Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juni 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 111 - 12. juni 2008 13 Eg hevði ikki meir enn skrivað mína grein um, hvussu umráðandi tað er fyri okkum at seta blokkin á null, fyrr enn eg las í danska blaðnum Week­ endavisen eitt ummæli av eini amerikanskari bók um tað skaðiliga árin, sum stórar inntøkur uttanifrá gera einum landi. Yvirskot hvørvur av sær sjálvum Tað, sum víst verður á, er, at tá eitt land fær yvirskot í sínum samskifti við um­ heimin, koma fleiri pengar inn í landið enn tað fara úr tí. Ein og hvør kann siga sær sjálvum, at fleiri peng­ ar eru í einum landi í mun til mongdina av vørum og tænastum, hægri gerast prísirnir, og vit fáa infla­ tión. Tey, sum liva av lønar­ inntøku síni, mugu tí fáa hægri løn fyri at sleppa undan hungri og halli. Hetta ger tað dýrari at framleiða í landinum. Tá loysir tað seg betri at keypa útlendskar vørur enn tær dýru heimagjørdu, og útflutningsvinnurnar verða ikki kappingarførar á heimsmarknaðinum. Úrslitið er, at tað yvir­ skot, landið hevur í sínum samskifti við umheimin, minkar og at enda hvørvur. Landið verður verri fyri enn frammanundan, og kemur ein kreppa, kann skjótt neyð standast av. Øðrvísi er, um eitt land hevur hall. So gerast vørur­ nar bíligari. Eingin orsøk er at seta lønirnar upp, og fram­ leiðslan kann seljast í kapp­ ing við ta dýru útlendsku framleiðsluna. Fólk noyðast at taka seg saman fyri at sleppa undan hallinum, og tað blómandi vinnulívið lyftir alt samfelagið upp á eitt hægri støði. Lond gerast fátæk av ovurinntøkum Hesin grundleggjandi økonomiski veruleikin er eisini galdandi, um orsøkin til eitt yvirskot er tann, at eitt land fær óvæntaðar inn­ tøkur t.d. av olju, fiskatil­ feingi ella av blokki. Hesir umrøddu amerikon­ sku økonomarnir høvdu kannað, hvussu tey lond kláraðu seg, sum høvdu fingið oljuinntøkur. Søgan er alla staðni tann sama: Stórar inntøkur uttanifrá er vissi vegurin til afturgongd! Tað einasta limalandið í OPEC, sum yvirhøvur hevur nakra økonomiska framgongd, er Indonesia, har oljan bert er ein lítil partur av heildarinntøkuni. Og er Indonesia tann øko­ nomiska fyrimyndin, so er nakað spinnandi galið. Sjálvt Noreg, sum hevur dugað óvanliga væl at húsast við oljuinntøkum sínum, hevur í dag einki kappingarført vinnulív av týdningi. Tað kann yvirhøv­ ur ikki samanberast við Finnland, sum hvørki hev­ ur inntøkur av fiski ella olju, men altíð hevur gold­ ið sína skuld. Tað er ein­ asta land í heiminum, sum hevur goldið hvørt oyra av skuldini eftir seinna heims­ bardaga, og teir eru í dag fremstir í PISA. Ein av teirra fyritøkum framleiður eina vøru, sum ikki var til fyri tjúgu árum síðani. Í dag hevur henda fyritøkan so stórar inntøkur av út­ flutningi, at hon veitir trið­ ingin av heildarútflutning­ unum (Nokia). Singapore og Føroyar Men vit hava valt eina aðra leið. Vit vilja hava studn­ ing uttanifrá. Hvussu hevur so gingist okkum? Vit kunnu samanbera við Singapore. Landavíddin er ikki so frægt sum Streym­ oy, Eysturoy og Vágoy tilsamans. Stórur partur er friðaður. Í tí, sum eftir er, búðu fyri hálvtannað hundr­ að árum síðani eins nógv fólk og í Føroyum. Nú búgva har fimm milliónir. Teir hava sjálvandi havt sínar kreppur og kríggj sum onnur lond. Men ein munur er millum teir og okkum: Teir hava ongantíð havt politikarar, sum hava hildið, at stuðul frá øðrum skal bjarga teimum. Nei, teirra oddamenn hava sagt fólki­ num sannleikan, sum er tann, at bert við hørðum arbeiði og sparsemi ber til at byggja upp eitt kappinga­ ført vinnulív, sum kann gjalda teir skattir, sum gera at eisini tey minnimentu kunnu tiggja lív. Nú er hetta land so væl fyri, at tá ein tann størsti bankin í Svais var komin á trot, kundi íløgugrunnurin hjá Singa­ pore eygablikkiliga koma við tí neyðugu fíggingini. Eingin orsøk er hjá okkum at seta okkum fyri, at vit skulu vera fimm milliónir her á landi. Eitt realistiskt mál hjá okkum er at síggja til, at tey, sum her vaksa upp, kunnu liva við sømd í føðilandinum. Høvdu vit gjørt tað fyri hálvtannaðhundrað árum síðani, so høvdu vit nú verið millum hundrað­ og tveyhundraðtúsund í tali. Tað hevði heldur ikki verið so galið. Eru vit spiltir av blokkinum? Men einki nyttar at gráta um spilta mjólk! Spurningurin er, um før­ oyingar eru spiltir av teim­ um mongu árunum, sum teir hava knossað undir blokkinum, og tí ikki kunnu fóta sær í tí veruliga heim­ inum, sum er eyðkendur av kapping millum fyritøkur. Nøkur halda so vera. Hetta er tó ógvuliga ivingasamt. Vit skulu minn­ ast til, at pengarnir uttani­ frá hava verið ógvuliga fáum í landi okkara at gagni. Tey nógvu hava als einki gott fingið burtur úr teimum, og nógvum fyri­ tøkum hava teir verið til miklan skaða. Tí er væl møguligt, at teir góðu eginleikar, sum landsmenn okkara hava, fara at koma undan kavi tá vit sleppa undan blokkinum. Tað kann væl vera, at vit hava fingið nakað av spillu av blokkinum, men spillan er neyvan verri enn so, at hon fer at javna seg skjótt um so er at vit halda uppat at fáa blokkin. Blindir politikarar Tað er tó ikki lætt at sleppa undan hesi byrðu. Tann, guð vil revsa, blindar hann fyrst! Høvuðsorsøkin er tann, at okkara politikarar halda, at tað er til teirra fyrimun at halda fast við blokkin. Teir halda, at tað gevur atkvøður at pella fyri fólki, at hesir pengar eru okkum at gagni. Tí tora teir ikki at siga sannleikan, og úrslitið er tann katastrofa, sum vit síggja gerast veru­ leiki hvønn dag í landi okkara, júst tann sama, sum er øllum londum fyri, sum fáa pengar í yvirmát. Vinnulív okkara er ikki kappingarført, og kann tí ikki gjalda teir skattir, sum neyðugir eru fyri at vit kunnu bjóða tær almennu tænasturnar, sum hoyra ein­ um vælferðarsamfelagi til. Mentanin er við skerdan lut, og vit megna ikki so frægt sum at verja okkara land. Kreppur av blokkinum Kreppum sleppa vit heldur ikki undan við blokki. Tann størsta av teimum, tann í 1992, var tá ið blokk­ urin var størri enn nakran­ tíð. Árini eftir høvdu vit netto ongan blokk, tí tað vit skuldu gjalda til útland­ ið fyri skuld var eins stórt og blokkurin. Tá fór at ganga framá í landi okkara. Nýggj hugskot fingu fótin fyri seg. Nettoflytingin av landinum helt uppat. Fólk fingu dirvi til at fara undir nýggjan tátt í lívi tjóðar­ innar. Men enn einaferð royndust okkara oddamenn verri enn fólk flest og nýttu ikki høvið til at fáa skil á. Teir skóru bert blokkin niður við einum triðingi í staðin fyri at skera hann niður á null. Høvdu teir gjørt tað tá, so høvdu vit í dag livað í einum heilt øðrum og betri landi við vón fyri stavn. Men tað, sum ikki varð gjørt tá, kann gerast nú. Fólkatingið lykilin Í øllum lítillætni gjørdi eg í mínari grein vart við, at teir politikarar, sum hava størsta møguleika fyri at gera lít í hesum máli, eru teir, sum sita á fólkatingi. Tað er danska fólkatingið, sum áleggur donskum skatt­ gjaldarum at rinda blokkin til Føroya. Hesir donsku skattgjaldarar halda allar­ helst, at teir gera okkum eina góðgerð við at gjalda okkum hesar pengar. Nú ávísa mestsum allir øko­ nomar, og serliga teir klók­ astu av teimum, at hetta als ikki er soleiðis, men at fólkatingið við at seta hesa upphædd á sína fíggjarlóg ger okkum beinleiðis skaða. Tað eru tveir limir í danska fólkatinginum, hvørs høvuðsskyldu er at gera Føroyum gagn, og tað eru teir báðir, sum eru valdir í Føroyum. Á hvørj­ um ári eru teir við til at gera donsku fíggjarlógina, og har atkvøða føroysku umboðini ikki nei. Hetta vil siga tað sama sum, at teir føroysku fólka­ tingsmenninir eru við í ørskapinum, sum blokkveit­ ingin er! Teir høvdu kunna greitt donsku samstarvs­ feløgum sínum frá, hvussu skaðilig blokkveitingin er fyri føroyska samfelagið, men teir hava ikki gjørt tað. Teir høvdu kunna sett fram broytingaruppskot til donsku fíggjarlógina, sum segði, at blokkurin skuldi niður á null, men heldur ikki hetta gagnið hava teir gjørt okkum! Blokkurin skaðiligur og ólógligur Hetta skuldi annars verið lætt hjá føroyskum umboðs­ monnum at tikið stig til, tí ikki bert er tað próvfast, at blokkurin er skaðiligur fyri okkum, men hann er eisini ólógligur. Sambandssátt­ máli okkara við Danmark sigur nevnliga, at hvørt ríki skal stýra sínum egnu viðurskiftum, og í tí liggur, at vit skulu fíggja okkara almennu útreiðslur og danir sínar. So hvat er at drála við? Blokkurin skaðiligur og ólógligur Zakarias Wang Samstarvsnevndin á Landssjúkrahúsinum vil við hesum boða frá, at ein samd samstarvsnevnd hevur fult álit á sjúkra­ húsleiðsluni og hennara fráboðan um kostnaðin at reka Landssjúkrahúsið við núverandi virki. Samstarvsnevndin undr­ ast stórliga á útsøgnina hjá løgmanni í Dimmalætting 6. juni 2008, har hann førir misálit fram á sjúkrahús­ leiðsluna á Landssjúkra­ húsinum. Samstarvsnevndin vil virka fyri at minka um ta óvissu og tann støðugt afturvendandi ótta millum starvsfólkið, sum alt tað politiska kjakið um fíggjar­ játtan til Landssjúkrahúsið hevur ført við sær. Samstarvsnevndin vil tí bjóða løgmanni á ein fund fyri at tosa saman um við­ urskiftini. Endamálið við fundinum verður at upp­ byggja álitið aftur. Eitt misálit á leiðsluna er eisini eitt misálit á øll starvsfólkini á Landssjúkrahúsinum, og tað vilja vit fegin verða við til at rætta. Samstarvsnevndin umboðar allar yrkisbólkar á Landssjúkrahúsinum. Landssjúkrahúsið, á samstarvsnevndarfundi hin 10. juni 2008 Samstarvsnevndin Yvirlýsing frá samstarvsnevndini á Landssjúkrahúsinum viðmerkingar