hósdagur 12. juni 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 111 - 12. juni 2008
6,7 milliardir upp í royk
Myndin er frá februar mánað, men tær eru nústaðni
almannakunngjørdar av amerikanska verjumálaráðnum,
og nú liggja upptøkurnar á YouTube. Tær vísa eitt B-2
bumbuflogfar, sum undir fráferð á Andersen Air Force
Base á Guam, fær trupulleikar. Tá vinstri vongur tekur í
jørðina, skjóta flogskipararnir báðir seg úr flogfarinum,
sum stutt eftir rakar jørðina og eldur kemur í.
Flogskipararnir fingu bert smærri snuddir, men flogfarið,
sum kostar 6,7 milliardir krónur, gjørdist vrak.
Kanska ikki einsamallur
Wolfgang Priklopil var kanska ikki einsamallur um at
burturflyta tað tá 10 ára gomlu Nataschu Kampusch. Løgreglan
í Wien hevur sett saman ein nýgjan bólk av detektivum, sum
skal kanna málið gjøllari. Ein húsameklari er undir illgruna, og
bleiv tað longu fáar dagar eftir, at Kampusch hvarv. Eisini er
mamma at Nataschu Kampusch, Brigitta Sirny, undir illgruna.
Tað heldur í hvussu er ein pensjóneraður Dómari, Martin Wabl,
sum heldur, at mamman framdi skipaðan kynsligan ágang móti
dóttrini, og at ótta fyri at verða avdúka skipaði hon fyri
burturflytingini saman við Wolfgang Priklopil.
Tilboðið frá mann
ingunum á lemma
trolarunum til reiðar
arnar fyri at fáa teir
aftur til fiskiskap,
munar púra onki,
og tí liggja skipini
framvegis
Fiskiskapur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Manningarnar á lemmatrol-
arunum eru til reiðar at fara
niður í løn fyri at hjálpa trol-
arunum at fara aftur til fiski-
skap
Men tað munar púra onki.
Tað, sum, manningarnar
hava bjóðað sær til, er at
lækka hýruna eitt prosent
frá nú av til 1. november.
Sostatt skal hýran lækka úr
27% niður í 26%.
Tað var úrslitið eftir
kreppufundin á Tvøroyri
síðsta hóskvøld
Men sum skilst, var til-
boðið ikki ókeypis, tí aftur-
fyri skulu reiðarar binda
seg til at syrgja fyri, at allir
sáttmálar verða hildnir.
Hetta váttaði Eyðstein
Djurhuus, formaður í Skip-
ara-og navigatørfelagnum
fyri Rás2 á miðdegi.
Hann sigur, at treytin frá
manningunum fyri at fara
niður í hýru, er, at reiðarar
ikki gera sáttmálar við
einstøk skip.
Síðani kreppufundin á
Tvøroyri er onki hent og
reiðararnir hava ikki svarað
tilboðnum frá manningarfel-
øgunum.
Men ein orsøk kann vera,
at reiðararnir halda, at til-
boðið er so vánaligt, at tað
ger hvørki frá ella til.
Viberg Sørensen, formað-
ur í Reiðarafelagnum vil
ikki gera viðmerkingar til
tilboðið.
Men hann staðfestir eis-
ini, at hóast allur bati bøtir,
er hetta so lítið, at tað mun-
ar púra onki.
Aðrir reiðarar siga, at
kravið frá manningarfeløg-
unum um at halda sáttmál-
arnar, ber rætt og slætt ikki
til at ganga á møti, tí teir
kunnu ómøguligt ansa eftir,
at manningar gera serligar
avtalur.
- Tað verður ikki hetta,
sum fær lemmatrolararnar
aftur til fiskiskap, tí tað
skal nógv meiri til, leggur
hann afturat.
Poul Hansen, reiðari á
Bresti, er samdur.
Eitt prosent av einari milli-
ón er 10.000 krónur, so kann
ein og hvør hugsa sær til,
hvussu stóran mun hetta ger,
tá ið hvør lemmatrolari bunkr-
ar fyri 300.000-400.000 krón-
ur til hvønn túr.
- Kreppan er so stór, at
hetta klára vit ikki at koma
burturúr við avtalum ímill-
um manningar og reiðarar
einsamallur.
Marner Lisberg sigur, at
tilboðið frá manningunum,
gevur hvørjum lemmatrolara
einar 200.000-300.000 krón-
ur afturat um árið og tað er
minni enn hvør trolari brúk-
ar í olju á hvørjum túri og tí
skal nógv meiri til fyri at
fáa bátarnar at loysa aftur.
Páll Hansen, formaður í
Maskinmeistarafelagnum
staðfestir, at samstundis,
sum fakfeløg krevja hægri
løn, tí at prísirnir eru so
nógv hækkaðir, bjóða mann-
ingarfeløgini seg til at at
fara niður í løn og talan er
um eina lønarhækking, sum
svarar til yvir 3%.
Fiskiflotin livir nú av
náði og miskunn frá
bankunum. Kemur
ikki álvarslig vend í,
fer tað allarmesta av
fiskiflotanum at liggja
bundin við bryggju
longu á Ólavsøku,
sigur formaðurin í
Reiðarafelagnum
Fiskivinna
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Hendir onki heilt alvorligt,
verður næstan allur fiski-
flotin lagdur longu á ólav-
søku.
So dapurskygdur er Vi-
berg Sørensen, formaður í
Reiðarafelagnum,
um
støðuna í fiskivinnuni.
Oljan bara dýrkar og dýrk-
ar og skipini fáa ikki saman-
hang í sjálvan raksturin.
- Tað er raksturin túr fyri
túr, sum ikki longur hongur
saman og tá er slett ikki
talan um at betala rentur og
avdráttir, tí tað er ikki hugs-
ingur um at betala, sum
støðan er nú.
Tað merkir, at hóast skip-
ini ikki leggja upp fyri rent-
ur og avdrátt, hava tey kort-
ini hall av hvørjum túri, tí
tey fiska nóg illa fyri olju
og tískil enn minni fyri
hýru og útgerð afturat.
Hetta hevur longu ført
við sær, at nógv teir flestu
lemmatrolararnir longu eru
lagdir.
Einastu
lemmatrolarar,
sum enn eru í fiskiskapi,
eru Steintór og Sjagaklettur
úr Hvalba, Suðringur av
Tvøroyri
og
Bresti
úr
Havn.
Annars liggja hinir níggju
lemmatrolararnir
bundnir
við bryggju, tí tað loysir
seg ikki at fiska longur.
Men Viberg Sørensen sig-
ur, at støðan hjá øðrum
skipabólkum er líka ring og
tað er bara ein spurningur
um tíð, áðrenn tað mestsum
allur fiskiflotin verður lagd-
ur.
- Støðan hjá partrolarunum
er nú eisini so vánalig, at
teir fáa heldur ikki raksturin
at hanga saman.
Liva av náði
og miskunn
Viberg Sørensen staðfestir,
at sum støðan er nú, livir
fiskiflotin av náði og misk-
unn frá peningastovnunum,
men tað kann ikki ganga
longi afturat.
- Mítt sannførda boð er,
at hendir onki heilt avgerð-
andi nú, vera tað ógvuliga
fá skip, sum sigla bara um
tveir mánaðir.
Sostatt er vandi fyri, at
tað mesta av fiskiflotanum
fer at liggja við bryggju
longu á ólavsøku, tí tað loys-
ir seg ikki at fiska longur.
- Støðan er avgjørt ikki
stórt frægari hjá flotanum,
sum heild og hjá partrolar-
unum er hon eisini serdeilis
vánalig.
Annars hevði Reiðarafel-
agið aftur fund við lands-
stýrið í fyrradagin um
støðuna í fiskiflotanum.
Men tað var bara ein
kunnandi fundur og Viberg
Sørensen veit ikki, hvat fer
at henda.
- Men tað er lítil og ongin
glotti fyri framman, leggur
hann afturat.
Hinvegin verður fram-
vegis ikki tosað nakað sum
helst um studning til fiski-
vinnuna.
- Tað er ikki ein spurning-
ur, sum er til viðgerðar og
vit hava eisini fingið greið
boð úr landsstýrinum um,
at studningur kemur ikki
upp á tal.
Hinvegin ásannar formað-
urin í Reiðarafelagnum eis-
ini, at trupulleikin í fiski-
vinnuni er so mikið stórur,
at hann verður ikki loystir
við at lækka hýrurnar nøkur
prosent.
- Hetta er ikki ein trupul-
leiki, sum reiðarar og mann-
ingarfeløg kunnu loysa sína-
millum við at lækka hýr-
urnar, tí tað ger alt ov lítlan
mun, staðfestir hann.
Annars hevur løgmaður
sagt á tingsins røðarapalli,
at onki er so ringt, at tað
ikki er gott fyri okkurt og at
hetta er eitt givið høvið til
at laga fiskiflotan til umstøð-
urnar?
- Tað havi eg ongar við-
merkingar til, sigur Viberg
Sørensen.
Allur fiskiflotin lagdur á ólavsøku
Tilboðið munar púra onki
Her liggja fiskiskip bundin á rað við bryggju á Tvøroyri og enn eru ongi útlit til, at tey loysa aftur. Viberg Sørensen sigur, at longu
á ólavsøku verður hetta vanlig sjón um alt landið