit fara at geva royndarloyvi til onkrar av lemmatrolarunum til at partrola fyri at vita, um tað ber til og harvið spara olju. Annars er tann trupulleikin fyri trolara­ flotan so stórur, at tað ikki er gott at vita, hvat tað end­ ar við, sigur Jóannes Eides­ gaard. Løgmaður ger vart við, at hann heldur vildi brúkt ein spyrjitíma í løgtinginum uppá, hvat gerast skal við fiskivinnuna, um hendan støðan heldur fram og kanska versnar. ­ Tí er tað ongantíð ov skjótt at fáa avgreitt tunnils­ málið, so vit fáa leysgivið alla orku til onnur mál. Hevur tú so ikki havt tam­ arhald á tí politiska kjaki­ num og ikki kunnað stýrt tí? ­ Tað haldi eg meg partvís hava havt, men eg kann heldur ikki siga tað, at hesir hundraðatals sandoyingar­ nir, sum komu til Havnar at seta ein stemning í gongd, ikki skuldu koma. Í demo­ kratinum eru nøkur ting, sum tú noyðist at virða. Og tí er tað ikki eg, sum avgeri, nær man ikki diskuterar tunlar meiri í Føroyum. Men tann loysnin vit funnu á samgongufundinum, haldi eg er tann frægasta beint nú. Nevniliga at lata eina nevnd arbeiða fram til ólavsøku og so vóna, at vit hesa tíðina kunnu fáast við politikk. Mín vón er eisini, at nevndin leggur eina loysn fram á Ólavsøku, so vit kunnu fremja nøkur mál uttan at fáa tað stóra rokið um tað. Reytt kort frá Ingeborg Tað sær út til, at tín flokkur, Javnaðarflokkurin, hevur fingið arbeiðararørsluna á nakkan. Er ætlanin hjá tær miseydnað um at snara meiri til vinstru í nýggju samgonguni? ­ Nei, tað haldi eg ikki, og tað harmar meg sera nógv, at málið tú sipar til, útlendingamálið, hevur Tunlar størsta h Tunga byrjanin hjá samgonguni hongur neyvt saman við málinum um undirsjóvartunlar í Sandoynna og Eysturoynna. Uttan samanbering hevur hetta málið verið tað truplasta hjá løgmanni at koma ígjøgnum teir fyrstu góðu fýra mánaðirnar. Seinast er hann komin í politiskt óveður, eftir at hava sáa iva um álitið á sjúkrahúsleiðsluna 18