Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-12, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. juni 2008síða 35

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 12. juni 2008 SUNDALAGSSTEVNAN 2008 13 Í hesi greinini lýsa vit almennu skránna fyri sundalagsstevnu í orðum. Mong tiltøk eru á skránni, bæði til gamans og álvara, og heldur veðrið sær, soleiðis sum útlit eru til, er væntandi, at nógv fólk fara at leita sær til Hósvíkar í vikuskiftinum StevnuSkrá Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Almenna skráin fyri sundalagsstevnu byrjar fríggjadagin klokkan 17, tá høvið verður hjá fólki, sum eru 15 ár og eldri, at spæla paintball. Klokkan 18 fríggjakvøldið byrja fleiri tiltøk, eitt nú tivoli í skúlagarðinum, pylsuvognur og kiosk í bygdarhúsinum, ponyríðing, hoppiborgir, og eisini verður høvi at royna tarvin í skúlagarðinum. Seinni fríggjakvøldið verða ymisk tiltøk á vøllinum, og klokkan 21.30 verður útimøti, sum Saron úr Vestmanna tekur sær av. Vit kunnu siga, at fríggjakvøldið verður vígt teimum ungu, og soleiðis verður eisini í bygdarhúsinum, har dj-neon leggur fløgur á. Diskotekið byrjar klokkan 23, og busssamband er av Eiði og úr Havn klokkan 23. Tey ungu, sum koma av bygd og úr bý, sleppa heimaftur úr Hósvík klokkan 04.30 leygarmorgunin. Kappróður Leygardagurin byrjar klokkan 11 við grand-prix renning, sum er eitt framhald av renningini á norðoyastevnu. Eftir at tey vaksnu hava runnið, verður barnarenning. Tey, sum taka lut í renningini, skulu møta í kjallaranum í bygdarhúsinum frá klokkan 10. Fyrsta tiltak á skránni leygardagin er annars paintball, sum byrjar aftur klokan 12. Sjálv setanin verður klokkan 13, og hálvan tíma seinni byrja barnaróðrar og róðrar fyri fólk, sum ikki eru í venjing. Klokkan 13 og 14 lata flestu tiltøkini, sum vóru á skránni fríggjakvøldið, uppaftur, og klokkan 15 verður start- skotið til sjálvan FM-róðurin. Tá allir róðrarnir eru avgreiddir, verður steypahandan á havnalagnum í Hósvík. Meðan kappróðurin er, letur málningaframsýning upp í skúlanum, og her eru tað fólk úr økinum, sum sýna fram listaverk. Eitt tiltak, sum fyrstu ferð er á skránni leygardagin, er møguleikin hjá fólki at sigla túrar úti á vánni við skjóttgangandi bátinum Scorpion. Útimøti verður aftur leygarkvøldið, og tá tað er liðugt, verður føroyskur dansur í kappróðrarneystinum. Klokkan 23 byrjar tann stóri dansurin í Bygdarhúsinum við Spaðar 5, og á midnátt verður felagssangur, sum Hans Erland í Brekkunum skipar fyri, og tá verður eisini midnáttarrøða og fýrverk. Meira sunnudagin Sunnudagurin byrjar við gudstænastu í Hósvíkar kirkju klokkan 11, og klokkan 14 letur málningaframsýningin uppaftur. Klokkan 14 verða eisini fleiri tiltøk tikin uppaftur, sum vóru á skránni fríggjakvøldið og leygardagin. Av hesum eru eitt nú pylsuvognur og kiosk í bygdarhúsinum, ponyríðing, tivoli, hoppiborg og tarvur. Sum eitt serstakt tiltak sunnudagin, verður klokkan 15 skipað fyri brots- sparkskapping á vøllinum fyri bæði børnum og vaksnum. Kappsigling við seglum verður eisini á Hósvíkini sunnudagin, og hetta tiltak byrjar klokkan 15. Eftir handan av steypum til manningar, sum gerast nummar 1, 2 og 3, verður borðreitt við kaffi og pannukøkum í kappróðrar- neystinum. Kappróðurin er hæddarpunktið Heri Rás2 á Sundalagsstevnu Í dag – hósdagin kl. 09:00 - 12.00 kl. 13:00 - 15.00 Fríggjadagin kl. 09:00 - 12.00 Í sambandi við Sundalagsstevnuna sendir Rás2 beinleiðis bæði hósdagin og fríggjadagin Eyðfinn & James FM-róðurin á sundalagsstevnu byrjar kl. 15.00 Mynd: Álvur Haraldsen