Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-12, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juni 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Stevnublaðið – Sundalagsstevnan 2008 Í ár eru tað hósvíkingar, sum skipa fyri sundalagsstevnu, og tað eru Kapp­ róðrarfelagið í Hósvík og Bygdarfelagið Varðin, sum hava staðið fyri fyrireiking­ unum. Stevnan verður í Hósvík í vikuskiftinum, og fyrstu tiltøkini eru á skránni longu í kvøld, tá lokal feløg og fyritøkur í Hósvík fara at hugna sær við eini fótbóltskapping á sparkivøllinum í bygdini. Hetta er eitt gott høvi hjá bygdarfólki­ num at koma í rætta stevnuhýrin, áðrenn tey mongu tiltøkini fara av bakkastokki í vikuskiftinum. Tá verða ikki stundir til spæl, og tá noyðist stórur partur av bygdini at hjálpa til fyri at fáa alt at hanga saman – á rætta staðnum til røttu tíðina. Sosialurin hevur gjørt innlegsblað um sundalagsstevnu, og her hava vit bæði nýtt og søguligt tilfar um Hósvíkina og Sunda kommunu annars. Tað verður Asbjørn Djurhuus, formaður í trivnaðarnevndini í Sunda kommunu, sum fer at seta stevnuna, og tað verður Edvard Hermansen, sum fer at halda midnáttarrøðuna leygarkvøldið. Hæddarpunktið á sundalagsstevnu er FM­kappróðurin, sum byrjar klokkan 15 leygardagin. Rás2 fer eisini at seta fokus á Hósvík og Sundalagið í sambandi við stevnuna, og fyrrapartin fríggjadagin verður prát við fólk úr økinum, eitt nú borgarstjóran, Heðin Zachariassen. 24 nýggj grundøki Síða 3 Thor byggir nýggja havn Síða 5 Nýggjur skúli Síða 5 Søgan um Golden Harp Síða 14­15 Taka hendur saman um sundalagsstevnu Kappróður er hæddar­ punktið Síða 5