Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juni 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 111 - 12. juni 2008 Politikkurin hjá Ríkis­ felagsskapinum í altjóða hvalaveiðunevndini, IWC, verður framvegis til fyrimuns fyri Føroyar og Grønland, hóast Socialistisk Folkeparti roynir at seta egin áhugamál fram um áhugamálini hjá samlaða Ríkis­ felagsskapinum. Áhugamálini hjá tí sameinda Ríkisfelags­ skapinum viga meira í uttanríkispolitiskum samanheingi enn será­ hugamálini hjá Social­ istisk Folkeparti (SF). Tí fer danska stjórnin fram­ haldandi at umboða og verja føroysk og grøn­ lendsk áhugamál í altjóða hvalaveiðu­ nevndini, IWC. Hetta er niðurstøðan hjá undirritaða fólka­ tingsmanni, eftir at SF í gjár alment róðið fram undir, at danska stjórnin skal skifta kós í hvala­ veiðipolitikkinum hjá Ríkisfelagsskapinum. Undirritaði hevur í dag havt samband við ymsar partar í politiska umhvørvinum á Christiansborg, og tann greiða ábendingin er, at stjórnin fer at halda somu politisku kós í IWC sum higartil. Tað merkir, at føroyska og grønlendska sjónar­ miðið um, at hvalaveiða kann loyvast, tá hon fer fram á burðardyggum grundarlagi, framvegis er almenna sjónarmiðið hjá Ríkisfelagsskapinum í IWC. Hetta verður eisini kjarnin í tí, sum danski uttanríkisráðharrin, Per Stig Møller, fer at greiða Steen Gade úr SF frá, tá samráð verður í umhvørvisnevndini hjá Fólkatinginum í morgin. Sjónarmiðið hjá SF um, at Føroyar og Grøn­ land eru minnilutar í danska ríkinum, og tí mugu lata sær lynda, at almenni danski IWC­ politikkurin skal broyt­ ast, stríðir móti andanum í Ríkisfelagsskapinum. Ríkisfelagsskapurin fram um seráhugamál hjá SF løgtings- og fólkatingsmaður Edmund JoEnsEn Hóast ein meiriluti í Fólka­ tinginum tekur undir við hugskotinum um eitt hvala­ reservat í Suðuríshavinum, eru áhugamálini hjá Før­ oyum og Grønlandi væl vard í mun til altjóða hvala­ veiðunevndina IWC. Lands­ stýrismaðurin í uttanlands­ málum brúkar málið í síni flokspolitisku herferð móti Ríkisfelagsskapinum. Umboð fyri ein meiriluta í Fólkatinginum hava í dag tikið undir við hugskoti­ num um eitt sonevnt hvala­ reservat í Suðuríshavinum. Tað hendi á einum fundi í umhvørvisnevndini hjá Fólkatinginum fyrrapartin. Hetta merkir, at danska stjórnin fer at atkvøða fyri hesum hugskoti, um tað sum uppskot kemur til atkvøðugreiðslu á fundi í altjóða hvalaveiðunevndini, IWC, í Chile í næstum. Kortini er greitt, at føroy­ sk og grønlendsk áhugamál framhaldandi eru væl vard. Umhvørvisnevndin hevur nevniliga eisini tikið hesar avgerðir: Strandalond skulu geva sítt samtykki til sonevnd hvalareservat Hvalaveiða skal fara fram á vísundaligum grundarlagi Hetta merkir, at Fólka­ tingið framvegis stuðlar Føroyum í rættinum at veiða hval og t.d. at drepa grind, sum jú fer fram á vísindaligum grundarlagi. Somuleiðis kunnu grøn­ lendingar framhaldandi veiða stórhval, ið eisini fer fram á vísundaligum grundarlagi. Hetta merkir eisini, at um tað nakrantíð skuldi komið hartil, at uppskot kemur um at gera eitt hvalareservat um okkara leiðir, so kunnu vit sum strandalond siga nei. Henda loysn eigur at vera nøktandi fyri allar partar í Ríkisfelagsskapinum. Vert er at leggja til merkis, at hetta er fyrstu ferð, at allir flokkar í Fólkatinginum, uttan Ny Alliance, taka undir við, at hvalaveiða skal loyvast, um hon fer fram á vísindaligum grundarlagi. Í tíðindasendingini í Útvarpi Føroya kl. 16.00 í dag varð landsstýrismað­ urin í uttanlandsmálum, Høgni Hoydal, endurgivin fyri at siga, at "hetta málið vísir, hvussu ótolandi ríkisrættarliga støðan er". Hetta er galin niðurstøða at gera. Tvørturímóti vísir málið, at Ríkisfelagsskapurin fylgir við tíðini og fram­ haldandi er fult førur fyri at verja áhugamálini hjá Føroyum og Grønlandi. Úttalilsið hjá Høgna Hoydal kemur sum liður í vanligu flokspolitisku her­ ferðini hjá landsstýrismann­ inum móti Ríkisfelags­ skapinum. Føroysk og grønlendsk áhugamál í IWC væl vard løgtingsmaður og fólkatingsmaður Edmund JoEnsEn 27. partur Meðan Nahum profetur profeterar um assýrarnar, sum løgdu Ísraelsríki í oyði, profeterar næsti profeturin, Habakkuk, um kaldearar, sum løgdu Judaríki í oyði. Eisini her síggja vit Guds yvirstýrandi hond. Mennis­ kju sleppa bara at gera tað, sum Gud loyvir. Í fyrsta kapitli sigur hann Soleiðis: Tí Eg lati Kaldearar reis­ ast, hitt grumma og raska fólkið, ið fer fram um alla jørðina at taka í ogn búst­ aðir, sum er ogn annara.. Ert Tú ikki frá fornum tíðum HARRIN Gud mín, heilagi mín! ­ Vit skulu ikki doyggja. HARRI! Til at fullføra dóm hevur Tú sett teir. Tú, klettur okkara! Til at revsa hevur Tú givið teim­ um vald. Kap. 1,6 og12. Fyrsti kapitul er annars um, at kaldearar koma yvir landið. Profeturin gremur seg um støðuna og biður til Harran. Harrin svarar hon­ um í kapitli tvey, og her síggja vit eitt dømi um, tá ið Harrin talar til profet: Niðan á varða mín skal eg fara, og standa á vaktar­ staði mínum; eg skal hyggja út og fáa at vita, hvat Hann fer at tala í mær, hvat svar eg fái uppá klagu mína. Og HARRIN gav mær hesi orð til svar: Skriva upp sjónina ­ skriva hana skilliga á talvurnar, so hon er góð at lesa. ! Tí enn má sjónin bíða eftir tíð síni; men hon gong­ ur við skundi móti enda­ num og lýgur ikki. Um hon so drálar, bíða eftir henni! Tí koma skal hon, tað skal ikki svitast. Hástór og óærlig er sál hansara í honum ­ men hin rættvísi skal liva við trúgv síni. Kap. 2,1­4. Hetta er undurfult. Hin rættvísi skal liva við trúgv síni. Og lyftið er, tað skal ikki svitast. Sjónin lýgur ikki. Viðhvørt kann tað vera leingi at bíða, men Harrin lýgur ikki. Eingin ið lítur á hann skal verða til skammar. Tey verða til skammar, sum uttan grund eru trúðleys. Restin av øðrum kapitli er um dóm yvir synd, og triði kapitul er um dóm yvir jørðina..Hetta hava vit sæð aftur og aftur, nú vit hava gingið gjøgnum profetarnar, dómur bíðar heiminum. Men hin rætt­ vísi skal liva, tað er troyst­ in , vit eiga og hana átti Habakkuk eisini. Hann gleðir seg í Gudi sínum mitt í allari neyðini: Tí fikutræið blómar ikki; víntræið ber ongan ávøkst; ávøkstur oljutræsins mis­ eydnast; markirnar geva onga føði; seyðurin er horv­ in úr bólinum, og eingi neyt eru eftir í fjósunum. ­ Men eg skal gleðast í HARRANUM, fegnast í Gudi frelsu mínar! Harrin HARRIN er styrki mín; Hann ger føtur mínar sum hindanna og letur meg ganga eftir hædd­ um mínum. ­ Til songmeist­ aran. Við streingjaleiki mínum. Kap 3,17­19. Framhald Bíblian innblást av Gudi - ikki mannaorð um Gud RichaRd daniElsEn Í teimum størru kommunu­ num hava vit stillað floks­ politiskt upp til kommunu­ val. Hvat er endamálið við tí? Hvat hava Sambands­ flokkurin og Tjóðveldi við kommunalpolitikk at gera? Samband við hvønn? Loysing frá hvørjum? Onkur vil siga, at ymiskt í stevnuskráunum hjá flokk­ unum er relevant í kommun­ alum høpi. Fyri Tjóðveldi og Javnaðarflokkin, sum í dag ráða fyri borgum í Tórs­ havnar Kommunu, má hetta merkja sosial ábyrgd og um­ hvørvisábyrgd. Trupulleikin er bara tann, at hesir flokk­ ar við Heðini Mortensen og Leivuri Hansen á odda ganga beint ímóti stevnu­ skráum floksins, uttan at tað fær nakrar avleiðingar. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin hava tilvitað noktað at gjørt eina umhvørvisárinskanning av størsta bingjuhavnsprojekti í landinum, hóast vit eru nógv sum hava biðið um hetta. Eg vil meina, at sam­ bært galdandi havumhvørv­ islóg, er hetta krav. At nok­ ta at gera eina umhvørvis­ árinskanning er eisini ein avgerð fullkomuliga í stríð við stevnuskrá og vanligt vit og skil. At Javnaðar­ flokkurin, sum eigur for­ mannin í Umhvørvisnevnd­ ini hjá Tórshavnar Býrað, so roynir at kompensera við lítlum tiltøkum við vistfrøðisligum smyrsli, nyttar ikki nógv, tá man blankt noktar at kanna umhvørvisárin av einari bingjuhavn, sum púra ábyrgdarleyst frá einum umhvørvissjónarmiði og sosialum sjónarmiði verður kroyst millum hús innast í einum firði. Umhvørvistil­ tøkini hjá Elin Lindenskov í Tórshavnar Býráð, sum eisini atkvøddi fyri at gera eina bingjuhavn uttan um­ hvørvisárinskanning, eru sum at royna at bøta um støðuna á einum søkkandi Titanic við at hampa um dekkstólarnar. Javnaðarpolitikkur er ikki at venda sær frá umhvørvis­ vandalismu, men at standa sum garantur móti henni. Tað hevur Javnaðarflokk­ urin í Tórshavnar Býrað ikki livað upp til. Hvat nyttar tað at atkvøða fyri tí, sum Elin Lindenskov og stevnuskráin sigur, tá íð tað er Heðin Mortensen og hansara umhvørvispolitikk­ ur, ella mangul upp á sama, sum dikterar gongdina uttan fyri ringvegin í Havn? Heldur ikki Tjóðveldi hevur nakað at vera errin av á umhvørvisfrontinum. Tjóðveldi eigur formannin í Havnanevndini, Leivur Hansen, sum í stríð við byggisamtykt byrjaði eina bingjuhavn á einum vinnu­ øki. Hetta bíða vit mong framvegis eftir, at Tórs­ havnar Kommuna skal setast upp á pláss fyri. Kanska onkur fjølmiðil fer at biða um alment innlit hjá Løgmansskrivstovuni og Løgmálaráðnum um hetta, so almenningurin sær, hvussu umsitið hevur verið í stríð við galdandi lóg, uttan at nakar – enn – hevur tikið nakra avleiðing av hesum. Leivur Hansen noktaði eisini blankt at gera eina umhvørvisárins­ kanning, uttan at hetta upp á nakran máta bleiv átalað frá floksins síðu. Um um­ hvørvispolitikkurin er burtur í býráðspolitikk­ inum hjá Tjóðveldi, so er floksins frammanundan spinkla endamál at stilla upp til kommunuval burtur. Veljarar, sum atkvøða flokspolitiskt til kommunu­ val eru bara atkvøðuneyt hjá einstaklingum sum Leivur Hansen og Heðin Morten­ sen, sum ikki kenna eina stevnuskrá frá telefonbókini. Eg eri tí komin til ta nið­ urstøðu, at rætti vegurin fram er at stilla borgaralist­ ar upp til komandi býráðs­ val. Flokkarnir fylgja allíka­ væl ikki sínum stevnuskrá­ um í kommunalpolitikki. Fólk mugu kunna fáa grundstykki í sínari heim­ bygd. Harafturat má eitt og hvørt nærumhvørvi tryggj­ ast móti umhvørvisvanda­ lismu, sum bingjuhavnsør­ skapurin hjá Tórshavnar Havn. Eitt slíkt øki, sum tað sum Tórshavnar Havn vil brúka sum bingjuhavn á Oyrareingjum, má setast av til onkran 9 til 5 vinnuakt­ ivitet sum ger tað meiri livi­ ligt í nærumhvørvinum, heldur enn at hava eitt stórt tómt øki fult av bingjum við tilhoyrandi larmi og dálking dag og nátt, sum fer at forkoma aldargomul bú­ pláss og náttúru rundanum. Hetta verður bert tryggj­ að við, at borgaralisti verð­ ur gjørdur. Eitt borgara­ og umhvørvisvinarligt alterna­ tiv til floksumboðini, sum ikki fylgja stevnuskráum allíkavæl. Vendið flokkunum bakið til bý- og bygdarráðsval! Thomas aRabo viðmerkingar