mikudagur 11. juni 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 110 - 11. juni 2008
tíðindi
Og tað koma at henda onnur
frambrot. Politikkurin er
rættur, sjálvt um Ingeborg
Vinther ikki sær tað á sama
hátt, sum vit onnur. At tað
kemur kapping upp á ar
beiðsmegi
uttanífrá,
er
sjálvandi ein nýggj støða
fyri Ingeborg Vinther, og
tað setir onnur krøv til henn
ara sum fakfelagsleiðara.
Brotin vallyfti
Valstríðið koyrdi nógv upp
á gransking og mentan,
men hetta sæst ikki nógv aft
ur til í fíggjarlógini. Hava
tit ikki brotið eitt vallyftir
her?
Nú ert tú skjótur at
døma. Tað er ikki rætt, at
granskingin hevur verið
fyri vanbýti, tí vit fáa meiri
gransking á fiskivinnuøki
num og á vinnuøkinum.
Tað er rætt, at Kristina
Háfoss fekk valið ímillum
at lyfta granskingina ella
útbúgvingina. Hon valdi so
at gera nakrar uppraðfest
ingar á Fróðskaparsetrinum,
tí pengar vóru ikki til bæði.
Í
nýggja
lestrarárinum
verða fýra nýggj útbúgving
artilboð har sett á stovn.
Tað er nú einaferð so, at tú
verður noyddur at raðfesta,
og hon valdi so at gera tað á
Fróðskaparsetrinum. Men
tað er ikki so, at granskingin
hevur mist pengar, men
kanska er hon ikki upprað
fest so nógv, sum gransk
ingin sjálv ynskir.
Í undanfarna valskeiði
brúktu tit nógva orku at
formulera eina Visjón 2015.
Hesa hava vit onki hoyrt til
í nýggju samgonguni. Er
visjónin deyð?
Nei, tað er hon ikki. Eg
kundi øgiliga gjarna hugsa
mær, at vit í heyst fingu eitt
aðalorðaskifti um visjónina,
tí hon er ongantíð meiri
aktuell enn júst nú.
Hvussu ber tað til, at vit
hava hoyrt so lítið um
visjónina teir fyrstu 120
dagarnar. Er tað ikki júst
nú, tit skulu leggja lunnar
undir hana?
Eg haldi, at fleiri av
teimum tingunum, vit hava
sæð í orðaskiftinum, eitt nú
á umhvørvisøkinum, eru
beinleiðis tikin úr visjónini,
so hon livir sítt fríska lív.
Eitt annað, sum nýggja
samgongan hevur sett sær
fyri, er at skerja blokkstuð
ulin við 117 mió. krónum.
Tá tú so hugsar um tær
ovurhondsstóru íløgur, ið
skulu gerast og at rakstrar
útreiðslurnar eru vaksandi;
hongur tað so yvirhøvur
saman at skerja blokkstuð
ulin í sama tíðarskeiði?
Hatta var ein øgiliga
sambandsligur spurningur.
Um tú hevur hasa fatanina,
at vit ongantíð fara at lækka
blokkin, uttan so vit finna
eitt stað at brúka hesar peng
arnir til, so koma vit ong
antíð at gera tað. Tað er væl
eisini ein spurningur um at
hava eina kós ímóti einum
meiri sjálvberandi búskapi.
Allir flokkar eru samdir um
at miðja ímóti einum bú
skapi, sum er leysur av
gjøldum aðrastaðni frá –
eisini Javnaðarflokkurin og
Sambandsflokkurin.
Men
okey, tað er rætt sum tú sig
ur, at tá hetta við blokknið
urskurði so verður gjørt, er
tað týdningarmikið at gera
tað soleiðis, at tú ikki loypir
hvøkk í alt samfelagið. Tí
eri eg glaður fyri, at vit
fingu í samgonguskjalið, at
politisk tiltøk skulu gerast
út frá tí búskaparligu støðu,
sum er galdandi í samfelag
num. Hetta merkir, at tá vit
í 2010 eru komin til at
skerja blokkin, so mugu vit
eisini hava eina fíggjar og
búskaparstøðu sum ger tað
gjørligt at gera tað, soleiðis
at hetta ikki rennir sam
felagið út í ein skelk av hesi
orsøk.
Ongantíð aftur
ongar kvinnur
Tú hevur tríggjar kvinnur í
hesum
landsstýrinum.
Hvussu ávirkar tað arbeiðs
lagið í samgonguni?
Tað frøðir meg, at eg
fekk rætt í tí spádóminum,
at undanfarna landsstýri
nokk bleiv tað seinasta, har
ongin kvinna var. Eg ivist
heldur ikki í, at tað bleiv
tað seinasta landsstýri við
bara monnum. Tað er gott,
at vit fingu lyft upp í okkara
javnstøðuviðurskiftum, og
eg eri sera fegin um, at vit
hava fingið kvinnur í lands
stýrið. Oftani fær man tað
mest nyanseraðu myndina
av trupulleikum og loysn
um, tá tað er eitt samanspæl
millum kynini bæði. Tá vit
sita rundan um borðið her í
Tinganesi, er tað rættiliga
týðuligt, at kvinnurnar oft
ani síggja mál øðrvísi, enn
vit menn traditionelt gera.
Nú hevur tú sitið góðar
120 dagar sum løgmaður í
eini nýggjari samgongu.
Hvussu ert tú nøgdur við
hetta tíðarskeiðið?
Má viðganga, at tað
hava verið nokkso strævnir
dagar. Eg vóni, at vit fáa
møguleikar nú fram móti
ólavsøku, tá vit leggja á
aftur, at finna okkum sjálvi
og fáa arbeiðið at glíða eitt
sindur betri, enn tað hevur
gjørt. Vit hava brúkt alt ov
nógva orku upp á tunnils
málið. Tað er eitt rættiliga
breitt forstáilsi fyri máli
num, men eg haldi ikki, tað
er rætt at brúka alla okkara
orku at umrøða tunlar, tí vit
hava so nógv onnur mál,
sum bíða eftir okkum.
Men ert tú komin har til,
sum tú ætlaði tær hetta
fyrsta tíðarskeiðið?
Tað haldi eg. Vit hava
fingið loyst nøkur veldug
mál, sum útlendingamálið
og skúladepilin í Markna
gili, umframt at vit hava
fingið sett hol á nøkur mál,
so eg haldi, vit eru komin
væl frá byrjan.
Hevur tað verið strævnari
at vera løgmaður nú, enn
tað var í undanfarna val
skeiði?
Nú vóni eg ikki, at tú
sært tað á mær, men tað
hevur verið nokkso strævið,
ja!
Hvussu fært tú luft, og
hvussu slappar tú av?
Eg minnist undir sam
gongusamráðingunum,
at
vit fyrst brúktu eina viku
upp á at samráðast við
flokkarnar í undanfarnu
samgongu og síðani eina
viku upp á hesa. Tá segði
Hans Pauli Strøm við meg,
at nú helt hann, at eg skuldi
taka mær nakrar dagar frí,
tá alt var komið upp á pláss.
Teir dagarnar havi eg enn
ikki tikið, tí tað alla tíðina
hava verið mál, sum eg skal
avgreiða ella grípa inn í. At
vera løgmaður er strævið
og torført at forútsíggja,
nær man kann halda frí. Tað
veit man, sigur Jóannes
Eidesgaard, løgmaður.
Hann sigur seg vóna at
fáa nakrar frídagar millum
Jóansøku og Ólavsøku.
Síðani samrøðan varð
gjørd, er løgmaður komin
út í nýtt illveður. Hesaferð
er tað ikki um undirsjóvar
tunlar, men um fíggjarligu
karmarnar á Landssjúkra
húsinum, har hann hevur
loypt øði í alla leiðsluna,
sum í vikuskiftinum hótti
við at leggja frá sær. Hetta
kom tó ikki so langt ...enn í
hvussu er.
… Tunlar størsta hóttan móti samgonguni
Jóannes Eidesgaard viðgongur, at hetta fyrsta tíðarskeiðið við nýggjari samgongu hevur verið munandi strævnari enn vanligt. Hann vónar, at arbeiðslagið hjá samgonguni fer at batna í nýggju
tingsetuni eftir Ólavsøku
Mynd: Jens Kristian Vang
20