hósdagur 12. juni 2008síða 39
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 111 - 12. juni 2008
39
Viðmerkingar til tónleikasíðurnar? Hugskot til tónleikatíðindi?
Skriva til sunneva@sosialurin.fo
Lagt til rættis:
Sunneva H. Eysturstein
sunneva@sosialurin.fo
Um ein hyggur inn á
myspace profilin hjá
The Ghost, sær ein
ein lista yvir ótrúliga
áhugaverdar konsertir,
sum bólkurin hevur á
skránni í summar. M.a
upphitingarframførslur
fyri heimskendar bólkar;
kanska ikki heilt uppi í
ovasta stjørnuklassanum,
men rættiliga væl á veg.
Sovorðnar bólkar, sum
tey flestu við eitt sindur
av innliti í tónleikaheimin
kenna. Nevniliga bretsku
Ladytron og The Wombats
The Ghost skulu tann 16. juli i
London Astoria hita upp fyri
stóra og kenda bólkin Ladytron,
sum seinastu tvey árini hevur
vunnið nógv seg fram á altjóða
marknaðinum. Í oktober mánaði
skulu teir til Finnlands og Noregs
at hita upp fyri uml líka stóra
bólkin The Wombats, sum eisini
hevur fingið ferð á upp eftir
stjørnubakkanum seinastu tíðina.
Umframt hesar framførslurnar,
skulu The Ghost spæla fleiri
konsertir í eitt nú Týsklandi, og
Kekkia er enntá eisini á skránni.
Men hvar kemur alt hetta frá, og
hvussu hava teir fingið hesar
konsertirnar í lag? Tí sum tað
sær út við hesum møguleikunum,
hava teir veruliga skapt sær eitt
gott grundarlag fyri at kunna
byrja at sláa ígjøgnum altjóða.
Um teir also halda á við at
arbeiða so hart fyri tí, sum teir
gera í løtuni.
Sambondini rulla inn
- Managearin hjá Ladytron setti
seg í samband við okkum og
spurdi, um vit vóru áhugaðir í
einum samstarvi. Hann býr í
Milano, dámar tónleikin hjá
okkum og segði seg gjarna vilja
hjálpa okkum við PR í Italia. Tað
søgdu vit sjálvandi ja til, greiðir
Filip Mortensen, forsangari í The
Ghost, frá.
- Umleið ein mánaða eftir, at
hann kontaktaði okkum, ringi
hann aftur og segði, at Daniel,
ein av limunum í Ladytron, hevði
mælt við okkum, og at tey gjarna
vilja hava okkum at hita upp fyr
seg í London Astoria tann 16.
juli. Tað kom bara ann uppá, um
vit vildu. Vit søgdu sjálvandi
eisini ja til tað, so vit fara til
London nú í næsta mánaða at
spæla saman við teimum og at
tosa víðari við managearan hjá
teimum um fleiri samstarvhættir.
Hann arbeiðir eisini í løtuni við
at skipa fleiri konsertir har yviri
við okkum og Ladytron.
- Við The Wombats hendi tað
soleiðis, at eg skrivaði til mana-
gearan hjá teimum og spurdi, um
hann var við uppá eitt samstarv.
Hann skrivaði skjótt aftur og
segði, at hann hevði hoyrt okkum
á internetinum, at honum dámdi
okkum, og at hann var ógvuliga
áhugaður í einum samstarvi.
Hann nevndi m.a, at The Wom-
bats skuldu spæla í Finnlandi og
Noregi í heyst og spurdi, um vit
kundu vera við tá sum upphiting-
arbólkur fyri teir. Eg segði, at tað
var einki problem, og so var tann
avtalan komin í hús. Vit eru eis-
ini við at tosa við hann um fleiri
vegir at samstarva ígjøgnum,
sigur Filip.
Nógv jørn í eldinum
Umframt upphiting fyri Ladytron
og The Wombats eru eisini aðrar
konsertir á skránni hjá The Ghost
komandi mánaðarnar. M.a í
Kekkia og Týsklandi.
- Konsertin í Kekkia verður á
einum festivali, sum eitur Hradec
Kralove. Eg setti meg í samband
við festival managearan og
spurdi, um tað var nakar møgu-
leiki hjá okkum at spæla á festi-
valinum hjá teimum. Hann skriv-
aði aftur og segði, at festivalurin
bara var fyri bólkar, sum hava
ein ávísan fjepparaskarða, men
eg vildi ikki geva upp og bað
hann tí um at geva okkum ein
møguleika at vísa, hvat vit kunnu
levera. Honum dámdi væl okkara
entusiasmu og hevði eisini lurtað
eftir okkum á netinum, so at
enda segði hann ja til tað. Tað er
rættiliga spennandi eisini at
sleppa at royna Kekkia av.
- Vit hava so fimm aðrar kon-
sertir í Týsklandi, sum eru komn-
ar í lag ígjøgnum Tutl Touring og
SpotOn. Har skulu vit m.a spæla
í Steinbruch, Halle/Saale, Brem-
en, Hannover og Berlin. Í august
hava vit tvær framførslur í Føroy-
um; á Summarfestivalinum og í
Kolturi, tá tað verður grottukon-
sert har. Og so hevur plátufelagið
hjá BBC, Sunday Best, sum vit
fyri kortum hava skrivað undir
sáttmála við, bookað okkum á
tveir festivalar, sum tey hava á
Isle of Wight; ein í juli og ein í
september.
- Tað eru nógv jørn í eldinum í
løtuni og ógvuliga spennandi at
vita, hvar alt hetta fer at leiða
okkum, sigur Filip frá við einum
positivum og framskygdum tóna
í røddini.
The Ghost hita upp
fyri heimskendar bólkar
Konsertætlan hjá
The Ghost
2. juli: Steinbruch, Týskland
3. juli: Unikum í Halle/
Saale, Týskland
5. juli: Rock for people í
Hradec Kralove, Kekkia
16. juli: Astoria v/ Ladytron
í London, Ongland
20. juli: Camp Bestival á The
Isle Of Wight, Ongland
5. aug: Grotti Konsert í
Kolturi, Føroyar
8. aug: Summar Festival í
Klaksvík, Føroyar
6. sep: Bestival á The Isle Of
Wight, Ongland
10. sep: No*Ok í Bremen,
Týskland
11. sep: Feinkost Lampe í
Hannover, Týskland
13. sep: Magnet í Berlin,
Týskland
7. okt: Rockefeller v/ The
Wombats í Oslo, Noreg
8. okt: Folken Student House
v/ The Wombats í Stavanger,
Noreg
11. okt: Tavastia Club v/ The
Wombats í Helsinki, Finnland
- Tað eru nógv jørn í
eldinum í løtuni og ógvuliga
spennandi at vita, hvar alt
hetta fer at leiða okkum,
sigur Filip Mortensen frá
um komandi konsertirnar
hjá The Ghost, m.a saman
við stóru, bretsku bólkunum
Ladytron og The Wombats
mynd: Astrid Mohr