hósdagur 12. juni 2008síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14 SUNDALAGSSTEVNAN 2008 Sosialurin 12. juni 2008
Golden Harp
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Nú nøkur orð skuldu skrivast
um sundalagsstevnu, sum
verður um vikuskiftið, setti eg
mær fyri at skriva nakrar reglur
um forvitnisligu vrakrestirnar,
sum tað mesta av eini øld hava
ligið út fyri sandinum í Hvalvík.
At vrakið er av sluppini Golden
Harp, vita mong, men eftir øll
um at døma finst lítið av skriv
ligum tilfari um sjálva hend
ingina, tá sluppin sleit á fjørði
num, rak á land og gjørdist
vrak.
Tá í tíðini høvdu skipini lítlan
motor, og tí eydnaðist tað ikki
monnum at toga skipið av aftur
sandoyruni í Hvalvík.
Ein teirra, sum visti nokso fitt
um skipið og hendingina at
siga, var Eirikur Dam, sáli, sum
búði í Streymnesi. Pápin var av
Norðskála, mamman úr Kvívík.
Eirikur doyði av sjúku 28.
august í fjør, bert 58 ára gamal.
Tá serlig tiltøk ella dagar vóru,
plagdi hann at halda røður og
fólk, sum lýddu á, fóru altíð
ríkari til hús aftur.
Í onkrari útvarpssending,
sum okkum ikki hevur eydnast
at fáa hendur á, hevur Eirikur
fyri fáum árum síðan havt
stutta frásøgn um Golden
Harp, sum sambært Pól á
Kletti, blaðmanni, vanliga varð
rópt Golden.
Lítið er skrivað
Tey flestu, sum hava ferðast
eftir landsvegnum í Hvalvík,
hava varnast hetta skipsvrak,
sum framvegis stingur væl upp
úr sjónum á høgari fjøru. Bæði
tilkomin og eldri vita at siga, at
vrakið hevur ligið har alt tað,
tey minnast, men tey fægstu
vita nakað serligt um søguna
aftanfyri skipið og skipsbrotið
at siga.
Mánadagin í hesi vikuni tos
aðu vit við ein 88 ára gamlan
mann, sum býr í Sundalagnum,
men hesin visti at kalla einki
um Golden Harp. Hann mintist,
at tá teir sum ungdómar settu
gørn á Hvalvíkini, máttu teir
ansa eftir, at teir ikki komu
fastir í vrakið.
Vit hava eisini tosað við Arna
Thorsteinsson, fornfrøðing og
Ólav Øster, sum starvast á
Føroya Fornminnasavni, men
teir dugdu ikki at minnast, um
nakað serligt er skrivað um
skipsbrotið.
Báðir vóru teir góðir í ráðum,
og Ólavur Øster var so beina
samur, at hann sama dag setti
seg úti á Landsbókasavninum
at leita gjøgnum Dimmalætting
frá 1921, sum hann helt vera
árið, tá hendingin fór fram á
Hvalvíkini.
Men Ólavur fann onga søgu
um Golden Harp í útgávum av
Dimmalætting hetta árið.
Mest um skiparar
Í Føroya Siglingasøgu hjá Páll
J. Nolsøe er Golden Harp
nevnd nakrar ferðir, men hetta
er mest í samband við, hvør
førdi sluppina – ella var við
henni – ymisku árini, meðan
hon var ein partur av føroyska
fiskiskipaflotanum.
Til ber at fylgja søguni frá tí,
at sluppin verður keypt til
Føroya úr Onglandi í 1903 til
ein nólsoyingur, sum eitur Jan
Jacobsen, førir skipið árini
1915 og 1916.
Tá eg leitaði á Landsbóka
savninum mánadagin eftir
tilfari um Golden Harp, fann eg
í eini handavend ikki fram til
skrivaðu søguna um skips
brotið, sum helst er hent øðru
megin 1920.
Í tíðarritinum Frøði, sum
Føroya Fróðskaparfelag gevur
út, duttu vit á ein stuttan greina
stubba um Golden Harp í
útgávuni fyri apríl í 1994. Men
eisini í hesi greinini stendur, at
ikki hevur borið til at funnið
meira tilfar um skipið – uttan
tað, at sluppin lá uppankrað
við streymneslandið, sleit í
illveðri og rak inn á sandin í
Hvalvík, har hon gjørdist vrak.
Og her hevur vrakið so ligið.
Frøði heldur, at skipsbrotið er
hent onkuntíð beint fyri 1920,
og tíðarritið veit eisini at siga,
at ein partur av viðinum frá
skipinum varð seldur á upp
boði. Viðurin var sterkasta eik,
og tí er ein partur av vrakinum
til enn tann dag í dag. Óhugs
andi er tí ikki, at onkur planki
frá Golden Harp enn stendur
onkustaðni í Hvalvík, heldur
tíðarritið.
Keypt úr Yarmouth
Maðurin, sum 26. februar í
1903 keypti Golden Harp úr
Yarmouth í Onglandi, var Niels
Juel Joensen, vanliga róptur
Niels av Selatrað. Hann kom á
Havnina við skipinum 9. mars
sama ár.
Niels Juel hevði ført sluppina
Sunbeam, sum Dánjal Johan
Vilhelm, keypmaður, vanliga
róptur Dánjal við Misá, hevði
keypt úr Yarmouth í juli í 1901.
Í 1903 og 1904 førdi Niels
Juel Golden Harp, men longu
hin 8. apríl í 1903 – bert stutt
eftir, at hann kom til Føroya við
henni – hevði Niels selt tveir
triðingar av sluppini til Poul
Niclasen, bókhaldara í Havn.
Hin 8. mai í 1905 seldi hann
sama manni so restina av
skipinum, soleiðis at Poul
Niclasen nú átti alt skipið.
Niels av Selatrað hevði
danska konu, og tey fluttu
niður til Danmarkar at búgva.
Hann helt fram at sigla og eitt
árið, hann var í enskari havn,
Golden Harp – søgan um
Í sløk níti ár ár hava fólk, sum
hava ferðast fram við Hvalvíkini,
sæð rovini av einum skipsvraki,
sum øll hesi mongu ár hava
stungið upp úr sjónum út fyri
sandinum. Eingin núlivandi
minnist hendingina, sum liggur
aftanfyri hetta skipsbrot, og
lítið er skrivað í søgubókunum
um tilburðin – og um sluppina
Golden Harp, sum Niels av
Selatrað keypti úr Onglandi í
1903
»… Maðurin, sum
26. februar í 1903
keypti Golden
Harp úr Yarmouth
í Onglandi, var
Niels Juel Joensen,
vanliga róptur Niels
av Selatrað…«