Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-12, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juni 2008síða 33

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 12. juni 2008 SUNDALAGSSTEVNAN 2008 11 um í Føroyum har stórur dansur er fyri bátafólki og øðrum um kvøldið. Í Hósvík er reint og ruddiligt, og í 2006 fekk bygdin virðisløn fyri Lágánna, sum best røktu á í landinum. Sama ár fekk sjálv bygdin eisini 2. virðisløn sum best røkta bygd í Føroyum. Vinnuvirksemi Í aðrari grein í hesi útgávu um sundalagsstevnu hava vit í stuttum umrøtt reiðaravirkið Thor í Hósvík, sum telist millum tey stóru í landinum. Av øðrum serstøkum vinnulívi, sum er í bygdini, kann nevnast einasta sonevnda bitumengoymsla í landinum. Alt bitumenið, sum verður nýtt til asfaltbrúk í Føroyum, verður flutt úr Hósvík í tangabilum. Tað er Landsverk, sum eigur goymsluna. Í Hósvík eru eisini aðrar fyritøkur innan flutningsvinnu, matvøruídnað, handverk og ymiskar tænastur. Áirnar, sum eru norðanfyri bygdina, hoyrdu fyri samanlegging í Sunda kommunu, upp í Hósvíkar kommunu. Har var hvalastøð í gomlum døgum, sum hevði stóran týdning fyri økið. Einir 100 mans vóru til arbeiðis í summarhálvuni, tá hvalastøðin var í væl­ maktini. Tað vóru norð­ menn, sum løgdu lunnar undir støðina longu í 1905, men í 1958 helt hvalaveiðan at kalla uppat. Árini 1958­1984 varð bert onkur hendinga hvalur skotin. Bygningurin, har arbeiðsfólkið á hvalastøð­ ini helt til, er umbygdur til skúla, har fólk við ymiskum tarni hava høvi at taka FHS og fráfaringarroynd fólkaskúlans. Skúlavirksemið við Áir byrjaði í 1960. Annað virksemi Av øðrum virksemi við Áir kann nevnast, at her er Føroya Brandskúli, hagar næmingar av Vinnuháskúlanum, siglandi og sløkkiliðsfólk koma til venjingar og royndir. Við Áir er eisini Fiskaaling, sum í gjøgnum mong ár hevur arbeitt við laksi, sílum og øðrum fiskiasløgum. Í dag verður eisini arbeitt við gransking, eins og stovnurin hevur lagt orku í at útvega feløgum, sum vilja ala tosk, yngul. »… Í Hósvík er reint og ruddiligt, og í 2006 fekk bygdin virðisløn fyri Lágánna, sum best røktu á í landinum…« Brá ynskir øllum eina góða sundalagsstevnu 460 Norðskáli Tel 42 27 27 Klæðir til alla familjuna