Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juni 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 111 - 12. juni 2008 - Vit fáa brúk fyri tús­undtals­ arbeiðs­- monnum til tær s­tóru verkætlanir, s­um s­tanda fyri framman, s­igur borgars­tjórin í Nuuk, Nikolaj Heinrich, s­um hevur verið í Havn í s­am- bandi við fund í vinar- býars­ams­tarvinum Nuuk-Reykjavík- Tórs­havn ÚTBYGGING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Mynd: Álvur Haraldsen Nikolaj Heinrich, 70, tók við borgarstjórastarvinum 1. desember 2007, tá ið táver­ andi borgarstjóri, Agnethe Davidsen, brádliga doyði. Hon var annars fyrsti kvinnu­ ligi borgarstjórin í Nuuk. Nikolaj Heinrich hevur seinastu tríggjar dagarnar verið í Føroyum í sambandi við fund hjá grunninum Nuuk­Reykjavík­Tórshavn. Við í ferðalagnum vóru eis­ ini Ane Egede Mathæussen, forkvinna í sosialu nevnd og kommunustjórin, Gerda Knudsen, sum eisini virkaði sum tulkur á ferðini. Sosialurin hitti ferðalagið í gjár og spurdi, hvat hesin norðuratlantski grunnurin hevur at siga fyri grønlend­ ingar. ­ Vit hava eitt søguligt samband, og okkara tjóðir eru so líkar, at vit altíð hava okkurt, sum vit kunnu sam­ starva um, segði Nikolaj Heinrich. Sum skilst á teirri skriv­ ing, sum var um tað mundi, tá Heinrich varð valdur til borgarstjóra, so var tað heldur óvæntað, at Siumut skjeyt Nikolaj Heinrich upp sum sín kandidat. Teir trígg­ ir flokkarnir í býráðnum skutu hvør sín kandidat upp, og av teimum 17 býráðslim­ unum atkvøddu átta fyri Heinrich, fimm fyri demokratiska kandidatinum og fýra fyri umboðnum hjá IA. Við umatkvøðu millum umboðið hjá demokratunum og Heinrich endaði tað aftur átta til Heinrich og fimm til demokratiska umboðið, meðan IA atkvøddi blankt. Hetta er sostatt fyrsta ferðin, at Nikolaj Heinrich er í Føroyum, meðan tær báðar kvinnurnar hava verið í Føroyum fyrr í somu ørindum sum nú. Útbyggingar fyri framman Nuuk kommuna er á mang­ ar mátar í somu støðu sum Tórshavnar kommuna. Heðin Mortensen, borgar­ stjóri hevur mangan ført fram, at um landið ikki røk­ ir sínar skyldur, má komm­ unan gera nyðugu útbygg­ ingarnar. Hetta sama er galdandi í Grønlandi. ­ Landsstýrið arbeiðir so seint, at kommunan ikki hevur tol at bíða eftir teim­ um. Tískil hevur býráðið gjørt av at seta í verk nakrar ógvuliga stórar verkætlanir, sigur Nikolaj Heinrich. Í veruleikanum er tað landsstýrið, sum hevur ábyrgdina av útbyggingini av bæði havnalagnum í Nuuk og av flogvøllinum, men býráðið hevur sum nevnt mist tolið, og um árs­ skiftið verður útbyggingin av havnalagnum sett í verk. ­ Tað verður kortini so, at landsstýrið verður við til at fíggja útbyggingina av havnalagnum saman við Nuuk kommunu og Arctic Line skipafelagnum. Men aðrir íleggjarar eru vælkom­ nir, sigur Nikolaj Heinrich. Umframt hetta, skal liggur ein flogvallarætlan í kortunum. ­ Tað er ikki endaliga greitt, um verandi floghavn verður útbygd, ella talan verður um eina heilt nýggja floghavn. Men undir øllum umstøðum verður talan um deilda fígging millum Nuuk kommunu og landsstýrið, sigur Nikolaj Heinrich. Í triðja lagi arbeiðir kommunan við ætlanum um at útvinna jarnmálm, tinmálm og rubinir í økinum kring Nuuk. Hetta verður tó gjørt gjøgnum konsessiónir til áhugað minufeløg, og har er longu eitt kanadiskt felag í gongd við kanning­ um, meðan eitt annað felag av afrikanska meginlandin­ um eisini hevur søkt um loyvi at útvinna mineralir úr jørðini. Brúk fyri arbeiðsmegi Allar hesar stóru verkætlanir krevja sjálvandi stóra arbeiðsmegi, nógv størri, enn grønlendingar sjálvir kunnu nøkta tørvin. ­ Vit hava gjørt eina avtalu við Danmark og Svø­ ríki innan útbúgvingarøkið, og vit fara nú at senda 4.000 ungdómar avstað at útbúgva seg í teimum báðum lond­ unum. Tað er serliga fak­ fólk, vit hava brúk fyri, men so sanniliga eisini fyri ófak­ lærdum, sigur Nikolaj Heinrich. Borgarstjórin í Nuuk torir ikki at seta nakað tal á, hvussu nógvum fólki teir koma at hava brúk fyri. ­ Eg tori ikki at nevna nakað tal, men talan verður um fleiri túsund arbeiðs­ pláss, sum vit mugu fáa fólk til uttanífrá, sigur Nikolaj Heinrich. Og her er so ein gyltur møguleiki hjá føroyingum og føroyskum fyritøkum at søkja sær arbeiði, skuldi farið at bila við virkseminum í Føroyum. ­ Vit hava altíð havt eitt gott samstarv við føroying­ ar, og teir skulu vera so hjartaliga vælkomnir upp til Grønlands at arbeiða, sigur Nikolaj Heinrich. Føroyingar hava jú verið í Grønlandi fyrr og bygdu upp Føroyingahavnina og seinni eisini Nordafar. ­ Vit hava nógvar føroy­ ingar búgvandi í Grønlandi. Tað eru børn hjá føroying­ um, sum komu til Grønlands at arbeiða og sum síðani settu búgv har, sigur Nikolaj Heinrich. Í hvussu er geva stóru verk­ ætlanirnar í Grønlandi før­ oyingum møguleika at fara upp til Nuuk at arbeiða. Vil hava føroyingar til Grønlands Nikolaj Heinrich gjørdist borgarstjóri í Nuuk kommunu, tá verandi borgarstjórin, Agnethe Davidsen, brádliga doyði Grønlendska ferðalagið, Ane Egede Mathæussen, forkvinna í sosialu nevnd, Nikolaj Heinrich, borgarstjóri, og Gerda Knudsen, kommunustjóri Fáir hvalir at síggja Um summarið fara mong ferðafólk til Íslands fyri at vita, um tey kunnu sleppa at eygleiða ein livandi stórhval á sjónum, og fleiri bátar sigla við ferðafólki, sum koma í hesum ørindum. Faxaflógvin plagar at vera góð hvalaleið, men í seinastuni hava fáir hvalir verið at síggja har. Tey, sum skipa fyri ferðunum, siga, at tað eru hvalabátarnir, sum styggja hvalin burtur, tí hvalirnir eru fækkaðir, síðani hvalabátarnir byrjaðu í síðsta mánað. Eitt av skipunum, sum siglir við fólki, sum vilja síggja hval Mynd: Morgunblaðið