Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-12, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juni 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 111 - 12. juni 2008 Elias var borin í heim í 1871 í Hvalvík. Foreldur hansara vóru Johan Olsen og Johanna Elisabeth, ættað av Eiði. Elias gjørdist sera kendur sum bátasmiður. Um hetta greiddi sonur hansara Ver­ land Johansen millum ann­ að soleiðis frá: “Pápi fór sum ungur til Havnar. Hann fór í skómak­ aralæru hjá Jens Egholm úti á Reyni, fyrr umrøddur í hesi røð.. Hann arbeiddi eina tíð sum skómakari. Hetta man ikki hava líkað honum serliga væl, tí skjótt fór hann saman við Niels í Dali at smíða bátar og lossi­ jaktir. Um ár 1900 bóðu Restorffs­menninir í Vágs­ botni Elias um at smíða ein stóran deksbát til motor. Tað gjørdi hann, og tann 26. aug. 1901 fór báturin av bakkastokki úti á Høgukai í Rættará. Hetta má sigast at vera eitt bragd. Ólærdur og ikki meira enn 30 ára gamal at fremja hetta eftir tátíðini stórarbeiði, var ikki hvørj­ um unt. Hann fór síðan til Noregs at læra skipasmíð og alt tað sum til hetta kravdist. Heimafturkomin varð so farið undir at byggja slættbygd før. Fyrr vór øll før súðubygd. Smíðaði 135 motorbátar Tey næstu 24 árini smíðaði hann 135 motorbátar við dekki í. Pápi hevði verkstøð og sleipistøð í Álakersvík. Har vóru nógvir menn í arbeiði Tað var ikki smá­ vegis teir fingu frá hondini. Einir 25­30 mans arbeiddu har uppá tað mesta. Hesir bátar blivu brúktir til útróður. Av tí, at tað vóru dekksbátar, kundu teir við teimum vera úti til havs einar tveir dagar í senn. Har var lugar við kabúss, so væl bar til at kóka ein drekka­ munn, og um so skuldi verða eisini døgverðamat. Eisini kundu teir fáa sær ein blund á beinkinum í lugarinum. Í einum ári fóru 14 bátar av bakkastokki. Smíðaði bátar til Íslands Undan og undir fyrra verð­ inskríggi vóru nógvir motorbátar smíðaðir. Tá var nógvur útróður, so allastað­ na úti um í Føroyum fingu menn sær hetta bátaslagið. Teir vóru til støddar frá ca. 8­14 tons. Fleiri blivu gjørdir til Íslands, tann størsti var um 45 tons. Ein fekk navnið “Breiði”. Tá hann skuldi byggjast, noyddust teir at vaksa um tað størra verkstaðið við o.u. 10­12 metrum. Enn í 1984 vóru einir 12 bátar eftir frá teirri tíðini, sum vóru í brúki. Tá ið eg var farin úr skúlanum fór eg at arbeiða úti á verkstaðnum á Álakeri. Tað tíðina smíðaðu teir nógvar føroyskar bátar, ið vórðu latnir til Ísland at brúka til útróður. Tað vóru seksmannafør. Eini 8­10 vórðu send avstað í senn við einum av norsku skipunum, ið sigldu upp á Føroyar og Ísland.” Elias hevði størri ætlanir. Ein teirra var at byggja slupp, ið serliga var ætlað okkara viðurskiftum. Sam­ an við soninum Johan, sum eisini var báta­ og skipa­ smiður, gjørdi hann tekning og yvirslag yvir eina slupp, sum var 120 tons. Men Elias doyði, áðrenn hann fekk fullført hesa ætlan. Upp til 16 fólk í húsi Elias Johansen var sum húsmaður ein merkismaður. Tvær reisir giftur fostraði hann upp ein stóran barna­ flokk og harumframt onnur børn av síni ætt. Í góðari semju fekk hann alt at ganga, hóast húsarúmdin ikki var stór. Elias Johansen hevði trongd til at síggja nakað grógva upp uttan um seg á einhvønn hátt. 15 ár áðrenn hann doyði, fekk hann sær eitt traðarstykki. Nógv av tí var vánalig gaddajørð og ikki høglig, men við so stórum íðinskapi røktaði hann tað, so tað gav fóður til tvær kýr. Tað er kanska ikki júst bráinntøka í slíkari jarðardyrking, men tað er eitt tørvuligt gagns­ verk at økja um hin dyrkaða partin av Føroya jørð. Tað er dygdarríkt tjóðskaparligt verk, og eisini av tí hevur Elias Johansen tikið lut. Álitismaður Elias var eldhugaður sjálv­ stýrismaður, og varð hann sum slíkur valdur inn í býráðið í Havn í 1909 og sat har til sín deyðadag. Hansara felagar søgdu, at tað var stuttligt at arbeiða saman við honum. Hann var so gløggur at seta seg inn í eina sak og taka støðu og hevði merkilig evnir sum slóðbrótari. Í meinigheitslívinum tók hann eisini lut. Hann var í mong ár í meinigheits­ stjórnini og í meiniheits­ sjúkrapleyuni, sat í meinig­ heitsráðnum og verjuráð­ num og var hann roknaður sum sjáldsama rættsinnað­ ur. Dyggur í verki og laga­ ligur at arbeiða saman við. Avhaldsarbeiðið stóð honum eisini nær. Í mong ár var hann í stjórnini fyri Thorshavns Totalafholds­ forening. Hann var virkin í teirri agitatión, sum fór fram fyri at steðga sølu av rúsdrekka upp til fólkaat­ kvøðuna í 1907 saman við Peter Jensen, sum verður umrøddur í komandi viku. Tvær ferður var Elias gift­ ur. Fyrru ferð við Katrinu Malenu, dóttur Sonnu á Kák og Andrass úr Koltri. Men skjótt fekk hann andstreym. Tvey børn doyðu um árs­ gomul. Nøkur ár seinni doyði konan eftir langa sjúkralegu. Stutt eftir misti hann eisini eina 12 ára gamla dóttur. Eisini misti hann seinni sonin Aksel. Aðru ferð giftist hann við Kristinu, dóttir Sáru á Bakka og Jógvan Michelsen úr Tjørnuvík. Hon var eink­ ja. Tey áttu tríggjar synir saman. Tey vóru nógv fólk í húsi, upp til 16. Frígjadagin 20.november 1925 andaðist Elias Johan­ sen í heimi sínum í Rættará. Eftir stutta legu fór hann burtur. Tað ber til at kunna seg meira um Elias í skaldsøguni hjá abbadóttur hansara Oddvør Johansen “Í morgin er aftur ein dagur.” Keldur: Verland Johansen Oddvør Johansen FF­blaðið Andrea Árting. Rætting til seinasta part Tá ið realskúlin flutti út verandi bókahandlinum hjá HNJ fór hann niðan har “nýggi” kommuniskúlin frá 1956 liggur. Elias í Rættará: Smíðaði bátar í hundraðtali Elias Johansen í Rættará var ein merkisdagur sum sjálvur saman við sínum eftirkomarum hevur sett spor í samfelagnum. Hann bygdi bátar og hevði mong álitisstørv. Hann er grivin í gamla kirkjugarði saman við mammuni og seinnu konuni Næstu ferð Í komandi parti greiða vit frá Peter Jensen, sum varð kendur á tveimum ymiskum økjum. Tað var fyri sítt fráhaldsarbeiði og sum fyrsti stjóri á mjólkaforsýningini JOHANNE ELISABETH JACOBSEN F. OLESDATTER F. 30-1-1836 D. 23-9-1928 SUSANNE CHRISTINE JOHANSEN F. MICHELSEN F. 26-9-1869 D. 5-4-1942 ELIAS JOHANSEN SKIPASMIÐUR F. 26-12-1871 D. 20-11-1925 Johanna Elisabeth var mamma Elias Bátasmiðjan hjá Elias í Rættará Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Elias og Kristina