hósdagur 12. juni 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6 SUNDALAGSSTEVNAN 2008 Sosialurin 12. juni 2008
SundalagSStevna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Sundalagsstevna er á hvørjum
ári. Hon skiftir millum bygdir
nar Hvalvík, Hósvík og Kolla
fjørð, og í ár eru tað hósvík
ingar, sum eiga tørn at skipa
fyri.
Bygdirnar, sum eru vertir,
skipa fyri stevnuni, og vanliga
eru tað feløg í bygdunum, ið
taka sær av fyrireikingunum og
syrgja fyri, at alt kemur upp á
pláss og fer fram á besta hátt.
Feløgini, sum taka sær av
sundalagsstevnuni í ár, eru
soleiðis Róðrarfelagið í Hósvík
og Bygdarfelagið Varðin.
Eingin serstøk stevnunevnd
er skipað, men tað eru nevndir
nar aftanfyri hesi bæði feløgini,
sum saman við góðum stuðl
um í bygdini taka sær av
stevnuni.
Gott samstarv
Samstarvið millum Bygdar
felagið Varðan við Duritu
Danielsen sum forkvinnu og
Róðrarfelagið í Hósvík við
Sonna Samuelsen sum for
manni er gott.
Vit eru ein lutfalsliga lítil
bygd, og tí er tað gleðiligt og
neyðugt, at samanhald merkir
eitt slíkt tiltak, sum sundalags
stevnan er.
Tað sigur Sonni Samuelsen,
sum vit tosaðu við fyrr í vikuni,
eftir at fyrireikingar og stevnu
skrá vóru komin undir land.
Vit royna at halda fast um,
at sundalagsstevnan er um
hesa tíðina í juni, og tað merkir,
at hon vanliga liggur næst í
røðini eftir norðoyastevnu,
sum er ársins fyrsta summar
stevna, har skotið verður fyri
fyrsta FMkappróðrinum.
Hann sigur, at nevndirnar í
báðum feløgunum hava havt
fleiri fundir undan stevnuni, og
síðan eru ymisku uppgávurnar
býttar millum nevndirnar og
onnur, sum plaga at hjálpa til
við fyrireikingunum.
Góðar veðurvánir
Okkara felag tekur sær í fyrsta
lagi av tí, sum hevur við kapp
róðurin at gera, meðan bygdar
felagið kanska serliga tekur sær
av ymisku tiltøkunum í bygdar
húsinum og øðrum tiltøkum á
stevnuni.
Hann sigur, at tá stevnan
byrjar, eru eini 5060 fólk
beinleiðis knýtt at ymisku
tiltøkunum, og í aðrar mátar
luttekur stórur partur av
bygdini á ymiskan hátt, tí
uppgávurnar eru nógvar.
– Alt bendir á, at vit verða
rímiliga heppin við veðrinum.
Hann sigur høgætt, norðan og
landnyrðing, einar 510 m/sek.
og turt veður. Longu nú er
hann høgur í ættini, so vit
kunnu siga, at hann er komin í
“leguna”, sum helst fer at
halda sær rundan um stevnu
dagarnar.
Sonni vísir á, at veðrið hevur
so ómetaliga nógv at siga á
eini slíkari stevnu, har nógv
tiltøk – og í fyrsta lagi kapp
róðurin eru uttandura, men
eisini hoppiborg og annað til
børn og ungdóm.
– Burtursæð frá vindinum,
sum var fyrst í hesi vikuni,
hevur veðrið leingi verið so
ómetaliga gott, og vit í Hósvík
vóna, at “kvotan” fyri summ
arið ikki er uppi enn, sigur
hann brosandi.
FM-stigini rulla
Hæddarpunktið á sundalags
stevnu er kappróðurin, sum
telir við í FMkappingini, ið
byrjaði á norðoyastevnu.
– Vit ganga høgt uppí, at
kappróðurin gongur væl, og
seinastu árini hava vit fingið
tað skoðsmál, at kappróðurin,
sum vit skipa fyri, er fyri
myndarligur. Vit gera alt fyri, at
soleiðis eisini verður á stevn
uni hesaferð.
Sonni sigur, at felagið sendir
kunningarbrøv út til róðrarfeløg
og høvuðsdómarar fyri at
tryggja sær, at alt er, sum tað
skal vera.
– Ein fyrimunur hjá okkum er,
at fleiri, sum standa aftanfyri
kappróðurin í Hósvík, eru tey
somu gjøgnum fleiri ár. Hetta
eru roynd fólk á sínum øki,
sum kenna sína uppgávu, tá alt
skal sampakka undir róðrinum.
Á sundalagsstevnu í Hósvík
byrja róðrarnir eysturi móti
Veðranesi, og síðan verður róð
Feløg taka lógvatak um
– Vit eru ein lutfals
liga lítil bygd, og tí
er tað gleðiligt og
neyðugt, at vit kunnu
vera saman um eitt
so stórt tiltak, sum
sundalagsstevnan er,
sigur Sonni Samuel
sen, formaður í
Róðrarfelagnum í
Hósvík
Fleiri av stevnutiltøkunum verða í bygdarhúsinum. Tað er eisini her, at dansur verður fyri teimum ungu
fríggjakvøldið – og fyri teimum tilkomnu leygarkvøldið
Mynd: Álvur Haraldsen