Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-12, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juni 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 111 - 12. juni 2008 19 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Vert- stjóðir í vanda Síðani EM-endaspælið varð skipað við bólka- spælið, hava vertstjóðir- nar vanliga staðið seg væl. Men í so máta verð- ur endaspælið hesa ferð kanska eitt undantak. Við tapinum móti Turka- landi í gjár er Sveis at kalla úti úr kappingini, tó at teir í teori’ini enn hava møguleikan at vinna seg víðari. Í kvøld er tað so Eyst- urríki, sum skal til próv- tøku. Vinnur liðið á Pól- landi, eru framvegis hampulig útlit fyri at spæla seg víðari. Men verður talan um tap ella javnleik, verður málið um eitt pláss í fjórðings- finaluni nærum vónleyst at røkka. --- EM-dystir Úrslit Bólkur A Kekkia-Portugal 1-3 0-1: Deco, 8. 1-1: Libor Sionko, 17. 1-2: Cristiano Ronaldo, 63. 1-3: Ricardo Quaresma, 90. Sveis-Turkaland 1-2 1-0: Hakan Yakin, 32. 1-1: Semih Senturk, 57. 1-2: Arda Turan, 90. Komandi dystir Bólkur B Dagur Kl. Dystur 12.06 17.00 Kroatia-Týskland 12.06 19.45 Eysturríki-Pólland Bólkur C 13.06 17.00 Italia-Rumenia 13.06 19.45 Holland-Frakland B36 var undir hørðum trýsti í longdu leiktíðini, men teir hildu tætt, og so tóku teir steypasigurin hjá unglingum eftir brotssparkskapping ímóti KÍ Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo B36 legði harðliga fyri í steypafinaluni hjá ungling- um, sum varð spæld á Skála mikukvøldið. Mótstøðu- liðið var KÍ, og áðrenn spæl- ararnir hjá KÍ vóru raknaðir við, hevði B36 skorað tvær ferðir. Fyrst var tað Johan Ell- ingsgaard, sum stútaði eitt frísparksinnlegg í málið, og so var tað Sjúrður Thoma- sen, sum við eini góðari fintu spældi seg sjálvan leysan í brotsteignum og sendi í handara síðunet. Alt hetta hendi innanfyri fyrsta korterið av dystinum, og hesa fyrstu løtuna var B36 naskari. So hvørt sum fyrri hálvleikur leið, kom KÍ meira inn í dystin, og teir høvdu onkra góða roynd at minka um munin fyri hálvleikssteðgin. Javnaðu leiðsluna Í seinna hálvleiki setti KÍ seg tungt á dystin. Liðið spældi seg til fleiri góðar kjansir, og tvær ferðir eydn- aðist at skora. Fyrsta mink- aði John Hammer um mun- in við einum góðum skoti, eftir at hann rak inn í brots- teigin, og so javnaði Dánjal Pauli Lervig, eftir at hann hevði fintað tveir B36-verju- spælarar stutt úr málinum. B36 kom eitt sindur fyri seg eftir útjavnandi málið, men KÍ var betra liðið og var vandameira meginpartin av tíðini. Neyðugt varð við longdari leiktíð, og hon endaði við einum stórum KÍ-trýsti á B36-málinum. Fleiri ferðir vóru KÍ-spælarar mest sum leysir í brotsteignum, og tá stórspælandi B36-málmað- urin ikki vardi fyri, bjargaðu útispælarar á strikuni. Seinasta KÍ-atsóknin end- aði við, at leysi álopsspælar- in sendi móti málinum, B36-málmaðurin pareraði, bólturin hevði kós ímóti málið, men ein B36-verju- spælari sparkaði burtur í evstu løtu. Í seinna hálvleiki og í longdu leiktíðin hevði KÍ yvirvág í spæli og kjansum, men B36-spælararnir vardu manniliga. Og tað gav úrslit, tí tá alt endaði við brotssparkskapping, mis- nýtti KÍ tvær ferðir og B36 einaferð, og so kundu teir fegnu B36-spælararnir háls- fevnast og taka steypið við sær til Havnar. Rás1 hjá Televarpinum sendir beinleiðis, tá Steypafinalan í føroyskum mansfótbólti verður spæld leygardagin Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo FSF og Televarpið gjørdu í gjár avtalu um at senda finaluna í kappingini um Løgmanssteypið beinleiðis á Rás 1 hjá Televarpinum. R2 Net v/Petur Jacobsen og HD-Myndir v/Hans Erik Danielsen standa fyri sjálv- ari upptøkuni og sjónvarps- framleiðsluni av dystinum. Finaludysturin verður spældur kl. 18.15, og send- ingin á Rás 1 byrjar umleið kl. 17.45. Sent verður til steyp og heiðursmerki eru handað. Sendingin frá Løgmans- finaluni verður endursend sunnudagin 15. juni kl. 15.00 Løgmanssteypið á Rás1 Sveinur Tróndarson, formað­ur í kappingarnevndini hjá FSF, og Laila Hentze, stjóri á Televarpinum, skriva undir avtaluna Mynd: www.fsf.fo B36 tók steypið Fagnað­urin var øgiligur, tá lið­skiparin hjá B36, Odmar Færø, hevð­i tikið­ ímóti steypinum. Her sæst hann samamn við­ vanliga málverjanum, Jóan Paula Jakobsen, sum í løtuni er uttan fyri við­ beinbroti