Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-12, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juni 2008síða 29

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 12. juni 2008 SUNDALAGSSTEVNAN 2008 7 inn móti bátahylinum í Hósvík, har málið er. – Vit kunnu siga, at róð verður úr eystri í ein vestan, og útsýnið yvir kappróðrarøkið er frálíkt, sigur Sonni. Lagt verður fyri við barna­ róðrum klokkan 13.30 leygardagin, og síðan fara kvinnur og menn, sum ikki eru í venjing, eisini at rógva. Hesir róðrar eru allir 500 metrar. – Vit halda okkum ikki so fast til serligar reglur fyri kvinnur og menn, sum ikki eru í venj­ ing, eitt nú um aldur. Ætlandi verða Hósvíkingur, Hvessingur og Kollfirðingur við, men aðrir bátar eru eisini meira enn væl komnir at luttaka. Tað er bara at siga frá, sum Sonni tekur til. Allir hesir róðrarnir verða avgreiddir fyri klokkan 15, tá FM­róðurin byrjar, og í FM­ róðrinum verða teinarnir ávikavist 1000, 1500 og 2000 metrar. – Her er gott pláss á fjørði­ num, og umstøðurnar eru góðar. Eingin fær nakran ser­ ligan fyrimun av streymviður­ skiftum, sigur formaðurin í Róðrarfelagnum. Feløg hugna sær Skulu tey, sum taka sær av at fyriskipa sundalagsstevnuna, hava stundir til at hugna sær saman, skal tað helst verða, áðrenn sjálv stevnan byrjar. Og hetta høvi hava hósvíking­ ar longu hóskvøldið, tá fót­ bóltskapping verður á sparki­ vøllinum millum feløg og fyritøkur í bygdini. – Hetta verður ein lokal fótbóltskapping, har eitt nú bygdarfelagið, kappróðrar­ felagið, Thor, RenoVent, Arbor og væntandi eisini aðrar fyritøkur verða við. Her fara vit so at hygga okkum eina løtu, áðrenn sjálv stevnan byrjar. Eingin aldurmørk eru, og her kunnu bæði kvinnur og menn luttaka, sigur Sonni Samuel­ sen, sum heldur, at tað hevur týdning fyri eina slíka bygda­ stevnu, at eisini tey, sum skipa fyri og bygdin annars, kemur í rætta stevnuhýrin, sum lokala fótbóltskappingin er eitt gott høvi til. Byrjar fríggjakvøldið Skráin fyri sjálva sundalags­ stevnuna byrjar annars fríggja­ kvøldið klokkan 18, tá alt tað vanliga letur upp við tivoli, hoppiborg, tombola, 21­spæli og matsølu. – Flestu av hesum tiltøkum verða í kjallaranum í bygdar­ húsinum, meðan eitt nú hoppiborg verður í skúlagarð­ inum. Havnalagið liggur eitt sindur burtur frá, og tí verða eingi onnur beinleiðis tiltøk har enn kappróðurin leygardagin. Sonni sigur, at fríggjakvøldið verður eisini útimøti, og seinni um kvøldið verður tað, sum rópt verður DJ­Neon í bygdar­ húsinum. Hetta er tiltak fyri tey yngru, og tað eru tey ungu í nevndunum, sum standa fyri hesum. Í samband við DJ­ tiltakið verður busssamband úr Havn og av Eiði. – Vit hava skipað soleiðis fyri, at tey ungu eiga fríggjakvøldið, leggur hann aftrat. Asbjørn setir Leygardagin byrja tiltøkini klokkan 11 við kapprenning. Hetta er annað umfar í Grand Prix­renningini, sum byrjaði á norðoyastevnu. Tilmelding fer fram á www.renn.fo. Eftir at tey vaksnu hava runnið, verður eisini renning fyri børn. – Vit hava sum so einki við fyrireikingina av hesum tiltaki at gera, men leggja øki og annað til, sigur Sonni. Sundalagsstevnan verður sett klokkan 13 leygardagin, og tað verður Asbjørn Djurhuus, formaður í trivnaðarnevndini hjá Sunda kommunu, sum setir stevnuna. Meðan kappróðurin, sum byrjar við barnaróðrum klokkan 13.30, fer fram, verður eisini matsøla og pylsuvognur á bryggjuni, samstundis sum matsøla eisini er í bygdar­ húsinum. – So, koyra øll tiltøkini aftur, sigur Sonni. Ætlandi verður málninga­ framsýning við lokalum kreftum úr Sundalagnum í skúlanum í Hósvík, og hendan letur upp klokkan 15 leygar­ dagin og verður eisini opin sunnudagin. Tað er Adolf Johannesen, ið tekur sær av at fáa listafólk úr økinum at sýna list. Leygarkvøldið verður aftur møti í Hósvík, og klokkan 22 letur róðrarneystið upp til føroyskan dans, har eisini verður skipað fyri matsølu. Tann stóri dansurin á Sunda­ lagsstevnuni verður í bygdar­ húsinum leygarkvøldið, har Spaðar 5 spæla. Á midnátt leygarkvøldið verður midnáttarsamkoma við felagssangi, har Hans Erland í Brekkunum skipar fyri. Edvard Hermansen fer at halda midnáttarrøðu. Tá tiltakið er liðugt, verður sent fýrverk. ­ Føroyski dansurin í róðrar­ neystinum heldur steðg, meðan midnáttarsamkoma er, og tá tiltakið er liðugt, byrjar dansurin aftur og heldur fram so leingi, sum fólk hava hug at dansa føroyskan dans, og ringurin hongur saman, sigur Sonni. Ymiskar stevnur Ágóðin av sundalagsstevnuni í Hósvík fer til virksemið hjá Bygdarfelagnum Varðanum og Róðrarfelagnum í Hósvík. – Vit vænta nógv fólk á stevnu, nú veðurvánirnar eru góðar. Hetta verður so okkara tiltak í ár, og tá stevnan verður næsta ár, verður hon í Kolla­ firði. Spurdur um regattasiglingin, sum byrjar á Eiði og gongur um Hósvík, har bátafólkið liggur á nátt, áðrenn tey flestu stevna út til Nólsoyar á ova­ stevnu, líkist sundalagsstevn­ uni, sigur Sonni Samuelsen. – Nei, tað vil eg ikki siga. Her er talan um ymisk fólk við ymiskari bakgrund. Og tó, kanska minnir stemningurin í bygdini á sundalagsstevnu um kvøldið, tá regattasiglingin er, men vit royna ikki at gera regattasiglingina til eina stevnu sum so. Eg haldi, vit eiga at halda fast um, at regatta­ siglingin er ein bátastevna burtur av, sigur formaðurin í Róðrarfelagnum í Hósvík. Kappsigling Vit kunnu at enda skoyta uppí, at sunnudagin verður skipað fyri kappsigling við seglum í Sundalagnum. Tiltakið byrjar klokkan 15, og vinnandi bátarnir fáa steyp. Í sambandi við siglingina, verða kaffi og pannikøkur at fáa í róðrarneystinum í Hósvík. sundalagsstevnu Í ár verður Hósvík karmur um sundalagsstevnu, sum verður í vikuskiftinum. Hæddarpunktið er FM-róðurin. Nógv ymisk tiltøk eru á skránni, bæði til gamans og álvara – til børn, ung og eldri Mynd: Álvur Haraldsen