hósdagur 12. juni 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 111 - 12. juni 2008 ]
Scolari nýggjur
Chelsea-venjari
So er nýggi Chelsea-venjarin funnin. Gitingarnar hava
verið nógvar, síðan Avram Grant varð koyrdur úr
starvinum fyrr í ár. Hesar gitingar fingu ein enda, tá ið
Chelsea í tíðindaskrivi í dag boðaði frá, at tað verður 59
ára gamli Luiz Felipe Scolari, sum skal venja Chelsea
framyvir. Scolari hevur seinastu fimm árini verið venjari
hjá Portugal. Hvørki hann ella Chelsea vilja upplýsa
nakað nærri fyrr enn EM-endaspælið er liðugt.
Kekkia-Turkaland kann
enda við brotsspørkum
Kekkia vann 1-0 á Sveis, og tapti 1-3 ímóti Portugal. Tað gevur 3 stig,
og málmunin 2-3. Turkaland tapti 0-2 ímóti Portugal, og vann 2-1 á
Sveis. Tað gevur 3 stig, og málmunin 2-3. Also er 100% javnt millum
bæði liðini. Spæla Turkaland og Kekkia javnleik sunnukvøldið, so hava
tey framvegis sama stigatal og sama málmun, og við einum javnleiki
sunnukvøldi, so eru liðini jøvn í innanhýsis uppgerðini. Hetta merkir,
at spæla Kekkia og Turkaland 0-0, 1-1 ella 2-2, ja so mugu liðini út í
eina brotssparkskapping fyri at finna út av hvør skal fylgja Portugal úr
bólki A, fyri at spæla fjórðingsfinalu í næstu viku.
Spanska høvuðs
staðarpressan, og
serliga ítróttarblaðið
»Marca« gera sítt
ítarsta fyri, at Cristi
ano Ronaldo skal
velja Real Madrid
Fótbóltur
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Tað er eingin ivi um, at Real
Madrid ynskir at fáa Cristiano
Ronaldo í sín hóp. Felagið
vil ganga langt fíggjarliga
fyri at fáa undirskriftina hjá
23 ára gamla portugisanum.
Viðhaldsfólkini eru eins íðin,
og ikki minni tann skrivandi
parturin av fjølmiðlunum í
spanska
høvuðsstaðnum.
Spanska
ítróttarblaðið
»Marca«, sum varð stovnað í
1984, hevur ein lesaraskara,
sum er langt omanfyri 2 milli-
ónir fólk. Nógv av hesum
eru Real Madrid fjepparar,
og er tað tí eisini ein góð for-
rætning hjá Marca at stuðla
Real Madrid í stríðnum fyri
at fáa Cristiano Ronaldo at
skifta regnið í Manchester
um við sólina í Madrid. Í
Spania er tað nevnliga so, at
ítróttarbløðini favorisera eitt
lið. Blaðmennirnir hjá Marca
dyrka Real Madrid, og fara
illa við FC Barcelona, með-
an blaðmennirnir hjá t.d. El
Mundo Deportivo dyrka FC
Barcelona, og fara illa við
Real Madrid. Men Marca –
eins og Real-viðhaldsfólkini
– stillar eisini krøv. Tað er
gott at gerast spanskur meist-
ari, men kiksini í Champions
League eru ikki til at bera, so
har mugu spælarar útvegast
til tað hvíta liðið í Madrid, so
Real Madrid aftur kann
greiða
sín
evropeiska
setning.
Brúka spælarar
Men hvat gert tú, tá spælar-
in, sum tú skalt fáa til Real
Madrid, longu spælir í
Heimsins best umtókta fel-
agið, sum haraftrat er evr-
opeiskur meistari? Og so
fær Ronaldo eisini astr-
onomiskar upphæddir í løn
frá Manchester United.
Í strembanini at fáa Ron-
aldo til Real Madrid hevur
Marca gjørt nógv burtur úr
at hava samrøður við Real
Madrid
spælarar,
sum
ynskja at fáa Ronaldo sum
liðfelaga til komandi kapp-
ingarár.
– Eg hevði ynskt, at
Cristiano var í Real Madrid,
tí tað er betri at hava hann,
sum liðfelaga, enn at hava
hann sum mótstøðumann.
Hann hevði heilt víst verið
væl móttikin í felagnum,
eins og eg bleiv tað. Men
tað er sjálvandi upp til hann
at taka støðu til framtíð
sína.
Soleiðis málbar portugis-
iski landsliðsleikarin, Pepe
seg í samrøðu við Marca.
– Tað hevði ikki verið so
býtt at keypt Cristiano Ron-
aldo. Øll feløg ynskja slíkar
fótbóltsspælarar. Júst nú er
hann ein av heimsins bestu
fótbóltsspælarum, fyri ikki
at siga tann besti. Og hann
vil til eina og hvørja tíð ver-
ið væl móttikin í hópi
okkara.
Hesi orðini eigur Sergio
Ramos í einari aðrari sam-
røðu við Marca. Lokali
arvafíggindin
hjá
Real
Madrid er Atletico Madrid.
Fyri at bera brennið til bál-
ið, sum skal kynda í áhugan
hjá Ronaldo at koma til
Real Madrid, so hava teir í
Marca eisini gjørt eina sam-
røðu við Fernando Torres,
sum er gamla hetjan hjá
Atletico Madrid, og núver-
andi hetjan hjá arvafíggind-
anum hjá Manchester Uni-
ted, Liverpool.
– Hann (Ronaldo, blðm.)
hevði verið eitt fantastiskt
keyp til næstan ein og
hvønn prís. Um tað endar
við, at Real Madrid keypir
hann, so hevði tað verið eitt
stórt keyp.
Hetta segði so Fernando
Torres í sínari samrøðu við
Marca.
Søgur
Fyri at halda gongd í eldin-
um, verða hópatals søgur
bryggjaðar, og Real Madrid
verður støðugt sagt at vera
størri, sterkari og betri um-
tókt enn Manchester United.
Sagt verður frá í Marca,
hvussu handlikraftigir og
avgjørdir Real Madrid eru,
og at teir hava veruligar fíggj-
arligar musklar at spæla við.
Sagt verður frá hvussu per-
sónliga ólukkuligur Cristi-
ano Ronaldo er at skula
spæla við Manchester Uni-
ted. Felagið, sum Ronaldo
hevur vunnið Premier Lea-
gue og Champions League
við. Hetta tí hann verður
hildin í norðuronglandi ímóti
hansara egna vilja.
Og sjálvur hevur Cristi-
ano Ronaldo so ikki gjørt
tað stóra fyri at avlíva søg-
urnar. Við portugisisku sjón-
varpsstøðina, RTP segði
hann síðst í mai:
- Dreymurin hjá mær er
ein dag at spæla við Real
Madrid. Tú hevur væl eisini
dreymar?
Hetta
er
so
dreymurin hjá mær. Eg havi
sáttmála við Manchester
United, og tú mást práta við
teir. Tað kann verða okkurt
nýtt hendir í næstum, men
eg havi so ikki sjálvur skriv-
að undir nakað hjá Real
Madrid.
United má verða við
Samráðingarnar um ein sátt-
mála kunnu tó ikki byrja,
fyrr enn Manchester United
sigur gott fyri at selja dýr-
gripin hjá sær. Marca vóru
skjótir úti við einari søgu,
um at Real Madrid hevði
boðið 80 miljónir evrur fyri
Ronaldo. Helvtina í reiðum
peningi, og hin helvtin
skuldu avreiðast við at lata
Robinho fara til Manchester
United. Nakrar dagar seinni
skrivaði Marca, at Manchest-
er United kundi ganga við til
50 miljónir evrur í reiðum
peningi, umframt Diarro,
Robinho og Sergio Ramos,
sum allir skuldi gerast partur
av hópinum hjá Manchester
United. Ein handil, sum við
áljóðandi marknaðarvirðin-
um hjá Diarro, Robinho og
Ramos hevði havt eitt virðið
uppá 140 miljónir evrur, also
yvir eina miljard krónur!
Síðst í mai hevði nevndin
í Real Madrid fund. Marca
hevði onkursvegna eina
»keldu« við til stýrisfundin.
Dagin eftir kundu fólk lesa
í Marca:
- Forsetin, Ramon Cald-
eron lyfti høvdið upp frá
pappírum sínum, sá uppá
stjórar og leiðarar, og segði:
»Arbeiðið er gjørt. Nú eru
vit tengdir at spælaranum
(Ronaldo, blðm.). Hann
sleppur alment at boða frá,
at hann vil koma til Real
Madrid.«
Soleiðis varð endurgivið
í Marca. Leiðslan í United
er sera ørg inn á allar søgur-
nar, sum hava staðið í
Marca, og eru teir eisini arg-
ir inn á Real Madrid, og hev-
ur tað eisini ført til, at
Manchester United hevur
kært Real Madrid til FIFA
fyri teirra óregluliga fram-
ferðarhátt. Men hvat tað
endar við, vita vit ikki, fyrr
enn EM er av.
»Marca« vil hava Ronaldo
til Real Madrid
Meðan Manchester United og Real Madrid kríggjast um Cristiano Ronaldo, heldur spælarin sjálvur fram við at gera um seg.
Seinast í 3-1 sigrinum hjá Portugal móti Kekkia
Mynd: Polfoto/AP