Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-12, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juni 2008síða 27

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 12. juni 2008 SUNDALAGSSTEVNAN 2008 5 Skúlabørnini í Hósvík, sum ganga í 1.-7. flokki, fara í nýggjan skúla eftir summarfrítíðina. Hetta er ein íløga, sum táttar í 9 miljónir krónur, tá alt er tikið við Hósvík Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Skúlaviðurskiftini hjá teimum umleið 45 børnunum í Hósvík verða munandi betri eftir summarfrítíðina, tá nýggi skúlin í bygdini verður liðugur og tikin í nýtslu. Nýggi skúlabygningurin er 44 metrar langur og 12 metrar breiður, og er soleiðis stívliga 500 fermetrar stórur. Tað er felagið Arbor í Hósvík hjá Finni Christensen, sum hevur staðið fyri allari bygg­ ingini, og hann havt fleiri undirveitarar undir sær. Heðin Zachariassen sigur, at barnatalið í Hósvík er lutfalsliga stórt, og alt bendir á, at tað verður uppaftur størri, sum árini ganga. – Av bygdunum í felags kommununi liggur Hósvíkin nærmast Havnini, og nú vit eru undir landi við 24 grundøkjum í bygdini aftrat, bendir alt á, at barnatalið fer at økjast. Borgarstjórin vísir á, at Hós­ vík hevur næst størst barnatal av øllum bygdunum í Sunda kommunu. Barnatalið í Norðskála/Oyrar skúla er 65, 45 eru í Hósvík, 43 í Hvalvík/ Streymnesi, og í Tjørnuvík eru 6 børn í skúla­ aldri. – Vit eru fegin um, at skúlin í Hósvík nú er undir landi, og vit gleða okkum at bjóða børnu­ num í nýggjan skúla eftir summarfrítíðina, sigur Heðin Zachariassen, borgarstjóri. Sunda kommuna hevur selt Thor í Hósvík lendið til havnabygging. Ætlandi skal atløgubryggjan, sum verður 120 metrar long, standa liðug í hesum árinum. – Hetta er ein íløga uppá einar 12- 14 miljónir, sum kommunan verður púra leys av, sigur Heðin Zachariassen, borgarstjóri Hósvík Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Felagið Thor í Hósvík man telj­ ast millum størstu reiðaríir í landinum og borgarstjórin í Sunda kommunu, Heðin Zachariassen, sigur, at tey eru sera errin av at hava eitt slíkt felag í kommununi. ­ Thor hevur eini 25 skip í fiski­og frálandavinnu og samlaða talið av fólki, sum eru í starvi hjá felagnum, liggur um 350. Hann vísir á, at ein av týð­ andi uppgávunum hjá komm­ ununi er at skapa vinnuni góðar karmar. Byggir havn Tað er ein tíð síðan, at Thor søkti Sunda kommunu um loyvi at sleppa at byggja atløgu­ bryggju í Hósvík. Endin av hesum máli var, at átta av tilsamans 11 bygdaráðslimum atkvøddu fyri at selja felagnum matr. nummarið, har teir umleið 120 metrarnir av atløgu skulu byggjast. ­ Vit hava gjørt ein sáttmála við Thor um, at felagið byggir, eigur og rekur havnina. Hetta er ein íløga upp á einar 12­14 miljónir krónur, sum vit í komm­ ununi ikki høvdu hættað okkum undir í løtuni. Heðin vísir á, at Thor ivaleyst er vitandi um, at skuldu tey bíða eftir kommununi, hevði tað helst tikið ov rúma tíð. ­ Felagið hevur tørv á størri atløgu til sítt virksemi, og tí hevur felagið sett upp á at byggja havnina og gera hesa íløgu sjálvt. Borgarstjórin sigur, at ymisk­ ar treytir eru í sáttmálanum millum partarnar. ­ Um ikki onnur avtala er gjørd millum felagið og kommununa, skal atløgu­ bryggjan standa liðug í hesum árinum. Tað er ein treyt fyri at sleppa at keypa og varðveita ognarlutin, at atløgubryggjan verður bygd. Heðin sigur, at avtalan millum partarnar eisini ber í sær, at við møguligari sølu av havnini hevur kommunan forkeypsrætt, sum tað verður rópt, men hetta verður so upp á marknaðar treytir. ­ Í sáttmálanum hava vit eisini treytað okkum, at møgu­ ligar inntøkur av havnini, sum ikki stava frá skipum hjá Thor, skulu býtast við 2/3 til Thor og 1/3 til Sunda kommunu. Íløgur til annað Borgarstjórin heldur, at avtalan millum Sunda kommunu og Thor er góð, tí hetta gevur kommununi rásarúm til aðrar neyðugar íløgur. ­ Vit hava selt felagnum lendið fyri 600.000 krónur, og byggingin av atløgusíðuni kemur ikki at kosta kommununi nakað, sigur hann. Atløgubryggjan, sum Thor nú fer at byggja í Hósvík, er góðkend av Landsverki. ­ Vit hava skilt, at felagið ætlar at byggja atløguna út á umleið 12 metra dýpi. Hetta merkir, at felagið fer at gera bryggjukant, og síðan verður útfylling innanfyri, so nakað av upplandi spyrst burtur úr. Atløgubryggjan hjá Thor verður bygd niðanvert RenoVent og suðureftir. ­ Sunda kommuna eigur nógv uppland og hevur góðar møguleikar fyri kommunalari havnabygging. Okkara fram­ tíðar útbygging av havnalag­ num í kommununi verður í Hvalvík, sigur Heðin Zachariassen, borgarstjóri. Nýggjan skúla eftir summarfrítíðina Nýggi skúlabygningurin í Hósvík, sum stendur liðugur eftir summarfrítíðina, er stívliga 500 fermetrar stórur Mynd: Álvur Haraldsen Thor byggir havn fyri 12-14 miljónir krónur Atløgubryggjan, sum Thor fer at byggja í Hósvík, verður bygd niðanvert RenoVent og suðureftir. Hon verður 120 metrar long og fer at kosta felagnum einar 12-14 miljónir krónur Mynd: Álvur Haraldsen