mikudagur 11. juni 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 110 - 11. juni 2008
fingið hesar reaktiónir í ar
beiðararørsluni. Er tað nak
ar, sum hevur brúkt tíð upp
á at fáa málið loyst soleiðis,
at bæði arbeiðstakarar og
arbeiðsgevarar kunnu liva
við tí, so eru tað eg og Javn
aðarflokkurin. Tí er hasin
kritikkurin eitt sindur órími
ligur. Tað er bláoygt at
halda, at Javnaðarflokkurin
skal renna ørindi fyri fak
rørsluna einsamalla. Sum
ábyrgdarflokkur og stjórnar
berandi flokkur er tað greitt
okkara skylda at taka atlit
til tann samlaða búskapin.
Vit hava óteljandi dømi um,
at partar av vinnuni hava
trot á arbeiðsmegi. Hetta
trotið hevur verið í longri
tíð, og tað harmar meg, at
útlendingamálið varð so
seint loyst, sum tað bleiv.
Orsøkin til hetta er, at vit
ikki vildu geva heilt leyst á
hesum økinum. Vit fingu
hetta markið við teimum
3,5 prosentunum inn í lóg
ina, sum eg harmist um, at
fakfelagsrørslan ikki sær
tað positiva í.
Men fakfelagsrørslan hev
ur sett nøkur krøv til,
hvussu hetta skal skipast.
Hví vilja tit ikki ganga
teimum á møti?
Tað meini eg, vit hava
gjørt, og eg kann endurtaka,
hvat eg havi sagt: Trý ting
vórðu framførd, og tey
vóru, at útlendingar ikki
skulu hava framíhjárætt.
Hinvegin, tá vit taka útlend
ingar inn, so má teimum
tryggjast arbeiði, hví skal
man annars taka tey inn.
Og framíhjárættin haldi eg,
vit eisini eru komin langt
við, tí Føroya Arbeiðsgev
arafelag hevur givið skriv
liga tilsøgn um at fara undir
samráðingar um eina fast
lønarskipan fyri fiskavirkis
arbeiði. Hetta kundi blivið
ein av teimum heilt stóru
sigrunum í fakfelagsrørsl
uni, um tað eydnaðist.
Næsta kritikkpunkið var
eftirlit, og har arbeiða vit
við at gera eina útlendinga
stovu, sum millum annað
skal taka sær av eftirlitinum.
Triðja punktið var kunn
ingin, og har er ein lóggáva
samtykt, at útlendingarnir
skulu verða kunnaðir um
teirra rættindi og teirra
skyldur á tí nýggja arbeiðs
plássinum. So eg meini, at
vit langan veg hava innfríað
tey ynskini, sum fakrørslan
hevur.
Samstundis hevur tú eina
útsøgn frá forkvinnuni í Før
oya Arbeiðarafelag, Inge
borg Vinther, at hon ikki
stuðlar Javnaðarflokkinum
longur?
Nei, tað havi eg noterað
mær, at hon hevur sagt.
Men við tí tilsøgnini Føroya
Arbeiðsgevarafelag hevur
givið og við tí brennandi
ynski, ið eg gangi út frá, at
Ingeborg Vinther hevur um
eina fasta løn, so burdi tað
verið ein fantastiskur møgu
leiki at fara í gongd nú og
arbeiða fram ímóti eini fast
lønarskipan. Og tað hevði
sjálvandi frøtt meg, um vit
kunnu virka til, at hetta
gerst veruleiki. Hinvegin
kann eg ikki diktera, hvat
Ingeborg Vinther skal at
kvøða politiskt. Tað verður
hennara avgerð, men eg
meini, at Javnaðarflokkurin
hevur borið seg ótrúliga
skilagott at í hesum máli
num. Eisini í mun til, hvørji
ynskir fakrørslan hevur sett
fram. Eg eg sakni tí eina
portión av rímuligheit í
kritikkinum. Serliga tá vit
hava fingið eitt hámark upp
á 3,5 prosent inn í lógina,
og tá hendan tilsøgnin um
fastlønarskipan fyriliggur.
Men tríggjar mánaðar eft
ir, at tú segði teg vilja snara
Javnaðarflokkinum
til
vinstru í nýggju samgong
uni, so kemur sjálv ímyndin
av føroysku arbeiðararørsl
uni, Ingeborg Vinther, og
sigur, at eg stuðli ikki
flokkinum longur. Hevur tú
ikki ein trupulleika?
Nei, eg havi avgjørt ikki
nakran trupulleikan, tí óan
sæð hvat Ingeborg Vinther
sigur, so meini eg, at poli
tikkurin er snaraður til
vinstru. Vit kunnu eisini
hyggja at øðrum tingum,
sum til dømis barsilsskip
anini, har frambrot eru hend
til frama fyri tey tímaløntu.
óttan móti samgonguni
➘
Arbeiðsbyrðan hjá løgmanni hevur verið so mikið stór teir
fyrstu fýra mánaðirnar, at hann enn ikki hevur havt stundir
til nakran frídag. Her í samrøðu við Rás2 og Sosialin
Mynd: Jens Kristian Vang
tíðindi 19