hósdagur 12. juni 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 111 - 12. juni 2008
Bað um umbering
Í Kanada hevur Stephen Harper, forsætisráðharri, biðið
landsins upprunafólk, sum eru indiánar og inuittar, um
umbering fyri, at tað almenna noyddi teirra børn at búgva á
almennum, kristnum kostskúlum líka frá 1870-unum til
1970-ini. Á einari hátíðarligari løtu í tjóðartinginum bað
hann umboð fyri indiánar og inuittar um umbering. Í sama
viðfangi boðaði hann frá, at stjórnin fer at rinda ofrunum
og teirra avvarðandi 23 mia. krónur í endurgjaldi.
Rýpan nørist
Í mong ár hava íslendingar skotið rýpu, men tey seinastu
árini hevur veiðan verið avmarkað til fýra dagar í
novembur, tí kanningar høvdu víst, at rýpan var farin at
minka. Nú vísir ein nýggj teljing hjá Náttúrufrøði-
stovninum, at afturgongdin er hasað av, og at rýpan nørist
aftur. Stovnurin sigur, at tað er serliga har eysturi í
landinum, at rýpan er komin fyri seg, meðan støðan er
óbroytt vestanfyri. Tað endaliga talið kemur í august
mánaði.
Indiánahøvdingi í kanadiska tjóðartinginum
Mynd: Polfoto
Skal fiskiflotin hóra
undan, sleppur tað
almenna ikki undan
at seta tiltøk í verk.
Ein loysn er seta eina
FAS-skipan í gildi fyri
fiskiflotan á sama hátt
sum fyri farmaflotan
og Norrønu, sigur
Marner Lisberg
Reiðari
FiskiFlotin
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Skal tað eydnast at bjarga
fiskiflotan, verður tað neyð-
ugt, at tað almenna leggur
upp í.
Tað ivast Marner Lisberg,
reiðari á Suðringi, ikki í.
Suðringur er ein av teim-
um fáu lemmatrolaranunum,
sum eru til fiskiskap.
- Tað, sum heldur lívið í
okkum, er, at vit hava eina
serliga kvotu av stinglaksi
og langasporli, tí tað er ein
fiskiskapur, sum tað hevur
eydnast okkum at fáa at
bera til.
Reiðarin á Suðringi, stað-
festir kortini, at støðan í
fiskiflotanum er serstakliga
álvarslig.
- Støðan í flotanum er so
álvarslig, at trupulleikin
kann ikki loysast við avtal-
um ímillum reiðarar og
manningarfeløg
um
at
lækka hýrurnar, ella okkurt
av tí slagnum.
- Tað skal nógv meiri til,
leggur hann afturat.
Landsstýrið sleppur
ikki undan
Reiðarin á Suðringi sigur, at
skal fiskiflotin bjargast, slep-
st rætt og slætt ikki undan, at
tað almenna leggur upp í.
Sjálvur heldur hann, at
ein nærliggjandi loysn er, at
tað almenna setir eina FAS
skipan í gildi fyri fiskiflotan,
eftir sama leisti, sum tað
almenna longu hevur sett í
gildi fyri farmaflotan og
Norrønu.
- Tað merkir, at ein partur
av skattinum, sum manning-
arnar annars gjalda til sam-
felagið, verður borin aftur
til skipini.
- Tað er tað einasta, sum
munar, staðfestir Marner
Lisberg.
Samfelagið í
undantaksstøðu
Hinvegin heldur hann, at
tað ber ikki til at hyggja eft-
ir fiskiflotanum, sum einum
sjálvstøðugum trupulleika.
- Her er talan um ein álv-
arsaman
samfelagsligan
trupulleika og sum støðan
er í løtuni, er alt samfelagið
í undantaksstøðu.
- So hvørt, sum skipini
verða løgd, steðga eisini
allar vinnur, sum eru avleidd-
ar av fiskiflotanum og tí er
fyrst og fremst talan um
arbeiði á fiskavirkjum, men
talan er eisini um arbeiði í
smiðjum, flutningsfeløgum,
mekanikarum,
montørum
og øllum øðrum vinnum.
- Harafturat er tað ein
staðfesting, at hvørt kilo av
upsa, leggur fimm ella seks
krónur eftir í samfelagnum.
- Sostatt er tað greitt, at
verður fiskiflotin lagdur, fer
tað at fáa álvarsligar avleið-
ingar fyri alt samfelagið.
Marner Lisberg sigur, at
afturgongdin fer fyrst og
fremst at merkjast í fiskivinnu-
økjunum úti um landið.
- Men tey, sum halda, at
miðstaðarøkið
sleppur
undan, fara so dyggiliga
skeiv, tí tey fara eisini at
merkja sviðan, tá ið inntøk-
urnar til landskassan svíkja
og sparingar tí mugu setast
í verk.
- Sostatt er talan ikki um
ein trupulleika, sum rakar
einstøk virki ella einstøk
øki í landinum.
Reiðarin á Suðringi sigur
at tað, sum er mest hættis-
ligt, er bara at lata standa til
og onki gera, tí so eru vit
vís í, at vit ongar inntøkur
fáa.
- Tað er ongin ivi um, at
talan verður um ein miss fyri
samfelagið, men tað avgerð-
andi nú verður at avmarkað
tapið mest møguligt.
Løgmaður hevur boðað
frá, at hetta kann verða eitt
gott høvi til at laga flotan
til.?
- Tað ber væl til at sam-
eina tað at fáa eina FAS
skipan og at laga flotan til.
Tey skipini, sum ikki fáa
tað at bera til, fáa heldur
onki úr FAS skipanini og
tey koma so heldur ikki at
klára seg og tí kunnu vit
vænta eina tillaging undir
øllum umstøðum.
- Og noyðast skipini at
gevast at fiska, er tað so
púra vist, at landskassin
missir alla inntøkuna, sigur
Marner Lisberg.
Serlig skattaskipan kann bjarga flotanum
-Verður fiskiflotin lagdur,
missa vit alt og tí ræður um
at avmarka tapið, staðfestir
Marner Lisberg, reiðari á
Suðringi
Einans 44 prosent
av teimum, sum fara
av landinum at lesa,
koma heimaftur,
vísir ein spildurnýggj
kanning, sum Stuðuls-
stovnurin hevur latið
gjørt
ÚtbÚgving
Jón Brian Hvidtfeldt
Anna V. Ellingsgaard
Sosialurin/Rás2
Færri enn helvtin av teimum
føroyingum, sum fara uttan-
lands í útbúgvingarørindum,
koma heim aftur til Føroyar
eftir loknan lestur.
Tað staðfestir ein nýgg
og sera umfatandi kanning,
sum fevnir um allar føroy-
ingar, ið vóru lidnir við eina
útbúgving í tíðarskeiðnum
2004 til 2006.
Kanningin
varð
løgd
fram á ráðstevnu hjá norður-
lendskum lestrarstovnum í
gjár. Við kanningini, ið
Stuðulsstovnurin
hevur
latið gjørt, ber sostatt fyrstu
ferð til at staðfesta, hvussu
nógvir lesandi føroyingar
uttanlands velja at koma
heim aftur.
Kemur óvart á
Terji á Lakjuni, stjóri á Stuð-
ulsstovninum, vísir á, at vit
jú longi hava vitað, at før-
oyingar í stórum tali fara
uttanlands at nema sær
útbúgving. Hinvegin kemur
tað rættiliga óvart á hann,
at meir enn helvtin av hes-
um føroyingunum velja at
vera verandi uttanlands.
- Hetta talið verður lutfall-
sliga sera stórt, tá vit vita, at
heili 60 prosent af øllum
lesandi føroyingum taka
sína útbúgving uttanlands. Í
eitt nú Danmark og Finlandi
fara bara 2 prosent av land-
inum at taka eina útbúgving,
og tí verður talið á teimum,
sum møguliga ikki koma
heimaftur, heldur ikki so lut-
fallsliga stórt, sum í Før-
oyum, sigur Terji á Lakjuni.
Til samanberingar kann
nevnast, at í Íslandi fer ein
fjórðingur av teimum les-
andi av landinum at taka
útbúgving, meðan á leið 16
prosent koma aftur aftaná
loknan lestur.
Hægst útbúnu verða
verandi uttanlands
Jacob Mouritz Olsen, les-
andi við Åalborg Universit-
et, hevur gjørt kanningina
fyri Stuðulsstovnin. Hann
vísir á, at tað eru fleiri úrslit
og ábendingar í kanningini,
sum benda á ein heldur
óhepna gongd.
- Vit kunnu í øllum førum
staðfesta, at Føroyar er tað
landið, ið útflytir flest lesandi
og fær fægst av teimum
heimaftur, samanborið við
hini norðurlondini. Haraftur-
at vísir kanningin, at tað ser-
liga eru tey, við teimum
hægstu útbúgvingunum, sum
verða verandi uttanlands,
sigur Jacob Mouritz Olsen.
Ikki so einfalt
Terji á Lakjuni heldur tað
vera sera áhugavert, at vit
nú fyri fyrstu ferð hava
neyv tøl at halda okkum til,
tá talan er um, hvussu
nógvir lesandi føroyingar
velja at koma heimaftur.
- Tað, at vit hava manglað
tøl, hevur havt við sær, at
hetta kjakið í stóran mun
hevur verið merkt av giting-
um og mytum. Nú ber betri
til at fyrihalda seg til trupul-
leikan við møguligum loys-
num – í tann mun vit also
halda hetta vera ein trupul-
leika, sigur Terji á Lakjuni.
Hann leggur afturat, at
kjakið um nógvu lesandi
føroyingarnar í útlondum
kanska hevur lyndið til at
gerast í so einsháttað.
- Tað er jú hvørki nakað
nýtt ella ónátúrligt í, at ung
fólk fegin vilja hava luft
undir veingirnar og royna
nakað nýtt. Tað halda vit
eisini vera fínt, tí vit skulu
helst øll vera partur av glo-
baliseringini. Men vit vilja
samtundis fegini hava so
nógv av teimum ungu at
koma heim aftur á klettar-
nar, so tað er ikki heilt
einfalt, sigur Terji á Lakjuni,
stjóri á Stuðulsstovinum.
Stjórin á Stuðulsstovninum, Terji á Lakjuni, fegnast um, at vit
nú fyri fyrstu ferð hava neyv tøl, ið vísa, hvussu nógvir lesandi
føroyingar uttanlands koma heimaftur aftaná loknan lestur
Minni enn helvtin av teimum
lesandi koma heim aftur