hósdagur 12. juni 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 111 - 12. juni 2008 ]
U17 landsliðið
er úttikið
Pætur Clementsen og
Áki Johansen hava tik
ið út 18 leikarar, sum
skulu umboða Føroyar á
Aberdeen International
Football Festival
Fótbóltur
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Tað hevur verið fastur tátt
ur hjá U17 landsliðnum
seinnu árini, at liðið fer á
venjingarlegu í Aberdeen,
áðrenn NM er á skránni.
Talan er um eina altjóða
kapping, at leikararnir
skulu royna seg móti leik
arum úr ymsum londum.
Venjararnir Pætur Clem
entsen og Áki Johansen
hava tikið út teir 18 leik
ararnar, sum skulu umboða
Føroyar í hesu kapping.
Teir eru:
Teitur Gestsson, Sør
mundur A. Kalsø, Helgi
Samson, Johan Jacobsen,
Ivan Joensen og Heðin
Klakstein úr KÍ.
Bárður Hansen úr Vík
ingi. Jónberg á Mýrini,
Andras B. Vágsheyg, Hall
ur Hansson, Gilli Søren
sen, Jógvan Skeel Nolsøe,
Páll Holm Jacobsen og
Sørin N. Samuelsen úr
HB. Eli F. Nielsen og Holg
ar Durhuus úr 07 Vestur.
Bogi Petersen úr ÍF og
Kristian Joensen úr NSÍ.
Úr Real Madrid
til KÍ
Høvuðsvenjari á fót
bóltsskúlanum hjá
KÍ í ár verður Jesus
Gutierrez, sum er ung
dómsvenjari í spanska
stórfelagnum Real
Madrid
Fótbóltur
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Seinnu árini hevur KÍ
fingið íblástur frá útlend
skum venjaranum, sum
standa fyri venjingunum á
fótbóltsskúlanum,
sum
felagið skipar fyri. Og í ár
er einki undantak.
Heimasíðan hjá KÍ skriv
ar, at Jesus Gutierrez, van
liga nevndur Guti, verður
høvuðsvenjari á skúlanum
í ár. Hann er ungdómsvenj
ari í spanska stórfelagnum
Real Madrid.
Fótbóltsskúlin hjá KÍ
verður í døgunum 12. og
13. august.
Umbidna stjørnan
spældi ein avgerandi
leiklut, tá ið hann og
Portugal vunnu 31 á
Portugal í gjár
Fótbóltur
Pætur Albinus
patur@sosialurin.fo
Portugal helt í gjár fram við
góða spælinum, sum teir
hava víst í EM higartil.
Kekkia leitaði eftir góða
spælinum, eftir at teir
høvdu framt eitt heldur
linligt avrik ímóti Sveis.
Kekkia leikti væl til tíðir,
men portugisiska maskinan
koyrdi ov væl til at Kekkia
kundi fylgja við
Ronaldo á muni
Nógv verður tosað um, í
hvørjum felag framtíðin hjá
Ronaldo liggur. Tað er tó
vist, at hann undir EM um
boðar Portugal, og her hev
ur hann gjørt góðan mun.
Eftir at hava sæð lítið til
Ronaldo í fyrra dystinum,
trein hann av álvara á EM
pallin, tá ið hann var við til
at tryggja Portugal 31 sig
urin á Kekkia í gjár. Hann
skeyt sjálvur málið til 21,
tá ið hann við fløtum skotið
legði bóltin framvið Petr
Cech. Hann var eisini heilin
handan málinum til 31, tá
ið hann vinarliga gav Ric
ardo Quaresma, eftir at teir
báðir vóru púra leysir við
kekkiska málverjanum.
Flúgvandi FCK-leikari
Síðsta summar kunngjørdi
FCK, at teir høvdu keypt
kekkiska landsliðsleikaran,
Libor Sionko, úr Glasgow
Rangers. Í skotska felagnum
fall hann ikki væl til, og
valdi síðan at skifta til
donska FCK. Her hevur
hann staðið seg væl, og
eisini við ársins EM hevur
hann verið sera eyðsýndur
á kekkiska landsliðnum.
31 ára gamli Libor Sionko
hevur sáttmála við FCK
fram til komandi summar,
men heldur góða gongd
hansara í EM fram, er væl
hugsandi, at hann verður
eftirspurdur í Evropa. Hetta
plagar júst at vera eitt av
vørumerkjunum hjá FCK.
Í regnváta leikvølli
num í Basel sá Sveis
leingi út til at fáa
stig burturúr, men
Turkaland vísti góðan
neyvleika framman
fyri málinum, og
endaði við at tryggja
sær tepran 21 sigur
Fótbóltur
Pætur Albinus
patur@sosialurin.fo
Tað vóru vónleys veðurlík
indi at leika í, tá ið botnliðini
í bólki A, Sveis og Turka
land, brustu saman á St.
JakobPark í Basel. Fótbólts
leikarar plaga tó ikki at legg
ja árarnar inn vegna veður,
og hóast bólturin hevði
trupulleikar við at ferðast,
so varð dysturin fullførdur.
Í heimbýi sínum kundi
Hakan Yakin tryggja Sveis,
at teir sluppu til hálvleiks
við 10 leiðslu. Hóast
leikliga yvirvág til Sveis í
seinna hálvleiki, so vóru
turkar sera neyvir framm
anfyri málið, og tað var
hetta, sum avgjørdi dystin.
Semih Sentürk javnaði við
einum stútara eftir einum
tíma, og hóast nógvar góðar
møguleikar til Sveis at av
gera dystin, so var tað hin
vegin Arda Turan, sum í
yvirtíðini tryggjaði Turka
landi øll trý stigini.
Fíggindar
Sveis og Turkaland eru ikki
júst tey landsliðini, ið hava
besta samband við hvørt
annað. 16. novembur 2005
leikti
hesi
lond
EM
undankappingardyst á Sükrü
Saracogluleikvøllinum
í
Istanbul. Ein dystur, sum
endaði í sonnum ruðuleika,
og fótbóltsvøllurin brádliga
var átøkur einum boksiringi.
Hópbardagin fekk tó av
leiðingar fyri bæði londini,
og bøtur við stórum upp
hæddum vórðu deildar út,
umframt at nógvir leikarar
máttu taka til takkar við
longum leikbanni.
Dysturin í gjár bardi tó
bara veðrið av, og varð væl
avgreiddur. Eitt nú takkað
einum kontantum dómara,
slovakiska Lubos Michel,
sum í løtuni telist millum
heimsins bestu dómarar, og
er ein av favorittunum til at
døma EMfinaluna.
Sveisiski EM-dreymurin
regnaði burt
Ronaldo trein á EM-pallin
Regnið oysti niður á St. Jakob-Park,
har føroyska landsliðið eisini hevur
roynt seg. Á myndini síggjast turkiski
sigursharrin, Arda Turam, og málverjin
hjá Sveis, Diego Benaglio
Mynd: Polfoto/AP
Málskjúttin fær øl
restina av lívinum
Ottakringer Brauerei – eitt ølbriggjarí í Eysturríki
– bjóðar fyrsta málskjúttanum hjá Eysturríki í EM
spælinum ein vinning, sum er heldur sjáldsamur.
Hesin fær ókeypis øl frá fyritøkuni restina av lívi
num. Hetta kann verða sparkið, sum er neyðugt,
um liðið skal fáa viðgang. Hetta er møguliga rætta
tileggjanin, sigur stjórin á fyritøkuni, Sigi Menz,
sambært bold.dk
Málini hjálpa neyðstøddum
Fyri hvørt mál, sum verður skotið í EMendaspælinum, letur
UEFA 30.000 krónur til hjálpararbeiði. Hetta hevur europiska
fótbóltssamgongan gjørt í samstarv við altjóða deildirnar hjá
Reyða Krossi. Til og við 23 mál, og tað gevur Reyða Krossi á
leið 690.000 kr. Peningurin, sum kemur inn á hendan hátt,
verður nýttur til hjálpararbeiða til frama fyri tey, sum hava
fingið mein av landminum í Afghanistan, og so er væl bara enn
størri orsøk hjá fóbóltsfjepparum at fagna álopsfótbóltinum.