Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-12, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juni 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 111 - 12. juni 2008 15 Andlát og jarðarferðir nøvn Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Jana Jensen, ættað av Hellunum, andaðist á Lágargarði í Havn mánadagin 9. juni, 96 ára gomul. Bønarhald verður á Lágargarði hós­ kvøldið kl. 18. Jarðar­ ferðin verður úr Vestur­ kirkjuni fríggjadagin kl. 13. Tey, ið vilja minnast Janu kunnu lata Lágar­ garði eina gávu konta í peningastovni. Andlát og jarðarferðir Dagurin 13. juni. Kyrillos. Fleiri halgimenni eru við hesum navni, helst er her talan um ein biskup í Aleksandriu, sum doyði í 444 . Erlendur biskupur doyði hendan dagin í 1308. Tøkk Eina hjartans tøkk veita vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá Jóhanna Mathea Skaale doyði og varð jarðað. Tykkum, ið hjálptu til við sjálvari jarðarferðini og ervinum, takka vit eisini hjartaliga. Eina serstaka tøkk veita vit tykkum á Ellisheiminum fyri tíðina, mamma búði har. Børnini Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá kæri maður, pápi, verpápi, abbi og beiggi okkara Páll Jacobsen á Nesi, Vági doyði og varð jarðaður. Takk fyri alla hjálp og troyst, fyri heilsanir og gávur til Vágs kirkju og til tykkum øll, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Fyri tey avvarðandi Henrikka, Niels Petur og Jóna Her er ein av myndunum frá realskúla­ framsýningini, sum Jórunn Dánials­ dóttir skipaði fyri í Kommunuskúlanum í Havn í 2007. Á myndini eru nakrar av manningini á kappróðrarbátinum Sìlinum á ólavsøku 1967. F.v.: Leivur Hansen, Høgni W. Larsen, Lutherus Hansen, Øssur Sim­ onsen, Karl Johannes í Stórustovu, Bergur Wardum og Knút Gray. Um onkur hevur hug at ogna sær hesa mynd, er viðkomandi vælkomin at venda sær til Jórunn Dánialsdóttir á telefon: 226024. Mynd: Jan Müller (Mynd nr. 501) Nakrir av manningini á Sílinum