Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-12, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juni 2008síða 32

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 SUNDALAGSSTEVNAN 2008 Sosialurin 12. juni 2008 Óvist er, hvaðani bygdarnavnið Hósvík stavar. Summi halda, at hov hevur verið í bygdini, og at navnið kemur haðani. Onnur vilja vera við, at bygdarnavnið stavar frá fyrsta niðursetu­ manninum í Hósvík, Tóri Lága. Lítið er at ivast í, at Hósvíkin goymir nógva søgu, sum ongantíð er skrivað Hósvík Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Hósvík er tann bygdin í nýggju Sunda kommunu, sum liggur nærmast Havnini. Markið millum Hósvík og Kollafjørð er suðuri á Deild, og norður móti Hvalvíkini er áin Hamrá mark. Í Hósvík búgva stívliga 300 fólk og talið av børnum, sum ganga í 1. -7. flokki, er 45. Eftir barnaskúlan fara børnini í framhaldsskúla, sum er í Felagsskúlanum á Oyrarbakka. Hósvík man teljast millum elstu bygdir í Føroyum og er helst eini 1000 ára gomul. Sum skilst, er ikki so nógv søga um gomlu tíðina, men okkurt er skrivað um bygdina – eisini frá gamlari tíð. Hildið verður, at svarti deyði gjørdi nógv um seg um hesar leiðir eins og aðrastaðni í Før- oyum, og tí er ikki óhugsandi, at bygdin eitt skifti kanska er útdeyð av hesi herviligu sótt. Navnið Hósvík Full vissa er ikki um, hvaðani navnið Hósvík stavar, men summi halda, at navnið sigur, at hov hevur verið í Hósvík, sum var vígt gudinum Tóri. Søgn er, at fólk í Hósvík ofraðu til gudin Tór ella (Thor), og at navnið Thorsvík, sum seinni er broytt til Hósvík, stavar haðani. Onnur vilja vera við, at bygdarnavnið kann stava frá fyrsta niðursetumann- inum Tóri Lága sum saman við konu síni Birnu helt til í býling- inum í Toftum. Heyggurin, sum liggur beint niðanfyri vegkrossin eftir oman- koyringina til bryggjuøkið, sigst at hava sína søgu. Tað er ikki av tilvild, at hann ikki er grivin burtur, tá landsvegurin varð lagdur gjøgnum bygdina. Heyggurin stendur órørdur, og tað sigst, at tað skal vera óeydna at grava í honum. Edvard Hermansen, sum er ein kend bygdamynd í Hósvík, sigur, at teir plagdu at siga, at teir fóru oman á kirkjugarðin, tá teir fóru oman til heyggin niðanfyri landsvegin. Søgur eru, at her var kirkja – ella hov - hjá víkingum, áðrenn Føroyar vórðu kristnaðar, og bóndahjún í Hósvík skulu í gomlum døgum eisini vera dripin og jarðaði í heygnum. Í dag er heyggurin friðaður, men ivaleyst hevði verið verið áhugavert og forvitnisligt, um fornfrøðiligar kanningar høvdu verið gjørdar á hesum staði. Víðfevndir teigar 19 merkur hoyra til bygdina, og í Hósvík eru fýra bóndagarðar, sum eru Heimistova og Frammistova yviri í Toftum og Heimistova og Frammistova undir Garðsenda. Soleiðis, sum lendið er hátt- að, hevur ligið væl fyri at velt í Hósvík, og víðfevndu teigarnir vísa, at jarðarbrúk hevur havt góðar umstøður í bygdini. Nýggjar tíðir hava havt nýggjar møguleikar og nýtt vinnuvirksemi við sær. Fyrsti skúlin í bygdini varð bygdur í 1897, og nýggjur skúli varð bygdur aftur í 1968 og umbygdur í 1975. Uppí skúlan hoyrir ein útivøllur, ið hevur sama mát sum ein hondbólts- vøllur. Nú verður so aftur nýggjur skúli bygdur í Hósvík, sum fer at standa liðugur til skúlaárs- byrjan eftir summarfrítíðina. Umframt nýggjan skúlan, hevur bygdin eisini fingið nýggjan dagstovn, har pláss er fyri fleiri børnum enn teimum, sum eru á stovninum í dag. Í 1927 varð farið undir at byggja kirkju í Hósvík, og hon stóð liðug og vígd tvey ár seinni – í 1929. Trivnaður í hásæti Hósvík stendur í vøkstri, og nógv nýggj hús eru komin seinastu árini. Nú hevur Sunda kommuna so eisini ognað sær eitt stórt øki í kommuni, sum væntandi kemur at nøkta tørvin á grund- økjum og búseting nøkur ár framm. Tey fyrstu 24 grundøkini av hesum verða klár til útgrevstur seinni í summar. Í Hósvík er trivnaður, og felagslívið stendur í blóma. Bygdarfelagið Varðin eigur felagshús, sum er karmur um nógv ymisk tiltøk, og í bygdini er eisini róðrarfelag, sum eigur kappróðrarbátar og bát, sum kann sigla við seglum. Umframt at Bygdarfelagið Varðin og Róðrarfelagið í Hósvík taka sær av sundalags- stevnu triðja hvørt ár, skipar Róðrarfelagið eisini fyri regatta- sigling í august. Nú tað er vorðið eitt “trend” at hava frítíðarbát, hevur regattasigl- ingin í fleiri ár havt sera stóra undirtøku. Bátarnir plaga at samlast á Eiði fríggjadag seinnapart og síðan verður siglt til Hósvíkar, Hósvík – ein av elstu bygdu »… Tað er ikki av tilvild, at heygg­ urin ikki er grivin burtur, tá lands­ vegurin varð lagdur gjøgnum bygdina…« »… Soleiðis, sum lendið er háttað, hevur ligið væl fyri at velt, og víðfevndu teigarnir vísa, at jarðarbrúk hevur havt góðar umstøður…« Edvard Hermansen er ein av bygdamyndunum í Hósvík. Hóast hann er farin um tey sjeyti, er hann framvegis í starvi sum sølumaður hjá Thomasi Dam á Hálsi Mynd: Álvur Haraldsen Tað sæst týðiliga á myndini, at landsvegurin gongur niðan um heyggin, ið sigst hava sína søgu at siga. Her skal hava verið hov í gomlum døgum, og tað sigst eisini, at fólk liggja grivin í heygnum. Í Hósvík siga fólk, at tað skuldi vera óeydna at seta spakan í heyggin Mynd: Álvur Haraldsen