Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-12, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juni 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 111 - 12. juni 2008 tíðindi Handil Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Leygardagurin er stórur dagur í handilssøguni í Vági, og kanska allari Suð­ uroynni. Tá letur nýggjur handil upp, ella rættari er at siga, at fleiri handlar lata upp. Nýggjur og stásiligur handilsbygningur er reistur við høvuiðsvegin í Vági, og í sær sjálvum er tað rár hending, at handilsbygning­ ar, ið eru bygdir til endamál­ ið, síggja dagsins ljós í útjaðaranum. Byggja Søgan byrjar 1. desember í 2005, tá Rakul Borg og Arni Brattaberg keypa Handilin í Toftum, ið er á ovara veg í Vági. ­ Vit fingu góða byrjan og fólk tóku sera væl undir, sigur Arni, tá vit hitta hann í nýggja handilsbygningin­ um, har hann og hjálparfólk stákast við at fáa síðstu snøklarnar uppá pláss, inn­ an latast skal upp leygardag­ in. ­ Skjótt tóktust hølini ov lítil, og vit umhugsaðu at byggja. Vit umhugsaðu flei­ ri møguleikar, t.d. vestanfyri Suðuroyar Sparikassa og tekning og ætlan vóru gjørd. Síðani umhugsaðu vit at byggja Vesturi í Bø (í Vági, blðm.), men ymiskt kom í vegin fyri ætlanunum. Men so var ognin hjá Thor­ stein Vilhelm til sølu og vit bjóðaðu. Vit keyptu, uttan at hava tekningar ella ætlan klára, tí økið liggur væl fyri mitt í Vági, greiðir Arni frá. ­ Tann 7/7­07 varð felagið Torgið stovnað. Stovnarar vóru Arni Brattaberg, Rakul Borg, Kveiking, ið er grunn­ ur hjá Suðuroyar Sparikassa, og ein Bygdagrunnur frá 1994, ið er ein stuðulsgrun­ nur, sigur Arni Brattaberg. ­ So varð farið at gera tekningar og søkja um byggiloyvi og fígging. Før­ oya Banki var við uppá hug­ skotið, og byrjað varð at gravað út og planerað sum skjótast. Stoypiarbeiðið byrjaði í oktober í fjør. Í jan­ uar í ár varð húsið reist, sig­ ur Arni Brattaberg. ­ Byggiarbeiðið hevur gingið stak væl og alt er gjørt av hondverkarum her á staðnum, og á odda hevur Suðursmíð við Hjalmar Magnusen staðið, og tað er væla hondverk, sigur ein fegin Arni Brattaberg, sum hóast strævnar dagar, fegn­ ast, nú stóri dagurin nærk­ ast. Fleiri handlar Hølini eru stór og í tveimum hæddum. Ætlanin var at lei­ ga út í ovaru hæddini. ­ Fleiri áhugað vendu sær til okkara, men ongin sátt­ máli fekst í lag, so vit fóru sjálvi at hyggja okkum um, og tað endaði so við, at vit nú hava gávuhandilin, ið umboðar merkið Zone. Hes­ in heldur til á ovarau hædd­ ini, sigur Arni, ið er spentur uppá hetta, tí hann metir hetta vanta í oynni, og hartil er talan um handil, ið hevur breitt úrvæl innan brúkslutir og steintoy, og so er tað eisi­ ni í nýmótans sniði. ­ Tá alt fall á pláss, vísti onnur áhuga, og ein handil við mótaklæðum til ung verður eisini í húsinum; Klædnabúðin. Sirri er umboðað í húsinum, og er hetta handil, ið er samanset­ tur við umboðan av klædna­ merkinum Kansas. Teir tríggir handlarnir á ovaru hæddini hava 300 fermetrar at ráða yvir, sigur Arni. Hann leggur afturat, at seinni í ár er møguleiki fyri einum leigumáli afturat í húsinum. ­ Á 1. hædd er stórur mat­ vøruhandil, ið er einar 300 fermetrar til støddar, og vit eru limir í Samkeyp. Eisini er kiosk, ið eisini selur baks­ tur. Her hava vit roynt at hava innbúgvið í høgari góðsku, so tað svarar til líknandi sølubúðir norðan­ fjørðs, sigur Arni. ­ Opið torg er so eisini partur av 1, hædd, og torgið er einar 160 fermetrar, Her skulu borð og stólar standa, so talan verður um eitt slag av café­øki. Torgið skal eisi­ ni brúkast til serlig tiltøk, um handlar hava brúk fyri tí. Onnur, tað vil siga handl­ Torgið í Vági letur upp -Vit trúgva uppá tað, hóast íløgan er stór, sigur Arni Brattaberg, sum sigur, at tað hevur verið ein strævin tíð, og at hann stundum hevur havt tekningar og ætlanir við til songar Mynd: Dagfinn Olsen Tað eru ung og vágafús fólk, ið standa aftanfyri stóra og stásiliga handilsbygningin í Vági, ið hevur fingið navnið Torgið. Arni Brattaberg og Rakul Borg trúgva uppá ætlanina, og leygardagin letur Torgið upp. Bygningurin er reistur mitt í Vági og við høvuðsvegin, og umframt stóran matvøruhandil, er kiosk, mótahandlar, og gávuhandil við merkinum Zone í húsinum