hósdagur 12. juni 2008síða 37
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 12. juni 2008 SUNDALAGSSTEVNAN 2008 15
datt hann í dokkina og drukn
aði.
Í Føroya Siglingarsøgu síggja
vit, at fyrsta skipið, sum Óla
Jákup Poulsen úr Hósvík,
vanliga róptur Óla Jákup í
Toftum, førir, er Golden Harp.
Hetta er í 1905. Óla Jákup er
føddur 5. juni 1876 og doyr í
mai mánaða í 1928.
Hans Jákup Joensen úr
Svínáum, sum seinni búsetti
seg á Borg á Argjum, førir
sluppina í 1906. Vit lesa, at
Hans Jákup á Borg, sum hann
seinni varð róptur, sjálvur átti
skipið hetta árið. Hans var
føddur 2. mars í 1879 og tók
sum so mangir aðrir
skiparaprógv hjá Jens í Dali
(1905).
Í 1909 førir Jóannes Isaksen
av Viðareiði skipið. Jóannes er
føddur 27. januar í 1886, og
sambært siglingarsøguni flutti
hann eisini niður til Danmarkar
at búgva.
Árið eftir førir Jákup Joensen
í Gerðum í Klaksvík Golden
Harp. Hann er føddur 6.
oktober í 1877.
Seinasta keldan
Hesa løtuna úti á Landsbóka
savninum detta vit eisini á, at
Hans Erik Olsen í Heimistovu í
Klaksvík førir skipið í 1912.
Hans er føddur 13. september í
1984.
Í mai mánaða árið fyri keypir
hann sluppina Vigil Star frá
Jens í Dali og førir hana
sjálvur. Men Hans Erik er ikki
leingi skipaeigari í hesum
umfari, tí longu tríggjar mán
aðir seinni fer Vigil Star á land í
Íslandi og verður vrak.
Hans Erik keypir síðan Phebe
úr Havn, sum hann hevur í
fleiri ár, men førir hana ongan
tíð sjálvur. Phebe verður seld
aftur í desember 1925.
Seinastu kelduna um Golden
Harp finna vit eisini í Føroya
Siglingarsøgu.
Hetta er, tá Jan Jacobsen í
Nólsoy førir sluppina árini 1915
og 1916.
Jan, sum tók skiparaprógv
hjá Jens í Dali í 1904, er føddur
30. juli í 1880 og doyr 22.
februar í 1944.
Á Landsbókasavninum
hendan dagin funnu vit ikki
fleiri keldur um Golden Harp,
men um so er, at lesarar vita
meira at siga um skipið og
kanska serliga um hendingina
við skipsbrotinum, tá sluppin
slítir og rekur á land, eru fólk
vælkomin at senda okkum
upplýsingar.
Einki er at ivast í, at vit í
leitanin ikki eru komin fram til
allar teir, sum førdu Golden
Harp tey árini, hon var í okkara
fiskiskipaflota.
Grækarin D. Magnussen,
tíðindamaður og rithøvundur,
sum er uppvaksin í Hvalvík,
sigur, at hann sum blaðungur
minnist ommubeiggja sín,
Hanna Johansen, rætta tey,
sum søgdu, at Golden Harp
fórst fyri 1920.
Hanni búði hjá soni sínum á
Lambareiði og var nógv inni á
gólvinum í barnaheiminum hjá
Grækarisi í Hvalvík . Sjálvur
rópti Grækaris ommubeiggja
sín Hanna á Lambareiði, tí
hann búði á Lambareiði tey
árini, Grækaris minnist
mannin.
Hanni var vælmintur.
Fórst í 1922
Grækaris D. Magnussen sigur,
at Hanni avgjørdur helt uppá,
at Golden Harp fórst í 1922 –
og ikki í 1921 ella beint fyri
1920, sum onkrar keldur vilja
vera við.
Skipið lá fyri teymi á fjørði
num, tá tað í illveðri sleit og
rak á land.
Grækaris sigur, at vrakið
hevur sæð tað sama út alla
hansara tíð, og sum yngri
plagdu teir at kava og kanna
hesar forvitnisligu vrakrestir.
Hann heldur kortini ikki, at
nógv var at síggja, og hann
dugir ikki at minnast, at teir
sóu annað enn timbrið, sum
eftir er av Golden Harp.
Ein partur av vrakinum er
sokkin niður í sandin, og síðan
stinga endarnir av eikibondu
num upp úr sjónum – og
síggjast serliga væl, tá høg
fjøra er á Hvalvíkini.
Nú hevur vrakið av Golden
Harp so ligið út fyri oyruni í
Hvalvík í sløk níti ár, og lítið
man vera at ivast í, at tað
verður seinur dagur, áðrenn
veður og vindur hava gjørt
enda á seinastu eikipettunum.
Vit valdu at skriva hesa søgu,
so tey núlivandi forvitnu – og
komandi ættarlið – hava høvi
at vita eitt sindur um, hvaðani
skipsvrakið á Hvalvíkini stavar.
Eyðsæð vantar nógv í hesi
søgu, og óivað finnast fleiri
keldur, men hetta er so tað, vit
í eini handavend fingu burtur
úr sluppini Golden Harp.
skipsvrakið í Hvalvík
»…Tá í tíðini høvdu
skipini lítlan motor,
og tí eydnaðist
tað ikki monnum
at toga skipið av
aftur sandoyruni í
Hvalvík….«
»…Seinastu keld
una um Golden Harp
finna vit í Føroya
Siglingarsøgu.
Hetta er, tá Jan
Jacobsen í Nólsoy
førir sluppina árini
1915 og 1916… «
Mong hava sæð hesa myndina, tá tey koyra fram við
landsvegnum í Hvalvík. Nógv vita, at hetta eru vrakpettir
av sluppini Golden Harp, men tey fægstu vita nakað um
sluppina og skipsbrotið at siga. Vit hava leitað í keldum,
og við at lesa hesa greinina fáa fólk eina ábending um
søguna aftanfyri skipsvrakið
Mynd: Álvur Haraldsen