hósdagur 12. juni 2008síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 111 - 12. juni 2008
Tónleikur
Líggjas Olsen
liggjas@gmail.com
Margarinfabrikkin hevur í nógv
ár virkað sum ein pallur fyri
ungar bólkar, har fleiri av teim
um eisini venja uppi á gomlu
fabrikkini. Í hølunum, har dag
stovnur dagliga verður rikin, er
pallur og ljóðanlegg, so møgu
leiki er fyri at spæla tónleik. Har
er hugnaligt, við dekorativum
málningum á vegginum og
sofum at blaka seg á, og pláss
er fyri nokso fitt av fólki.
Tað er tørfort tó at fáa tað at
ljóða gott. Tað verður skjótt hart
og skurrandi fyri oyruni, og
fríggjakvøldið var einki undan
tak. Ljóðið var tó ikki beinleiðis
vánaligt. Fríði við pultin gjørdi
sítt besta, men tá harðast leikaði
á, var tað altso nakað hart og
ókontrollerað. Serliga um tú vart
tætt upp at pallinum, var góður
møguleiki fyri at fáa hoyriskaða,
um tú ikki hevði stappað oyra
proppar í oyrini, sum onkur
hevði gjørt. Annars var konsertin
vælvitjað. Tað virkaði, sum
komu fleiri og fleiri fólk inn
allatíðina, og eina løtu var
rættiliga stappað harinni við
ungum sum eldri áhoyrarum.
Góð intuitión
The Story Ends vóru fyrstir á
pallin. Havi hoyrt hendan bólkin
nakrar ferðir nú eftirhondini, og
havi sum oftast dámað væl tað,
teir gera. Fríggjakvøldið skuff
aðu teir ikki. Teir eru enn líka
frískir og stuttligir á pallinum,
sum teir altíð hava verið, og nú
við eyka limi í bólkinum, bass
leikaranum Sakaris Joensen, sum
má sigast at passa væl inn í bólk
in við sínum kontanta bass spæli.
Við nýggjum bassleikara og
einum væluppløgdum Filip
Mortensen á odda, syrgdu teir
fyri, at fólkini í Margarinfabrikk
ini komu til sín rætt. Haldi, at
bólkurin veruliga hevur fatur á
onkrum við sínum lætta, ómaka
leysa úttrykki. Bass og trummur
koyra væl saman, og legg so
Hanus Mikael Andreasen á gittar
og eyðkendu røddina hjá Filip
Mortensen afturat, so hevur tú
eina eind, sum letur spontanitet,
einføld, tættsitandi riffs og ein
faldar melodilinjur koma upp í
eina hægri eind. Eg hevði hoyrt
bólkin nakrar vikur framman
undan á sama staði, og tá haltaði
eitt sindur við samanspælinum,
men hesaferð gekk nógv betur.
Sakaris er komin til sín rætt og
tað ljóðar kul. Serliga lagið
»Good Intuition« sat væl, og tað
var sum heild ein góð og frísk
framførsla frá TSE. Eg vóni, at
teir skjótt fara at smíða nøkur løg
afturat og geva eina fløgu út.
Havi hoyrt mestsum somu løgini
frá teimum rættiliga leingi, so tað
hevði verið gott við nýggjum
løgum og at hoyrt hvussu
bólkurin roynist í studio.
Blues og grýtur
Aftaná ein lítlan steðg kom tað
besta, mundi eg sagt. Bluesarin
Uni Debess. Við sær hevði hann
Brand Jacobsen og Búa Dam,
sum beint frammanundan heilt
spontant hevði játtað at koma
uppá pallin at jamma við. Hetta
varð ein góð avgerð, tí tað rigg
aði sera væl. Búi spældi uppá
tammir og eina snartrummu,
meðan Brandur hevði funnið eitt
serligt trummusett við flosum,
grýtum, ristum og øðrum stutt
ligum tingum at sláa á (Helt meg
hoyra Fríða siga, at tað vóru
hann og Guðrið Hansdóttir, ið
høvdu skrúvað tey saman). Sum
Uni tók til: »Trummuspælarar
verða sum børn, tá teir finna
okkurt nýtt at spæla sær við«.
Tað var feitt at hoyra Brand finna
útav hesum settinum, sum hann
ikki hevði spælt á áður, meðan
Uni koyrdi við sínum eyðkenda
bluesstíli, ið hann eftirhondini
má sigast at meistra sera væl. M.
a. spældi bólkurin »Before You
Accuse Me« hjá Eric Clapton, og
her kom ein longri jamsession
uppí, sum var kul, serliga tí
Brandur, við nýggja trummusetti
num, og Búi vóru í sínum rætta
elementi. Tað osaði satt at siga av
góðum spæli og stemningi. Ein
sera góð framførsla frá teimum
trimum, og kanska teir áttu at
umhugsa fleiri av hesum slag.
A55
Triðja framførslan hetta kvøld
var ein ungur bólkur, ið kallaði
seg A55. Dreingirnir í bólkinum
eru ikki meir enn 1213 ára gaml
ir, burtursæð frá eitt sindur eldra
trummuspælaranum, sum av
loysti ein annan, skilti eg á lag
num. Teir spældu tøkuløg av m.a.
Green Day og Guns 'n Roses.
Bert tríggir mans eru í bólki
num, sangarin spælir eisini bass,
og so eru el gittari og trummur
afturat. Samanspælið var, sum
tað nú einaferð er, tá man byrjar
at spæla rokktónleik í hasum
aldrinum, men tó so; fínasta slag
til at vera so óroyndir og ungir.
Sangarin var deiliga karismatisk
ur og hevði eina kula attitudu, og
røddin var góð. Gittarleikarin
slapp at spæla nakrar solo'ir, og
hetta gjørdi hann við lív og sál.
Hann sá heilt kul út haruppi, og
kanska var eg vitni til ein fram
tíðar Terja Skibenæs (Týr) her.
Um hann venur nógv, væl at
merkja.
Stuttligt var at síggja og hoyra
hesar ungu menninar spæla, og
tað helt áhoyrarafjøldin eisini,
sum tóktist at elska tað. So nú
vóni eg, at teir skjótt fara at taka
tað stigið víðari og gera egin løg
og venja nógv.
Abort og vælferð
Jákup á Lakjuni kallaðist næsti
ungi maðurin, sum spældi gittar
og sang. Hesin spældi egin løg,
sum hann hevur skrúvað saman
heima í kamarinum hjá sær sjálv
um. Hann viðgjørdi tey heilt
stóru evnini so sum abort og væl
ferð í annars einfaldu sangunum
hjá sær, ið ikki ordiliga ríndu við
hjá mær. Mær dámdi best tað
fyrsta lagið, har hann imiteraði
eina trompet í byrjanini. Tað var
frískt og stuttligt. Restin hevði
ikki so nógv uppá seg. Eg sakn
aði sterkari melodiir og áhuga
verdari útsetingar. Hann sang tó,
sum um hann meinti tað, og
kudos fyri tí.
Nakað hart
Næsti bólkurin var aftur ein
ungur tannáringabólkur, ið mest
spældi tøkuløg. Bólkurin byrjaði
við 90'ara hittinum »Freak« hjá
Silverchair, og tað er ræðuligt,
tað var hart frá ta løtuna! So hart,
at eg rýmdi út at hvíla oyruni.
Metalbólkurin Synarchy trein
síðani á pallin. Hesin bólkur
hevur spælt saman síðani 2004
og hevur ein fittan fjepparaskara
eftirhondini. Nakrir av teimum
vóru tilstaðar fríggjakvøldið og
headbangaðu óført við, meðan
Synarchy rokkaðu tungt og hart
við nógvari orku. Bólkurin virkar
væl samanspældur og hevur
tamarhald á larminum, hann
spýtir út.
Sum heild ein fín framførsla
frá Synarchy, sum tó eisini
mundi brostið oyrini út hjá mær,
tí eg sat heilt frammi móti palli
num at byrja við, inntil eg flutti
meg longur aftur.
Bendar Spónir endaðu
Síðsti bólkurin á pallin fríggja
kvøldið hevur heldur syrutta
navnið Bendar Spónir. Fýra mans
eru í bólkinum, ið spælir instru
mentalan, tripputan rokk. Hoyrdi
hendan bólkin tilvildarliga
einaferð, teir vandu uppi á Marg
arinfabrikkini, og helt, at teir
ljóðaðu áhugaverdir og øðrvísi,
so eg gleddi meg at hoyra teir
aftur. Metti tað eisini vera eina
fína framførslu fríggjakvøldið
við heilt góðum løtum.
Bólkurin jammaði yvir nakrar
fáar, einfaldar akkordir, og tað
gekk ein rættiliga týðiligur tráður
aftur til 70'ara Pink Floyd. Eri
nokso vísur í, at teir hava hoyrt
klassikaran »Dark Side Of The
Moon«, ið hevur ein heilt serlig
an stemning yvir sær. Koyrt verð
ur nógv uppá hetta við at skapa
eina atmosferu yvir langar
passasjur, við glíðandi yvirgang
um yvir í nýggj pettir. Og tað
ljóðaði gott hjá fýrunum! Avgjørt
ein spennandi bólkur, sum verður
spennandi at hoyra meira til
framyvir.
Tónleikurin í hásæti
Serliga The Story Ends, Uni
Debess og Bendar Spónir vóru
eftir mínum tykki mest spenn
andi bólkarnir, meðan Synarchy
avgjørt eisini hava nógv gott í
sær. Aftaná konsertina vóru
oyrini troytt. Sum sagt, ljóðið
kundi verið betur og til tíðir eitt
sindur spakuligari, og kanska
fyriskiparar av konsertum á
Margarinfabrikkini áttu at havt
longri ljóðroyndir. Men burtur
sæð frá ljóðinum, var konsertin
væleydnað, við nógvum áhoyrar
um og vælupplagdum bólkum.
Vónandi verður Margarinfabrikk
in skjótt karmur um fleiri kon
sertir við nýggjum, óroyndum
bólkum/einstaklingum og eisini
teim meira etableraðu, tí tað er
umráðandi, at støð eru at spæla,
har bert tónleikurin er í hásæti.
Hetta kann Margarinfabrikkin,
hóast ikki optimal, leggja høli til.
Mong vóru samlað í Margarinfabrikkini til rokk konsert á Mentanarnáttini, og eina løtu var rættiliga fult har inni
við ungum sum eldri áhoyrarum.
Mynd: Beinta Haraldsen
Mentanarnátt í Margarinfabrikkini
Margarinfabrikkin var fríggjakvøldið, í samband við Mentanarnáttina, karmur um konsert við fleiri
nýggjum sum eldri havnabólkum. Líggjas Olsen greiðir her eitt sindur frá um tiltakið og framførslurnar
Synarchy vóru millum
bólkarnar, sum framførdu
í Margarinfabrikkini á
Mentanarnáttini. Teir
høvdu eina harða og
orkufulla framførslu, sigur
ummælarin Líggjas Olsen.
Mynd: Eyðun Muller