Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-12, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juni 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 111 - 12. juni 2008 tíðindi Stutt Sagt Brown vann tepurt Tað stóð nógv á, tá bretska parlamentið í gjár atkvøddi um eitt uppskot frá stjórnini um at herða lógina ímóti yvirgangi, soleiðis at løgreglan kann hava fólk sitandi í varð­ haldi upp til 42 samdøgur, um tey eru undir illgruna fyri at hava samband við yvirgang ella yvirgangs­ fólk. Mótstøðan ímóti uppskotinum var stór, men tá uppteljingin var liðug, vísti tað seg, at 315 høvdu atkvøtt fyri upp­ skotinum og 306 ímóti. Fleiri tinglimir hjá stjórn­ arflokkinum atkvøddu ímóti. Eygleiðarar í Lon­ don siga, at sigurin hjá stjórnini var sera týdning­ armikil, tí kanningar hava víst, at umdømið hjá arbeiðaraflokkinum og Gordon Brown er í botni. Fongd við Islam Jean­Louis Tauran, kardi­ nalur, sum umsitur sam­ skiftið millum ta katólsku kirkjuna og onnur trúar­ samfeløg, sigur, at fólk í Vesturheiminum eru næstan fongd við Islam, tí tey tosa næstan ikki um annað. Sjálvur er hann í ferð við at fyrireika ting­ ingar millum Vatikanið og onnur trúarsamfeløg. Hansara fyrsta ferð verður til India, har hann fer at leggja dent á, at einki trúarsamfelag er yvir hin­ um. Fyri einum ári síðani samdust Vatikanið og islamskir leiðarar um at hava samskifti partanna millum. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk -Eg eri bangin, tí teir ætla at drepa meg, men eg fari at stríðast og rými ikki av landinum (Patson Chipiro) útlond Barrack Obama tykist hava størri kvinnutekki enn John McCain, og tað kann tryggja honum forsetasessin Tær amerikonsku kvinnurn­ ar vilja heldur hava demo­ kratin Barrack Obama enn republikanaran John McCain til forseta, og hetta er vorðið serliga sjónligt, síðani Hillary Clinton gavst við sínum valstríði. Ein nýggj Gallup­kanning vísir, at 51 prosent av kvinn­ unum ætla sær at atkvøða fyri Barrack Obama, meðan 38 prosent halda John McCain vera tað betra val­ evnið. Fyri bara einari viku síðani vóru tølini ávikavist 48 og 43 prosent. ­ Nú Hillary Clinton er givin, og veljararnir skulu velja ímillum Obama og McCain, venda nógvar kvinnur eygunum ímóti Obama, sigur Gallup í ein­ ari viðmerking til kanning­ ina. Kanningin hjá Gallup vísir, at McCain fær 47 prosent av atkvøðunum frá amerikonsku monnunum, og at Obama fær 45 prosent. Hetta merkir sambært Gallup, at Barrack Obama hevði fingið 50 prosent av øllum atkvøðunum, var valið nú, og at John McCain hevði fingið 43 prosent. Í einari kanning hjá blaðnum Wall Street Journal eru tølini ávikavist 47 og 41. Kona ein av leiðarunum í andstøðuflokkinum í Zimbabwe bleiv illa viðfarin og síðani brend livandi Patson Chipiro var ikki heima, tá viðhaldsmenn hjá Robert Mugabe, forseta lupu á hús hansara. Teir tóku konuna, høgdu báðar føturnar og aðra hondina av henni, áðrenn teir læstu hana inni í húsunum og tveittu eina benzinbumbu inn ígjøgnum eitt vin­ deyga. Tá Patson Chipiro kom til hús, stóðu húsini í ljósum loga. Hann rópti á konuna og royndi at sløkkja eldin. Ein smádrongur, sum hevði sæð tilburðin, greiddi hon­ um frá, hvat var hent. Í fyrstani vildi løgreglan ikki taka sær av málinum, men seinni legði ein høgur løgreglumaður uppí, og frágreiðing er nú skrivað. ­ Hesir ungu fáa undir­ vísing í ræðuleika. Teir verða brúktir til at myrða, teimum dámar tað, og teir gera tað fyri pengarnar, sigur Patson Chipiro við bretska blaðið The Times. Hann sigur, at álopsmenn­ inir komu aftur nú eina náttina, men at teir flýddu, tá teir sóu, at hann hevði fleiri viðhaldsmenn heima hjá sær. ­ Eg eri ógvuliga ræddur. Teir ætla at drepa meg, men eg havi einki í at velja. Tað er umráðandi, at eg eri her, og eydnast tað teimum at reka meg av landinum, fara onnur eisini at rýma. Eg ætli mær at stríðast her, sigur Patson Chipiro við The Times. Gordon Brown hevði brúk fyri sigrinum (Mynd: Polfoto] Kvinnurnar kunnu bjarga Obama forsetasessin Kona andstøðuleiðara í Zimbabwe brend livandi Nógv viðhaldsfólk hjá andstøðuni í Zimbabwe verða illa viðferðin. Hesin maðurin var teirra millum (Mynd: Polfoto)