hósdagur 12. juni 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 111 - 12. juni 2008
Eitt netverk av tunl
um undir jørð skal
halda bilum burtur
frá miðbýnum, so
tað gerst tryggari
og hugnaligari hjá
fólki at ferðast í gøtu
num, hildu fleiri á
kjakfundi um miðbý
in fyrr í vikuni
KjaKfundur
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
- Eg eri illa lýdd millum bil-
førarar í býnum, tí eg gangi
og sløkki bilar, sum standa
í tomgongd.
Dáman, sum hevði tikið
sakina í egnar hendur, var
ikki tann einasta á kjak-
fundinum mánakvøldið um
miðbýin, sum hevði sæð
seg illa inn á mongu bilarnar
í miðbýnum í Havn.
Tí fall tað eisini í góða
jørð á fundinum, tá ein
skjeyt upp, at skipa eitt net-
verk av tunlum undir býn-
um, so at bilarnir ikki
longur skúgva bæði fólk og
lív á gøtunum burtur. Eisini
borgarstjórin, Heðin Mort-
ensen, vísti á, at býráðið
við jøvnum millumbilum
hevur arbeitt við ætlanum
um slíkar tunlar.
Tunlar og brýr
Í Føroyum er tað eftir øllum
at døma soleiðis, at roynir
tú at halda bilunum burtur,
so hvørva fólkini eisini. Tí
nyttar tað lítið at geva fólki
boð um at parkera bilin
uttanfyri Havnina og vænta,
at tey taka ein av ókeypis
bussunum inn í miðbýin,
gjørdi ein av luttakararnum
á kjakfundinum vart við.
Hetta nýtist tó ikki at
merkja tað sama sum, at bil-
arnir áhaldandi skulu spæla
høvuðsleiklutin inni í mið-
býnum, vísti ein annanr lut-
takari á. Við at gera eina
tunnilsskipan undir jørð við
uppgongdum ymsastaðni í
miðbýnum,
kunnu
fólk
framvegis koma tætt at teim-
um støðum, har tey hava
ørindi ella hug at savnast,
samstundis sum bilurin er í
nánd eitt nú í einum parker-
ingskjallara nær við.
Eisini borgarstjórin, Heð-
in Mortensen, helt hugskot-
ið vera vert at arbeiða víðari
við. Sambært honum hava
tankar longu verið frammi í
býráðnum um at binda eyst-
aru- og vestaruvág saman
við einum tunli undir jørð.
Hugskotið um tunlar und-
ir jørð fekk rættiliga ferð á
kjakið. Afturat uppgongd-
unum til ávís støð í miðbýn-
um, áttu at verið brýr mill-
um tær gøturnar, har flestu
handlar og fólk halda til,
skeyt ein av luttakaranum
upp. Hetta er heilt vanligt í
øðrum býum, og síggja slík-
ar skipanir út til at rigga
heilt væl.
Drepandi nostalgi
Á tí meir filsosofiska bógv-
inum vildi ein av luttakar-
num á fundinum vera við,
at nostalgiskar og roman-
tiskar ímyndir av miðbýnum
eru ein tann stórsta forðing-
in fyri at skapa nýtt lív í
býnum.
Okkurt ruggar í hvussu
er ikki rætt, tá øll siga seg
vera so ómetaliga góð við
miðbýin, alt meðan býurin
spakuliga doyr. Ongin sigur
seg vera góðan við SMS.
Kortini er SMS ju á tremur
av fólki og virksemi allan
dagin ígjøgnum.
Onkur vísti á, at ivaleyst
er føroyska verðurlagið ein
partur av orsøkini. Tað fáa
vit hinvegin ikki gjørt so
øgiliga nógv við. Skal Havn-
in aftur sjóða av lívi og yðja
við fólki, mugu vit sum eitt
tað fyrsta fáa ungdómin inn
í býin. Tað krevur, at vit
hugsa heilt av nýggjum, eitt
nú tá tað ræður um at bygg-
ja skúlar. So í staðin fyri at
parkera allan ungdómin í
einum skúla úti á Markna-
gilsvegnum, hví so ikki fjer-
na til dømis Skipasmiðjuna
og skapa eitt blómandi
skúlaumhvørvi har? Vit nýt-
ast ikki at uppfinna tann
djúpa tallerkin av nýggjum.
Alla aðrastaðni síggja vit,
at tað fyrst og fremst er ung-
dómurin, sum heldur lív í
kaféunum og lívinum á
gøtunum. Er tað tað, vit vil-
ja hava, mugu vit eisini vera
sinnað at broyta býin, so at
ungdómurin hevur eina or-
søk til at vera í honum –
eisini vanligar gerandisdag-
ar.
Borgarahús
Ein av ungu luttakaranum á
fundinum var skjót at lofta
hugskotinum um fleiri til-
boð til ung í miðbýnum í
dagtímunum. Hon vísti á,
at tað kann ikki vera rætt, at
hevur tú hug at dansa, ert tú
tvungin at gera tað um nátt-
ina millum fullar menn. Tað
átti ikki at verið so trupult
at fingið eitt høli til vega,
har fólk til dømis kundu
dansa salsa og fingu dansi-
frálæru gerandisdagar.
Júst til slík endamál átti
Havnin at havt eitt borgara-
hús, skeyt ein onnur kvinna
upp, sum helt tað vera stórt
spell, at gamla Apotekið
ikki verður brúkt betri. Hon
dugdi illa at ímynda sær eitt
betri stað, enn júst gamla
Apotekið, har fólk í øllum
aldri kundi savnast um ymis-
kt virksemi.
Í sama andadrátti skeyt
onkur upp, at Løgtingið flut-
ti út úr býnum, so bæði
bygningur og økið kring
um í størri mun bleiv karm-
ur um eina livandi býarmen-
tan.
Bygdabilar ein
trupulleiki
Inn imllum mongu hugskot-
ini vendi kjakið javnan aft-
ur til parkeringstrupulleik-
arnar í býnum. Onkur vildi
vera við, at trupulleikarnir í
stóran mun standast av
bygdafólkum, sum arbeiða
í Havn og lata bilarnar
standar parkeraðar í mið-
býnum allan dagin á tamb
ja enntá í fleiri dagar.
- Avbygdafólk skulu vera
hjartaliga
vælkomin
til
Havnar. Men tað kann ikki
vera meiningin, at hendan
langtíðarparkeringin
skal
forða fólki, sum hava eini
skjót ørindi í býnum, at
sleppa av við bilin eina
løtu, segði Heðin Morten-
sen, borgarstjóri.
Tí meinti hann, at komm-
unan sum eitt tað fyrsta eig-
ur at áseta, at stór øki í býn-
um, sum til dømis Skálatrøð,
bert skulu nýtast til stutttíð-
arparkering.
Tunlar skulu bjarga miðbýnum í Havn
Nógv færri húsalán
Íslendsku bankarnir eru ikki so hugaðir at læna fólki
pengar til húsa- og íbúðarkeyp longur. Ein uppgerð hjá
landsbankanum vísir, at fýra teir fyrstu mánaðirnar vóru
húsa- og íbúðarlánini hjá bankunum 37 prosent minni enn
somu mánaðir í fjør. Hinvegin økjast lánini úr tí almenna
húsalánsgrunninum. Fýra teir fyrstu mánaðirnar í 2007
átti grunnurin 56 prosent av øllum húsa- og
íbúðarlánunum. Í ár er partur hansara 80 prosent.
Brúka pápafarloyvið
Týskir menn eru eftir øllum at døma fegnir um
lógarbroytingina, sum gevur teimum møguleikar at taka
farloyvi í sambandi við barnsburð - tað sokallaða
pápafarloyvið. Í hvussu er vísir ein uppgerð hjá
myndugleikunum, at 18,5 prosent av pápunum velja at
fara í farloyvi. Lógin gevur teimum tveir triðingar av
lønini í farloyvistíðini. Endamálið við lógini er at fáa
týskarar at fáa sær fleiri børn, og sambært
myndugleikunum virkar lógin eftir ætlan.
- Okkurt ruggar ikki rætt,
tá øll siga seg vera so sera
góð við miðbýin, alt meðan
býurin spakuliga doyr, helt
Jan Christiansen, fyrrverandi
borgarstjóri í Havn
- Avbygdafólk skulu vera hjartaliga vælkomin til Havnar. Men
langtíðarparkeraðir bygdabilar eiga ikki at gerast ein forðing
fyri, at fólk kunnu gera sær skjót ørindi í býnum, segði Heðin
Mortensen, borgarstjóri í Havn
Hugskotið um at skipa eitt netverk av tunlum undir miðbýnum
fekk av álvara ferð á kjakið í Miðlahúsnum um miðbýin fyrr í
vikuni