Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juni 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 111 - 12. juni 2008 Mánadagin letur Cafe Karlsborg í Vágsbotni aftur. Eftir langa tíðs togan við Fiskimanna­ felagið, sum eigur bygningin, gevur Olevina Joensen nú skarvin yvir og gevst, hóast hon er ógvuliga hørm um uppsagnirnar – tí tær hevur hon fingið í fleiri umførum CAFELÍV Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Hon hevur lagt lív og sál í Cafe Karlsborg. - Eg havi avsýrað hvørt viðarsprek her inni, og eg og maðurin hava sjálvi innrættað cafeina, sigur Olevina Joensen. So tað er eitt sindur beiskt hjá Olevinu Joensen nú at siga farvæl til Cafe Karls- borg eftir níggju góð ár. - Samstarvið við Fiski- mannafelagið síðani tað hevur fingið nýggjan for- mann hevur verið ógvuliga vánaligt. Teir blanda seg í alt. Sjálvstýrisflokkurin plagdi at hittast her hvørt hóskvøld, men so ringdi formaðurin í Fiskimanna- felagnum til teir og bóðu teir halda seg burtur. Eisini nokta teir fyri, at cafein kann fáa skeinkiloyvi, sigur Olevina Joensen, sum er ógvuliga ørg inn á Jan Højgaard. Hon hevur fingið ikki minni enn tríggjar uppsagn- ir. Grundgevingin í fyrstu uppsøgnini var, at viðurin skuldi vera fullur í fýri, men tað avvísir Olevina Joensen. Aðru ferð var grundgevingin hon, at bygningurin skuldi seljast, men hetta gjørdist av ongum, og nú triðju ferð er orsøkin hon, at húsini skulu takast niður, og ein aktiver- ingsmiðstøð fyri skaddar sjómenn skal byggjast har í staðin. - Eg havi verið í rættinum við málinum, og dómurin har var, at enn kann verða verandi í hølunum fram til ein mánað undan, at bygn- ingrin skal rívast niður. Men tað leggur Fiskimanna- felagið líka í, sigur Olevina Joensen. Hon letur ólíka betri at undanfarna formanninum í Fiskimannafelagnum, Óla Jacobsen. - Bara eg var nøgd, so var alt í lagi frá hansara síðu, sigur Olevina Joensen. Gongur væl Cafe Karlsborg er ein ógvuliga hugnalig cafe. - Stórviðurin er partvíst av einari gamlari kirkju, partvíst av einari gamlari slupp, greiðir Olevina Joensen frá. Suðurendin er ein grót- veggur, sum er prýddur við hópinum av prýðislutum. - Ja, hasum vegginum eru nógvar myndir tiknar av. Útlendingar eru ovfarnir av øllum pyntinum, sigur Olevina Joensen. Og hon hevur vitjan av nógvum útlendingum. - Her koma fult av útlendingum um sumrarnar, og eg fái javnan postkort sendandi allastaðni frá í heiminum, sigur Olevina Joensen. Men tað er eitt fólkaslag, sum hevur ein serligan tokka til Cafe Karlsborg. - Íslendingar halda hetta meiri ella minni, at hetta er ein íslendsk cafe burtur av. Teir streyma beinleiðis av Norrönu og yvir her í Vágs- botn, sigur Olevina Joensen. Men hon hevur eisini fleiri føroyskar stamkundar, og hon heldur tað hevur serligan áhuga – eisini millum íslend- ingar – at hon borðreiður við skerpikjøti og øðrum føroyskum viðskera. - So tað er ógvuliga harm- iligt, at eg nú má gevast, nú summarið stundar til og eg skal til at tjena pengar. Vit eru jú kend um allan heim, og hava enntá verið í BBC, sigur Olevina Joensen. Men hon orkar sum nevnt ikki at berjast við Fiski- mannafelagið meira. Útlærd dekoratør Cafein hevur bert verið opin summarmánaðirnar, og tað er sjálvandi tá, hon skal forvinna peningin. - Eg plagi at leiga hølini út til jólaborðhald, barna- dópar, føðingardagar og líknandi um veturin. Leiga skal jú gjaldast alla mán- aðirnar, so tað hjálpir væl til, sigur Olevina Joensen. Men nú verður so eingin Cafe Karlsborg meira, og mánadagin er seinasti dag- urin, at cafein er opin. - So fari eg at rigga av. Vónandi fái eg selt stóru lutirnar so sum køliskápini og cappucino maskinuna, og so ætli eg mær at hava eina »garagusølu« her eina- ferð seint í komandi viku, sigur Olevina Joensen. Restin, sum tá verður eftir, ætlar hon at geva til Reyða Kross. Men hóast Olevina Joen- sen harmast um at noyðast at gevast, og hóast hon metir cafeina sum eitt gullnám, um hon fær neyðugu hjálpina, so ætlar hon sær kortini ikki at seta seg hendur í favn, nú hon gevst við cafeini. - Eg eri útlærd sum dekoratør, so eg kann altíð falla aftur á tað. Men fyrst skal eg hava eina feriu, og eftir hana havi eg nógv jørn í eldinum, sigur Olevina Joensen, sum altso hevur sín seinasta arbeiðsdag á Cafe Karlsborg í Vágsbotni mánadagin. Orki ikki at berjast meir Olevina Joensen hevur trivist ógvuliga væl sum vertur á Cafe Karlsborg í Vágsbotni Mynd: Álvur Haraldsen Mánadagin er seinasti dagur, Cafe Karlsborg er opin Mynd: Álvur Haraldsen Jan Højgaard, formaður í Fiski­ mannafelagnum, vísir aftur, at hann skal hava lagt fótonglar í vegin fyri Olevinu Joensen og Cafe Karlsborg CAFELÍV Leo Poulsen leo@sosialurin.fo - Eg havi ongantíð tosað við Olevinu Joensen. Eg royndi at fáa hana á tal, men tað tóktist, sum rann hon undan mær, sigur Jan Højgaard, tá vit spyrja hann, um hann hevur givið Olevinu Joensen eina ringa viðferð. Hann váttar, at Fiski- mannafelagið hevur sagt leigusáttmálan upp. - Húsini eru í so ringum standi og uppetin av fýri, at tað er beinleiðis óforsvarligt at hava tey standandi, sigur Jan Højgaard. Hann sigur víðari, at Olevina Joensen ætlaði at selja ognina undan Fiskimannafelagnum, og at teir tí máttu tryggja sær framhaldandi ræðis- rætt yvir húsunum. - Hon sendi okkum eitt bræv, har hon boðaði frá, at hon fór at gevast, og at hon ætlaði at selja virk- semið víðari, sigur Jan Højgaard. Ætlanin er sambært formanninum at ríva bygningin niður og byggja nýtt. - Eg eri ikki greiður yvir, um bygningurin er friðaður, men um so er verður alt gjørt í samráð við býráðið, sigur Jan Højgaard, sum leggur dent á, at hann á ongan hátt hevur lagt Olevinu Joensen fótonglar í veg- in, og at hann ógvuliga fegin samstarvar. Eg vil fegin samstarva Kanska ikki einsamallur Wolfgang Priklopil var kanska ikki einsamallur um at burturflyta tað tá 10 ára gomlu Nataschu Kampusch. Løgreglan í Wien hevur sett saman ein nýgjan bólk av detektivum, sum skal kanna málið gjøllari. Ein húsameklari er undir illgruna, og bleiv tað longu fáar dagar eftir, at Kampusch hvarv. Eisini er mamma at Nataschu Kampusch, Brigitta Sirny, undir illgruna. Tað heldur í hvussu er ein pensjón- eraður Dómari, Martin Wabl, sum heldur, at mamman framdi skip- aðan kynsligan ágang móti dóttrini, og at ótta fyri at verða avdúka skipaði hon fyri burturflytingini saman við Wolfgang Priklopil. 6,7 milliardir upp í royk Myndin er frá februar mánað, men tær eru nústaðni almannakunngjørdar av amerikanska verjumálaráðnum, og nú liggja upptøkurnar á YouTube. Tær vísa eitt B-2 bumbuflogfar, sum undir fráferð á Andersen Air Force Base á Guam, fær trupulleikar. Tá vinstri vongur tekur í jørðina, skjóta flogskipararnir báðir seg úr flogfarinum, sum stutt eftir rakar jørðina og eldur kemur í. Flogskip- ararnir fingu bert smærri snuddir, men flogfarið, sum kostar 6,7 milliardir krónur, gjørdist vrak.